Tað var lítið skil á spælinum í fyrra hálvleiki, tá ið næstbestu liðini hjá HB og NSÍ dystaðust í Gundadali leygardagin. HB lá undan dystinum á ovastu rók í deildini, meðan runavíkingarnir lógu niðast. Hetta sást tó ikki serliga væl á dystargongdini, tí í fyrra hálvleiki vóru tað runavíkingarnir, sum høvdu bóltin mest og vóru sum heild eisini ágrýtnari enn havnarmenninir.
Fáir veruligir málmøguleikar vóru fyri steðgin, men NSÍ hevði nakrar naskar royndir, sum tó ikki góvu mál. Ístaðin legði HB seg á odda einar 10 minuttir fyri hálvleik. Havnarliðið fekk horna í høgru, bólturin bleiv sparkaður burtur frá málinum út til Regin Reinert hjá HB, sum smekkaði til. Málverjin hjá NSÍ hálvbjargaði, men í aðru atløgu eydnaðist tað liðskiparanum hjá HB, Bernhardi Petersen, at leggja vertirnar á odda.
Avgjørdu dystin beinan vegin
í seinna hálvleiki
Tað var ikki nógv tíð farin av seinna hálvleiki, so økti HB um leiðsluna. Ein bóltur bleiv spældur inn um tungu verjuna hjá NSÍ, og har var evnaríki HB-áleyparin Bárður Mortansson fyrstur á bóltinum og sendi hann framvið málverjanum hjá runavíkingum og í málið til 2-0.
Stutt eftir var Bárður aftur upp á spæl í NSÍ-verjuni. Hann fekk ein bólt stungnan nakað út í vinstru síðu av málteiginum, og tá ið málverjin kom út ímóti honum, lyfti hann bóltin hegnisliga upp um hann og í málið til endaligu støðuna 3-0. Eitt rættiliga gott mál.
NSÍ hevði eisini onkran møguleika í seinna hálvleiki. Nærmast vóru teir, tá ið eitt innlegg úr vinstru snýtti HB-málverjan og fór á tvørstongina. Bólturin stakk út til NSÍ-áleyparan Fróða við Rætt, sum fekk sett tánna á bóltin, men eisini tann royndin fór á tvørstongina.
Tvey reyð kort
Dysturin var ikki ljótt spældur, men hóast tað, so fullu tvey reyð kort í dystinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk HB-leikari reyða kortið fyri at hava skumpað nakað harðliga til mótspælara. Hetta hildu tey flestu kring vøllin verða sera hart dømt, serliga tá ið havt verður í huga, at NSÍ-leikarin eisini skumpaði til HB-leikaran.
Fimm sekund fyri leiklok fekk NSÍ-leikari reyða kortið, tí at hann sparkaði beinini undan HB-málverjanum, eftir at hesin hevði tikið bóltin í føvningin. Ein rættiliga býtt gerð, einamest tá man hugsar um, at tað var royndasti leikarin hjá NSÍ, ið framdi hetta.