Diana úr Vági evstu

Vágskvinnan Diana Leo fer um stutta tíð at teljast millum nakrar heilt fáar kvinnur í øllum heiminum, sum standa við evstu ábyrgd umborð á oljupalli. Hon skal vera stjóri á risastóra oljupallinum Nelson í Norðsjónum

Oljuvinna

Diana Leo er úr Vági og hevur virkað í altjóða oljuvinnuni seinastu tíggju árini, fyrst í seks ár hjá danska oljufelagnum DONG og seinastu tvey árini hevur arbeitt hjá Shell í Aberdeen. Nú stendur henni í boði eitt spennandi og avbjóðandi starsv.

Arbeiðsgevarin Shell man halda tað vera so gott tilfar í tí 37 ára gomlu vágskvinnuni, at oljufelagið hevur heitt á hana um at royna dygdir og evni síni úti til havs ? á einum av tess oljupallum.

Diana heldur tilboðið vera so mikið áhugavert og spennandi, at hon hevur tikið av og longu í næsta mánaða fer hon undir fyrireikingarnar. Tað fer at taka 9 til 12 mánaðir at venja til til OIM (Offshore Installation Manager) á einum oljupalli hjá Shell. Tá fer hon at hava høvuðsábyrgdina á boripallinum Nelson í Norðsjónum við umleið 100 fólkum. Uppgávan verður m.a. at hava ábyrgdina av trygdini hjá fólkinum umborð.

Nú hon hevur verið í oljuvinnu á landi í skjótt 10 ár heldur hon hetta nýggja starvið vera eina náttúrliga avbjóðing. Tá hon fer til arbeiðis umborð hevur hon so tvær vikur umborð og tvær vikur í landi og hevur so frí tvær ferðir seks vikur um árið eisini.

Tað eru bert fáir føroyingar, sum hava røkt slíka uppgávu umborð á oljupallum, og Diana er so fyrsta føroyska kvinnan, sum fær litið slíka álitisuppgávu í hendi. Tað eru eisini bara heilt fáar kvinnur, sum eru stjórar á oljupallum í øllum heiminum.

Diana er tó ikki ókend við lívið umborð á oljupallum. Hon hevur arbeitt sum framleiðsluverkfrøðingur fyri Shell og hevur so eisini arbeitt fyri DONG.

-Tað er eitt heilt annað umhvørvi at arbeiða á einum oljupalli enn at vera í landi. Tað er eisini ein stór og spennandi ábyrgd at skula arbeiða saman við og hava ábydrgdina av øllum fólkunum umborð.
Diana hevur lært til verkfrøðing í Danmark. Síðani las hon víðari í Edinburg til kolvetnisverkfrøðing. Hon arbeiddi hjá Dong í Danmark í seks ár, áðrenn, áðrenn hon fór at arbeiða hjá Shell í Aberdeen.

Diana, sum vitjaði føroyska básin á oljumessuni í Aberdeen herfyri, sigur, at skal tú arbeiða í altjóða oljuvinnu í Europa so eru møguleikarnir avmarkaðir til nøkur fá lond eitt nú Danmark, Noreg, Skotland og Háland. Og her er Aberdeen ein av miðdeplunum. Henni dámar sera væl at búgva í Aberdeen. Hon er ikki samd við tey, sum sigur, at Aberdeen er bara ein gráur og keðiligur býur. ?Tú skal bara læra teg at hyggja rætt uppá býin. Tað er eisini hugtakandi við teimum gráu bygningunum.

Hvat heldur Diana so um fyrireikingarnar til eina føroyska oljuvinnu!

-Eg haldi tað er spennandi, og at vit mugu so eisini gera okkum út við toli. Potentialið er stórt, um olja og gass eru her. Boraðir eru fýra brunnar og mær vitandi er tað ikki óvanligt, at tað verða boraðir 10-15 og kanska 20 brunnar, áðrenn tú veit nokk um eitt øki og kann siga, hvat hetta goymir.

Hon dylur ikki fyri, at hon kundi hugsað sær at arbeitt í eini føroyskari oljuvinnu, tá hon gerst veruleiki. Og hon útilokar heldur ikki, at pallstjórin á fyrsta oljupallinum, sum fer undir framleiðslu við Føroyar, verður ein kvinna.