Tað gongur gott hjá skálamonnum. Teir hava spælt fýra dystir, og teir hava vunnið hvørja ferð. Halda teir fram við hetta lag, so verður tað ikki so leingi, til roykurin av uppflyting fer at breiða seg.
Vágaliðið hevur eisini vunnið hvørja ferð, men FSVágar hevur ikki møguleika at flyta upp, og tað hava GÍ og B36, sum eru á ávikavíst fjórða og fimta plássi, heldur ikki.
So tað sær gott út hjá Skála, men vit eiga at leggja afturat, at skráin er so undarliga løgd, at Skála hevur bara spælt á heimavølli higartil. Komandi mánadag skulu teir vestur í Vágar, og tískil er longu nú púra greitt, at aftaná hvítusunnu verður tað í mesta lagi eitt lið, sum fer at hava fult stigatal.
Spiltu seg burtur
Vit skrivaðu í blaðnum í fyrradagin, at sjáldan er eitt heimalið sæð glaðari fyri ein javnleik, enn ÍF var, tá FM vinnararnir úr B36 vóru har norðuri.
Í 3. deild gekk hin vegin. Tað var ÍF, sum hevði nógv tað mesta spælið, bólturin var mest á B36 hálvuni, og fuglfirðingar komu ofta ígjøgnum í síðunum og løgdu innfyri, men Sigmund av Teigum í B36 málinum var sum ein brandur.
Kortini var tað B36, sum kom á odda, tá 40 minuttir vóru farnir. Steinbjørn Hardley royndi seg við langskoti, tað var ikki serliga ferðmikið, men Alfred Joensen í ÍF málinum helt, at bólturin fór við síðuna av málinum og lat hann tískil fara ? í málið! Lítla løtu seinni bjargaði ÍF málverjin sera væl, tá bólturin varð stútaður út móti samankomingini.
Hergeir Eldevig javnaði, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, og so trýsti heimaliðið, sum var væl mannað (Roy Róin, Piotr Krakowski, Janus Petersen og Chris Knight vóru millum teir ellivu), men einki kom burturúr.
Hesa ferð
møttu 19 upp
KÍ var ikki á Sandi næstseinast, tí teir fingu ikki mannað lið. Tá FS Vágar var í Klaksvík, møttu 19 spælarar hjá KÍ upp, og so máttu fimm fara til hús aftur, tí teir sluppu ikki uppí. Teir kundu næstan farið suður á Sand samstundis at spælt dystin, sum KÍ ikki møtti til næstseinast!
KÍ hevði nógv spæl, serliga í 2. hálvleiki, men alíkavæl taptu teir. Jóhan Lützen skoraði til 1-0, tá seks minuttir vóru farnir, og so var KÍ málverjin óheppin tvær ferðir. Georg Haraldsen javnaði, tá 25 minuttir vóru farnir, og Herning Simonsen legði útiliðið framum seks minuttir seinni, og aftur fimm minuttir seinni økti hann við góðum langskoti.
Seinna umfarið var 19 minuttir gamalt, tá Ove Nysted fór sjálvur og skoraði. So komu ikki fleiri mál, og klaksvíkingar eru framvegis blankir á stigatalvuni.
Nógv mál og lítil ferð
Í 1. deild smurdi HB gøtumenn av, og í 3. deild vóru tað gestirnir, sum vóru omaná. Tá talan var um málskjóting, so var undirhaldið nógv, men satt at siga so var ferðin ógvuliga moderat.
GÍ kom á odda eftir 13 minuttir, HB javnaði tveir minuttir seinni og tríggjar minuttir seinni var GÍ aftur á odda. Tað restaðu fimm minuttir av 1. hálvleiki, tá HB javnaði. Tey bæði síðstu málini fekk GÍ eftir 76 og 88 minuttir.
Bogi í miðdeplinum
Tað var ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at Skála megnaði at fáa úrtøku burturúr stóru leikligu yvirvágini, sum teir alla tíðina høvdu móti verjukendu sandoyingunum, sum ætlaðu sær javnleik.
Í 2. hálvleiki var munurin Bogi Gregersen, kviki framherjin hjá Skála. Máltevið og góðu evnini við bóltinum hevur hann ikki frá fremmandum. Hann er sonur Jógvan Gregersen, sála, sum var ein fínur hondbóltsspælari í Stíf og eisini í Neistanum og sum var fótbóltsspælari í Fram, tá liðið royndi seg í 1. deild í 1976.
Bogi skoraði hattrick, og Skála hevði fleiri aðrar møguleikar, m.a. misnýtti Bogi sjálvur eitt brotsspark í 2. hálvleiki.
Málleyst
B68 hevði vitjan av VB, sum framvegis hevur fyrsta sigurin til góða. Einki mál kom á Svangaskarði, og tað vóru vágbingar væl nøgdir við.
Toftamenn plaga at hava næstbesta liðið ovarlga í 3. deild ella niðarlaga í 2. deild.
Higartil hevur liðið ikki verið serliga sannførandi í 3. deild. Tað kemst millum annað av, at nógvir av eldru spælarunum, sum plaga at hjálpa væl til á næstbesta liðnum, nú hava tikið seg aftur og hugna sær í 4. deild. Ungir menn manna fyri tað mesta næstbesta liðið, og enn skal eitt sindur meiri til, áðrenn teir megna at lyfta arvin eftir teir eldru!
jh