Fríggjadagin læt Tórshavnar kommuna upp eina nýggja heimasíðu í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Havnini sum sjálvstøðug kommuna.
Kommunan hevur eina heimasíðu framman undan, men hendan, sum nú er latin upp, er nakað øðrvísi enn vanligar heimasíður.
- Hetta er ein heimasíða, sum meiri vendir sær móti tí søguliga partinum hjá kommununi. Men tað ber eisini til at fara inn og síggja, hvørjir aktivitetir, kommunan hevur í sambandi við 100 ára haldið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Tað serliga við hesari heimasíðuni er, at allir borgarar í kommununi, kunnu fara inn á heimasíðuna og geva sítt ískoyti til søguna hjá kommununi.
- Ein og hvør borgari, antin teir so búgva í kommununi í dag, ella eru fluttir til útlandið, kunnu fara inn á heimasíðuna og greiða frá egnum upplivingum í kommununi. Minnast aftur á barnadagar ella ungdómsdagar, hvussu tað var at vaksa upp í kommununi tá, ella hvat tað nú skuldi verið. Og eigur viðkomandi myndir at lata við, eru tær sjálvandi vælkomnar, tí tær geva eitt eyka inntrykk, sigur Heðin Mortensen.
Úr øllum hesum frágreiðingum og søgum ber so til at fáa eina fjølbroytta og áhugaverda felags søgu um kommununa.
- So allir føroyingar og útlendingar við kunnu fara inn á hesa heimasíðuna og fylgja við, hvussu søgurnar um Havnina mennist, og tað halda vit er ógvuliga spennandi, sigur Heðin Mortensen.
DVD í hvørt hús
Nú er tað sjálvandi ikki so, at tað ber til at fara beinleiðis inn á heimasíðuna og skriva óredigerað, tað sigur seg sjálvt.
- Nei, tað er soleiðis, at alt skal um eina redaktión, bæði fyri at tryggja, at søgurnar ikki gerast ov langar, men eisini fyri at vit kunnu vera vís í, at talan er um søguligt tilfar, ið er viðkomandi, og sum av røttum hoyrir heima í inni á hesari heimasíðuni, sigur Heðin Mortensen.
Inni á heimasíðuni er eisini eitt kort, har allur býurin er við, ella rættari sagt øll kommunan, tí Tórshavnar kommuna er langt frá bert Havnar býur longur. Eitt eyga vísir so til, hvar søgurnar hoyra heima, og við at klikkja á eyguni kemur tú inn í økið, har viðkomandi søga stavar frá.
Men tað ber eisini til at senda inn filmsklipp til heimasíðuna. Longu tá heimasíðan læt upp, vóru fleiri søgur lagdar út á síðuna, umframt stutt sekundirs filmsklipp frá Havnini í gomlum døgum.
- Vit hava eisini eina verkætlan í gongd at savna øll hesi filmsklipp á ein DVD, sum skal sendast til hvørt húski í kommununi. Tað verður væntandi einaferð tíðliga í juli mánaði. Hetta verður eitt savn av filmsklippum, sum fara at vara umleið hálvan tíma, sigur Heðin Mortensen.
Tað er felagið SUBSTANZ, sum hevur sniðgivið heimasíðuna, og sum eisini stendur fyri innsavnan og framleiðslu av filmsklippunum á DVD.
- Tað er væl møguligt, at alt tilfarið verður savnað saman í eitt rit, tá hetta 100-árið er farið aftur um bak, men tað er ikki tikin endalig støða til hetta enn. Fyribils er heimasíðan ætlað sum eitt søguligt íkast til Tórshavnar kommunu í 100 ár, sigur Heðin Mortensen.










