komnir inn og ikki minst Jón Harley, sum spældi sera væl og skoraði tvey mál. KÍ kom á odda, tá 23 minuttir vóru farnir, og B36 skoraði í 33. og 38. minuttir. Í 46. minutti øktu teir til 4-1, og so var s [...] gøtumonnunum, og tá var eingin ivi um, hvat var betra liðið. Veteranurin Aksel Højgaard dusaði sær rættuliga og skoraði eftir 19, 83 og 90 minuttir. Oddmar Andreasen skoraði eftir 26 og 74 minuttir, og unglin [...] fimm minuttir, og í síðstu løtu misnýtti B36 stóran møguleika at javna. Sunnudagin frammanundan fekk Skála trý stig móti ÍF. Ólavur Olsen setti hol á, tá 14 minuttir vóru farnir, og eftir 25 og 44 minuttir
í ár, men hevur kortini spælt rættiliga nógv og hevur eisini víst, at dugur er í honum. Móti B68 á Toftum fyri tveimum vikum síðani breyt skaðin útaftur, og hóast Søren Skov Jørgensen var við í steypadystinum [...] byrjan. Eisini B68 kann byrja við sterkastu uppstilling, so hvørki av liðunum kann brúka tað sum umbering, skuldi tað ikki gingið í morgin. Helgi kanska undir knívin Í Klaksvík hittast KÍ og NSÍ í týðandi dysti [...] at dragast við. Jan Joensen er komin fyri seg aftur og gevur Marek kapping á KÍ-miðjuni. NSÍ legði rygg til stórtap móti HB seinasta vikuskifti, og nú skulu teir so royna at reisa seg í torførum útidysti
yvirvág og eina rúgvu av møguleikum. Javnleikurin í Fuglafirði hevði við sær, at B36 misti tvey stig í mun til HB, og nú eru teir sjey stig aftanfyri grannarnar og silvurvinnararnar í fjør, og tað verður [...] menninir ikki megna at fara inn og taka fulla ábyrgd, so sæst tað aftur á úrslitunum. GÍ hevur tunnan hóp, og teir hava bara ein álopsspælara, og tá tað berst einum ella tveimum frá og serliga álopsspælaranum [...] skal TB aftur í Gundadal, og so fæst at síggja, um teir fara at fáa meiri burturúr móti B36. Tað ber ikki til at tosa um kreppu í B36, tí teir hava bara tapt eina ferð í ár, og tað var móti HB, sum teir
varnari, og at teir skuldu dúva uppaftur meiri upp á snarálop og evnini hjá Jón Paula Olsen frammi á vøllinum, men tað kiksaði. Illa skipað verjuspæl Tá VB kom á odda var verjan hjá B68 illa skipað og tøvandi [...] meiri og hevði fleiri vandamiklar atsóknir enn mótstøðumenninir (fyrstu fimm minuttirnar høvdu teir tveir stórar møguleikar, og VB hevði ein), so var talan ongantíð um serliga stóran mun á liðunum, og VB [...] hálvleiki varð Andréy Stakhánov skiftur inn, og hann vísti ein heilt øðrvísi hugburð til spælið, enn hann hevur víst undanfarnu ferðirnar. Hann var nærlagdur og íðin, og hann hevði fleiri royndir, sum vóru heilt
góðkendan grasvøll, og vit halda, at tað er upplagt, at hann verður brúktur, tá umstøður eru til tað, og umstøðurnar eru til tað nú. Eingin landsdystur verður hesu megin summarsteðgin, og tað hevur verið sera [...] Svangaskarði. Kappingarnevndin skal viðgera umsóknina á fundi, sum helst verður hósdagin, og um teir geva B68 játtandi svar til umbønina, so fer tað at hava við sær, at í framtíðini verða tað toftamenn [...] skuldi vera á grasinum, so var treytin tann, at bæði liðini vóru samd um hetta, og tí varð dysturin spældur á graslíkinum og ikki á grasinum. Toftamenn hava spælt nakrar landskappingardystir á grasvøllinum
