Barsilsskipanini tørvar 15 milliónir krónur afturat í ár, um hon skal klára at gjalda hvørjum sítt. Tað vísir eitt bræv, sum barsilsskipanin hevur sent Vinnumálaráðnum við umbøn um eina eykajáttan í ár og hægri játtan næsta ár.
Sostatt hava útrokningarnar rakt fullkomiliga skeivt fyri hetta árið. Upprunaliga var mett, at Barsilsskipanin skuldi gjalda 56,3 milliónir krónur í ár, men útrokningarnar vísa, at skipanin helst fer at gjalda oman fyri 70 milliónir krónur, tá av tornar.
Fleiri fortreytir hava víst seg øðrvísi, enn Barsilskipanin hevði væntað. Eitt nú eru væl fleiri børn komin inn í skipanina, enn fíggjarætlanin gekk út frá. Lønarhækkingar, tal av fólkum í skipanini og býtið millum mammur og pápar hava eisini ávirkað útgjaldið.
Næsta ár verða eisini trupulleikar. Barsilsskipanin hevði mett, at skipanin væntandi skuldi gjalda 63 milliónir krónur í 2004, men broyttu umstøðurnar gera, at útgjaldið helst verður einar 75 milliónir krónur, um lógin verður óbroytt. Men tað verður hon neyvan, tí landsstýrið er ikki sinnað at rinda meira til barsilsskipanina næsta ár enn tær 52,5 milliónir krónurnar, sum er sett av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004.
Skerdir pápar
Útvarp Føroya hevur gjørt nógv burturúr málinum hesa vikuna, og bæði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, og Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hava ført fram, at skipanin má broytast.
Stendur tað til Bjarna Djurholm, verða tað menninir og tey hægst løntu, sum skulu bøta fyri, at skipanin ikki heldur fíggjarætlanina. Bjarni Djurholm hevur sagt við Útvarpið, at møguleikin hjá pápum at fara í farloyvi helst verður skerdur, og hámarkið fyri útgjaldi, sum í dag er 35.000 krónur, verður lækkað.
Karsten Hansen sigur, at skipanin skal vera sjálvfíggjandi, við tað at arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar skulu fíggja skipanina. Sum er rinda partarnir á arbeiðsmarknaðinum einar 30 milliónir krónur til Barsilsskipanina. Restin kemur inn við skatti. Sostatt skal arbeiðsmarknaðurin rinda uppaftur meira, stendur tað til Karsten Hansen, men tað verður neyvan uttan svørðslag.
Lægri útgjald - hægri inngjald
Barsilsskipanin nevnir sjálv fleiri uppskot til eina loysn á fíggjarligu trupulleikunum. Minni útgjald, hægri inngjald, lægri loft og styttri tíð eru nevnd sum loysnir.
Sum er gevur 0,25 prosent av lønini í inngjaldi frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum einar 29 milliónir krónur í 2004. Barsilsskipanin sigur, at verður hetta talið hækkað upp í 0,44 prosent, so er trupulleikin loystur, tí so koma 51 milliónir krónur í kassan frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og restin kann fíggjast við somu upphædd frá landskassanum. Verður inngjaldsprosentið onkustaðni harímillum, verður inntøkan samsvarandi minni.
Verður útgjaldið minkað, so at lønarútgjaldið verður 70 prosent í staðin fyri 100 prosent, so sparir Barsilsskipanin 22,5 milliónir krónur. Hinvegin ger tað ikki so stóran mun at lækka hámarkið. Verður hámarkið lækkað úr 35.000 krónum niður í 25.000 krónur sparir skipanin 2,5 prosent.
Hvussu verður og ikki. Fleiri møguleikar eru, og tað er ein politiskur spurningur, hvør loysn verður seymað saman.
********************************************************************
FAKTA
Sparimøguleikar hjá Barsilsskipanini:
- at minka um lønarendurgjaldið við at seta tað til eitt nú 80
prosent eins og fleiri lond kring okkum hava
- at lækka hámarkið, sum er 35.000 krónur
- at minka um útgjaldstíðarskeiðið hjá mammum og pápum
- at Barsilskipanin ikki rindar frá 13. viku til 4. viku undan føðing
********************************************************************










