Fekk bronsuheiðursmerki og gyltan hamara

Jóannes Weihe fekk í mikudagin handað sveinaprógv í sambandi við, at hann leygardagin 28. februar verður útlærdur sum húsasmiður. Sveinaroyndin var so væl úr hondum greidd, at hann fekk bronsuheiðursmerki fyri avrikið

Komandi leygardag verður Jóannes Weihe útlærdur sum húsasmiður. Í tí sambandinum fekk hann handað sveinabræv mikudagin.

Jóannes byrjaði at læra hjá Jens Chr. Dam í 1994, og tá hesin gavst, fekk hann arbeiði hjá Petur Eyðun Dam, og har hevur hann verið síðani.

Eftir at kreppan fór at merkjast í Føroyum, minkaði talið av timburlærlingum.

Tá ið Jóannes byrjaði at læra, var hann tann einasti sum lærdi húsasmíð tað árið. Síðani tá er talið av lærlingum hækkað rættiliga nógv.

Sjálvt um kreppan gjørdi um seg tá hann byrjaði, so høvdu teir nokk at gera, sigur Jóannes.

Teir gjørdu ymsar uppgávur fyri Landssjúkrahúsið, ymiskt, sum húsavørðarnir ikki megnaðu at taka sær av.

Men tíðirnar eru nógv broyttar.

?Tað sæst, at byggivinnan hevur fingið vind í seglini, sigur Jóannes.

? Hetta er ikki tann árstíðin, tá nógv hús verða bygd, men vit hava úr at gera. So eg vænti, at tað verður ógvuliga nógv at takast við, tá summarið kemur.


Nýggj skipan

Jóannes Weihe er fyrsti húsasmiður, sum er útbúgvin eftir teirri nýggju skipanini.

Skipanin varð broytt í 1994. Størri dentur varð lagdur á tann teoretiska partin av handverkaraútbúgvingini. Ístaðin fyri at verða uml. 20 vikur í skúla, eru lærlingarnir nú uml. 45 vikur í skúla.

Próvtøkan er eisini broytt. Fyrr var ógvuliga stórur dentur lagdur á tekning, í tí teoretiska partinum, men nú er hesin parturin minkaður til at telja uml. helvtina av próvtøkuni.

Ístaðin verða størri krøv sett til ta fakligu og almennu vitanina hjá lærlingunum.

Samstundis var karakterskipanin broytt. Gamli karakterskalin var sleptur. Nú verður karakterur givin eftir 13-skalanum, og tað er nakað, sum flestu okkara hava eina støðu til.


Bronsuheiðursmerki

Krøvini til sveinaroyndina eru eisini broytt.

Lærlingarnir fáa í dag eitt ávíst tímatal at avgreiða sveinaroyndina í. Eru teir ikki lidnir tá, verður avrikið dømt eftir tí, sum er liðugt.

Sveinaroyndin, hjá Jóannesi, var at gera eitt hálvatak yvir einari hurð, og til tað fekk hann 40 tímar.

At tað var nóg mikið, er ongin ivi um.

Tí, tá skoðanarmeistarin hevði mett um avrikið, fekk hann eitt 11-tal, sum er fyri eitt sera væl úr hondum greitt avrik.

Hetta framúr góða avrik ger, at Jóannes Weihe saman við sveinabrævinum frá Læruráðið Føroya, eisini fær eitt bronsuheiðursmerki.

? Tað eri eg sera fegin um, sigur Jóannes og heldur fram:

? Tað hevur ikki so nógv at siga í dagligdegnum, men tað er sera stuttligt, tí tað er ikki so ofta at slík heiðursmerki verða givin.

? Samstundis er tað nakað, sum aðrir handverkarar vita hvat er.

Hægsta heiðursmerki er úr silvuri. Tað svarar til eitt 13-tal, og verður ógvuliga sjáldan givið.

Næst kemur bronsuheiðursmerki, sum svarar til eitt 11-tal, og tað var hetta heiðursmerki Jóannes fekk.


Glasuld-prisen

Afturat bronsumerkinum fekk Jóannes Weihe eisini ein heiður, sum varð latin fyri fyrstu ferð í Føroyum.

Prísurin eitur »Glasuld Prisen«, og verður latin hvørja ferð ein sveinaroynd verður hildin.

Prísurin varð latin fyrstu ferð í Danmark í 1993. Seinni kom tekniski skúlin í Grønlandi við, og í ár varð so fyrstu ferð hann varð latin í Føroyum.

Tað er skúlin sum velur út næmingin, og í ár var tað Jóannes Weihe, sum fekk hann.

Saman við prísinum fekk Jóannes ein gyltan hamara.