Fara at royna við snelluni

Vánaliga fiskaríið við línuni hava fingið fleiri av útróðrarbátnum at leggja um til snellu, og tað hevur ligið hampiliga væl fyri higartil

ÚTRÓÐUR

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo


Fiskaríið hjá útróðrarbátunum higartil í ár hevur slett ikki verið so galið. Nøgdirnar hava verið væl størri, sum eru komnar upp á land, men hinvegin hevur prísurin verið »bedrøviligur«, sum onkur sigur.

Ein av teimum, sum í mong ár hevur róð út, er Rúni Poulsen, sum saman við bróðurinum Bárði eigur 38 fót AWI-bátin Tóra.

Teir báðir hava verið úti tær løturnar, tað hevur viðrað, men hóast fiskiskapurin hevur verið á einari heilt góðari leið, so er ikki nær til komið tað burtur úr, sum tað átti.

- Prísurin er í botni. Vit fáa helvtina minni í meðal fyri fiskin nú í mun til fyri einum ári síðani, sigur Rúni Poulsen.

Teir plagdu fyri nøkrum árum síðani at leggja um til snellu og vera á Norðhavinum ta vertíðina, men tað hava teir iki gjørt seinastu árini. Teir hava róð út við línu alt árið. Men nú hava teir so valt at leggja um til snellu.

- Tað vísir seg, sum fiskurin bara stendur inni á teimum økjum, sum eru stongd fyri línuveiði, og í teimum kassunum hava bátar havt hampiligan fiskiskap við snelluni. So nú fara vit so at royna tað, sigur Rúni Poulsen.

Tóra er »yvirdekkað« við einari plastpresending í bakborð, og fyri at sleppa undan at taka hana niður, hava teir bápir fingist við at flyta hydraulikkin úr bakborði yvir í stýriborð. Presendingn lívir so væl, at tað í ríkiligan mun vigar upp móti teimum smátrupulleikum, ið standast av at hava snellurnar í stýriborð.


Nógv stongt

- Veðurvánirnar eru so skiftandi, men tað verður so helst eftir ættini vit fara. Antin tað verður vesturum ella á Norðhavið, sigur Rúni Poulsen.

Bæði á Vesturhavinum og á Norðhavinum er mestsum alt stongt fyri línu allan mars mánað, men tað ber sum nevnt til at fiska við línu, og sum skilst er fiskiskapurin hampiligur.

- Tað eru nakrir bátar, sum royna við snellu. Við línuni er tað soleiðis fyri tíðina, at tú mást fáa minst 100 pund upp á stampin fyri tað skal loysa seg. Tað er so mikið dýrt at rógva við línu, at við teimum prísum, sum nú eru, lønir tað seg slett ikki, um ikki fiskiskapurin er um tey 100 pundini, sigur Rúni Poulsen.

Tað eru eisini so ógvuliga stór økir, sum eru stongd í mars mánaði, bæði á Norðhavinum og í Vesturhavinum.

- Eysturi í Holinum er næstan einasta staðið, tú kanst fiska við línu í løtuni, men tað er so ógvuliga langt at sigla. Nú hava vit so rigga til við snelluni, so eg rokni við at vit fara onkunstaðni í kvøld. Antin tað so verður norðureftir ella vestureftir fáa vit bara at síggja. Í morgin sigur hann gott veður, so tá kann farast allastaðni, sigur Rúni Poulsen.

Tað eru fleiri ár síðani hann og bróðurin hava roynt við snellu, men nú skal tað so roynast aftur.



Rúni Poulsen – og bróðurin Bárður – hava lagt um til snellu, og fara nú antin á Norðhavið ella í Vesaturhavið at royna, inntil stongdu kassarnir lata upp aftur

Mynd: Álvur Haraldsen