Fiskiskapurin er á góðari leið, men prísurin á rækjum lágur, og oljuprísurin er himmalhøgur.
Hetta er sannleikin, sum tey flestu av okkara rækjuskipum mugu liva við í løtuni. Hetta er tó ikki ein støða, sum kann halda á í longri tíðarskeið.
Fiskiskip eisini undir FAS
Tað, ið Bjarni Petersen skjýtur upp, er, at fiskiskip, sum ikki eru í føroyskum øki og ikki troyta føroyskt tilfeingi, koma inn undir FAS-skipanina.
Henda skipanin ber í sær, at reiðaríið fær 28 prosent av skattinum hjá manningini afturgoldnan. Í løtuni koma øll tey føroysku farmaskipini undir FAS-skipanina, men einki fiskiskip.
Í Danmark er líknandi skipan, sum kallast DIS, og danski farmaflotin er í tí skipanini.
Bjarni heldur, at tey skip, sum ikki hava nakað við føroyskar kvotur at gera og ikki eru í føroyskum sjógvi, skulu koma undir FAS-skipanina.
Pláss fyri fleiri
Bjarni metir, at pláss hevði verið fyri eini 5 rækjubátum afturat í føroyska flotanum, um tey eisini komu undir FAS-skipanina. Tað ber bara ikki til, tí úrtøkan er ikki nóg høg til tess nú. FAS-skipanin hevði hinvegin verið við til at gjørt hetta møguligt.
- Tað er ein sannroynd, at seinastu tíggju árini er ein rækjubátur farin av knóranum um árið. Um FAS-skipanin hevði verið galdandi, hevði hon kunnað bjarga einum parti av teimum, tí kappingarføri betrast, sigur Bjarni Petersen.
Í løtuni liggja føroysku rækjubátarnir í harðari kapping við aðrar, sum ikki hava eins høgar manningarhýrur sum tey føroysku skipini. Føroysku reiðaríini hava størri útreiðslur vegna hægri manningarhýrur, og tað ger, at tey eru verri fyri.
Grønlendskir og kanadiskir rækjubátar hava eina manningarhýru, sum liggur á 21 prosentum, meðan tann føroyska er uppi á 36 prosentum. Norðmenn kunnu eisini renta nógv dýrari skip vegna lægri manningarhýru. Skip úr Grønlandi og Kanada hava eisini so góðar veiðimøguleikar, og tí fær manningin nógv, hóast hýran í prosentum er lág.
Tann harða kappingin ger tað enn torførari hjá teimum føroysku bátunum at hóra undan.
- Kjarnin er, at vit eru í altjóða øki í harðari kapping við aðrar við væl lægri manningarhýru, og tí eru teir meira kappingarførir fyri enn vit. Tá so fiskiskapurin aftur minkar, eru vit í vanda fyri at rúka út, sigur Bjarni Petersen.
Um rækjubátarnir eisini komu undir FAS-skipanina, hevði munurin millum tey føroysku skipini og tey í grannalondunum ikki verið so stórur.
Kunnu finna nýggjar leiðir
Bjarni Petersen hevur í summar verið við Arctic Viking í kanadiskum sjógvi og fiska rækjur. Veiðan var eini 10 tons í miðal um samdøgrið, og tað er heilt hampuligt.
Hann heldur, at FAS-skipanin kundi verið við til at føroyskir bátar fóru á nýggjar leiðir at royna eftir rækjum. Tað kundi verið á Hatton Bank ella við Falklandsoyggjarnar, men í løtuni ber tað ikki til, tí úrtøkan er ikki nøktandi.
Við at loyvt fiskiskipum undir FAS-skipanina kundi landið verið við til at veitt óbeinleiðis stuðul til hesi skipini. Hetta hevði viðført fleiri nýggj arbeiðspláss og eitt víðkað føroyska veiðiøki. Eisini hevði tað komið væl við, nú flotin er so meint raktur av teimum høgu oljuprísunum.










