Høgur effektivitetur í Klaksvík

Fótbóltur: Tað var ikki fyrr enn móti endanum, at tað veruliga spurdust nógvir málmøguleikar burtur úr KÍ-yvirvágini móti NSÍ. Men tá vóru longu fýra mál komin

At KÍ ikki ætlar sær at fara við ongum, tá landskappingin endar, fingu øll, sum vóru í Klaksvík og hugdu sunnudagin, eina sera góða ábending um. NSÍ var og vitjaði, og fyri aðru ferð á rað fóru fýra mál ígjøgnum í skeiva endanum. At NSÍ hesa ferð eisini fekk eitt mál, var lítil uggi hjá eysturoyingunum.

Hinvegin kunnu teir ugga seg við, at teir taptu móti einum liði, sum hendan dagin var betri enn teir. KÍ hevði sigurin ríkiliga uppibornan, og hann kundi verið størri heldur enn minni.

Serliga í seinna hálvleiki var tað KÍ, sum stýrdi øllum. Við væluppløgdu Arnoldi Joensen og John Hansen á odda runnu klaksvíkingar fleiri ferðir undan NSÍ, har bert Jónstein Petersen megnaði at fylgja við høgu leikferðini, sum heimaliðið setti.

Rógvi Jacobsen var eisini væl fyri sunnudagin og gjørdi tvey av málunum hjá klaksvíkingum. Tað fyrsta kom, tá góðir 25 minuttir vóru spældir. Bólturin varð sendur innfyri úr vinstru síðu, og har stakk Rógvi høvdið fram og stútaði framvið Dejan Milanovic, sum var komin út úr NSÍ-málinum.

Fram til innleiðandi málið hevði dysturin ikki bjóðað upp á teir stóru málmøguleikarnar. Bæði liðini byrjaðu varliga, men so líðandi tók KÍ yvir á miðjuni, og eftir spælbýtinum var tað í lagi, at teir fingu fyrsta málið í dystinum. Og sjey minuttir seinni tók Arnold Joensen sakina í egnar hendur. Staddur nakað úti í høgru síðu setti hann ferð á, rann frá fleiri NSÍ-arum, spældi Marek inni í brotsteiginum, men bólturin varð takklaður útaftur til Arnold, sum smekkaði til, og mál varð.

Nú var 2-0 til klaksvíksliðið, og vandi var fyri, at gestirnir fóru at verða runnir heilt um koll.

Men tá 43 minuttir vóru spældir, durvaði KÍ-verjan. Dann Knudsen sendi langt innkast innfyri úr høgru síðu. Har stakk Arnfinn Langgaard høvdið framum KÍ-verjuleikara og stútaði í kassan til 2-1. Full úrtøka hjá NSÍ, sum fram til tá ikki hevði havt nakran veruligan málmøguleika.

Tað bleiv mest til stutt trillarí á miðjuni, men teir komu sjáldan longri enn fram móti KÍ-verjuni, og lítið spurdist burturúr.

Hálvleikurin var ikki heilt liðugur enn, og beint áðrenn seinasta bríkslið fyri steðgin var Rógvi Jacobsen aftur á blettinum. Málið til 3-1 minti nógv um málið til 1-0. Hesa ferð var tað Kurt Mørkøre, sum sendi ein langan høgan bólt fram úr høgru síðu, og framman fyri málinum var langi KÍ-áleyparin enn eina ferð skjótari á bóltinum enn NSÍ-málverjin.

Runavíkingar høvdu júst minkað til 1-2, og hetta kom ikki serliga væl við hjá teimum. Eddie Mikkelsen byrjaði seinna hálvleik fyri Kasper L. Jacobsen, men heldur ikki hann kundi fáa nóg nógv drive á miðjuna til, at NSÍ veruliga slapp upp í part. KÍ hevði fult tamarhald á so at siga allan seinna hálvleik, og mótsatt fyrra hálvleiki trutu kjansirnir fyri fleiri málum ikki í seinna. Serliga Arnold Joensen og seinni eisini John Hansen komu væl ígjøgnum úti í borðunum, og innleggini blivu altíð vandamikil, tí Rógvi Jacobsen rakk hægri enn NSÍ-verjuleikararnir, sum ikki eru av hægstu monnum.

Tá hálvur tími var eftir, kom Heðin á Lakjuni inn fyri Harley Bertholdsen. Heðin hevur ikki spælt upp til sítt besta í seinastuni, men var tendraður hesaferð, og hann setti punktum í 82. minutti, eftir at Olgar Danielsen, sum var komin inn fyri Zoran Mancic samstundis sum Heðin, fyrst hevði roynt seg.

4-1 til KÍ, og hóast NSÍ ikki hevði hótt við at koma afturíaftur, var dysturin nú endaliga avgjørdur.


Gott fólk

á øllum plássum

Runavíkingar, sum byrjaðu so bragdliga, hava nú lagt rygg til tveir stórar ósigrar, og spurningurin er nú, hvussu tað fer at ávirka sálarliga (hjá VB vísti tað seg ikki at vera nakar trupulleiki). Hjá KÍ sær tað hinvegin rættiliga gott út, bæði á vøllinum og á stigatalvuni. Liðið er framvegis ósigrað í landskappingini, og teir hava gott fólk á øllum plássum.

Gunnar á Steig er góður málverji, men veikleikin hjá honum er kanska, at hann ikki er so dominerandi úti í brotsteiginum sum flestu aðrir málmenn.Miðverjan við Jan Andreasen, Kurt Mørkøre og Símun Waag Høgnesen ger ikki nógv mistøk, miðvallargeneralurin Marek Wierzbicki hevur í Arnoldi og Jan Joensen tveir góðar loytnantar, og úti í síðunum eru Harley Bertholdsen og John Hansen altíð vandamiklir.

Spurningar hava verið settir við álopið hjá klaksvíkingum, men sunnudagin vísti Rógvi Jacobsen, at dugur er í honum. Zoran Mancic er meira miðvallari enn áleypari, men eisini hann kann brúkast heilt frammi. Og so er Olgar Danielsen jú altíð ein góður jokari at hava, fyri ikki at gloyma Heðin á Lakjuni.

Aftanfyri eitthvørt gott lið stendur eisini ein góður venjari, og Jóannes Jakobsen er væl lýddur í Klaksvík og trívist eisini væl norðanfyri, har hann nú er triðja árið á rað. Enn er tað bert blivið til eitt silvurmerki í 1996, men sum nú er eigur KÍ at fáa einki minni enn tað sama í ár.

Spurningurin er so, um klaksvíkingar megna at spenna bein fyri HB, sum í ár hevur fingið reinar B36-tendensir og hóttir við at rýma frá øllum hinum. Um KÍ megnar at fylgja við, fæst at síggja í Gøtu 2. hvítusunnudag, tí at gøtumenn eru svangir eftir stigum, man lítil ivi vera um.