hjá NSÍ, og har var evnaríki HB-áleyparin Bárður Mortansson fyrstur á bóltinum og sendi hann framvið málverjanum hjá runavíkingum og í málið til 2-0. Stutt eftir var Bárður aftur upp á spæl í NSÍ-verjuni [...] vinstru síðu av málteiginum, og tá ið málverjin kom út ímóti honum, lyfti hann bóltin hegnisliga upp um hann og í málið til endaligu støðuna 3-0. Eitt rættiliga gott mál. NSÍ hevði eisini onkran møguleika [...] Tað var lítið skil á spælinum í fyrra hálvleiki, tá ið næstbestu liðini hjá HB og NSÍ dystaðust í Gundadali leygardagin. HB lá undan dystinum á ovastu rók í deildini, meðan runavíkingarnir lógu niðast
fingu øll, sum vóru í Klaksvík og hugdu sunnudagin, eina sera góða ábending um. NSÍ var og vitjaði, og fyri aðru ferð á rað fóru fýra mál ígjøgnum í skeiva endanum. At NSÍ hesa ferð eisini fekk eitt mál [...] Kurt Mørkøre og Símun Waag Høgnesen ger ikki nógv mistøk, miðvallargeneralurin Marek Wierzbicki hevur í Arnoldi og Jan Joensen tveir góðar loytnantar, og úti í síðunum eru Harley Bertholdsen og John Hansen [...] spældir. Bólturin varð sendur innfyri úr vinstru síðu, og har stakk Rógvi høvdið fram og stútaði framvið Dejan Milanovic, sum var komin út úr NSÍ-málinum. Fram til innleiðandi málið hevði dysturin ikki
Tey bæði høvuðsstaðarliðini HB og B36 eru komin best frá byrjanini í 1. deild hjá kvinnum, nú tvey umfør eru avgreidd. HB og B36 hava seks stig fyri tveir dystir ? fult stigatal ? men støðan snýtir eitt [...] málúrtøku enn B36 eftir stórsigurin á Skála í fyrsta umfari, hevði sunnudagin fingið NSÍ á vitjan, og har var ongantíð ivi um úrslitið, hóast tað bert bleiv til 2-0. Málini gjørdu Teresa Johnsson og Annika Godtfred [...] part í 1. deild og eru toppskjúttar í kappingini. Dysturin var okkurt um eitt korter gamal, tá NSÍ royndi seg við rangstøðufellu, sum miseydnaðist, og Teresa Johnsson bleiv púra leys. Og tíggju minuttir
eisini vunnið hvørja ferð, men FSVágar hevur ikki møguleika at flyta upp, og tað hava GÍ og B36, sum eru á ávikavíst fjórða og fimta plássi, heldur ikki. So tað sær gott út hjá Skála, men vit eiga at leggja [...] vinnararnir úr B36 vóru har norðuri. Í 3. deild gekk hin vegin. Tað var ÍF, sum hevði nógv tað mesta spælið, bólturin var mest á B36 hálvuni, og fuglfirðingar komu ofta ígjøgnum í síðunum og løgdu innfyri [...] tá Ove Nysted fór sjálvur og skoraði. So komu ikki fleiri mál, og klaksvíkingar eru framvegis blankir á stigatalvuni. Nógv mál og lítil ferð Í 1. deild smurdi HB gøtumenn av, og í 3. deild vóru tað gestirnir
Burtursæð frá Øssuri Hansen úr B68, so eru allir hinir spælararnir úr heimligu kappingini úr B36, GÍ og HB. Feløgini eiga ávikavíst fýra, tríggjar og fýra spælarar í ferðalagnum. Úr B36 fara til Estlands Arnbjørn [...] kappingini um løgmanssteypið, sum vera millum GÍ og KÍ og B36 og HB. Og 2. hvítusunnudag skulu allir teir tólv landsliðsmenninir í føroysku kappingini aftur í eldin, og útisetarnir spæla eisini fleiri ferðir um [...] Kristian Hansen, John Petersen og Pól Thorsteinsson, úr GÍ fara Hennig Jarnskor, Magni Jarnskor og Sámal Joensen, og úr HB fara Jan Dam, Hans Fróði Hansen, Allan Mørkøre og Jens Erik Rasmussen. Hinir seks