Landsliðsvenjarin hevur latið frætta frá sær. Átjan spælarar hava fingið boð at koma við til Estlands í komandi viku, har fyrsti dysturin í nýggju EM undankappingini verður leiktur á Kadrioru leikvøllinum í Tallinn hósdagin 4. juni klokkan 19.15 lokala tíð (17.15 føroyska tíð).
Tað er eingin ivi í, at um allir átjan, sum hava fingið skriv frá FSF, fara við til Estlands, so verður talan um sterkasta føroyska landsliðshópin, meðan Allan Simonsen hevur verið venjari. Burtursæð frá Óla Johannesen, sum frammanundan hevði givið avboð, tí hann er upptikin av próvtøku, so eru allir teir bestu spælararnir tøkir ? enn í hvussu so er. Einasta ivamálið er Jan Dam, sum ikki hevur spælt síðstu vikurnar, tí hann hevur verið skaddur, men venjarin man halda líkindini vera góð fyri, at verjuspælarin verður tøkur. Tað má í hvussu so er vera orsøkin til, at hann er úttikin.
Triðingurin uttanlanda
Burtursæð frá Øssuri Hansen úr B68, so eru allir hinir spælararnir úr heimligu kappingini úr B36, GÍ og HB. Feløgini eiga ávikavíst fýra, tríggjar og fýra spælarar í ferðalagnum.
Úr B36 fara til Estlands Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen, John Petersen og Pól Thorsteinsson, úr GÍ fara Hennig Jarnskor, Magni Jarnskor og Sámal Joensen, og úr HB fara Jan Dam, Hans Fróði Hansen, Allan Mørkøre og Jens Erik Rasmussen.
Hinir seks úttiknu spælararnir eru allir úr útlendskum feløgum. Julian Johnsson úr Kongsvinger í Noregi, Jan Allan Müller úr Esbjerg, Todi Jónsson úr FCK og Jákup Mikkelsen úr Herfølge koma úr Danmark, og úr Íslandi koma Uni Arge og Jens Martin Knudsen úr Leifti.
Ferðalagið verður sostatt samansett av spælarum úr fleiri landskappingum enn nakrantíð áður, og tað eigur at geva spælarunum nógv at tosa og spyrja hvønn annan um á túrinum.
Tann nýggi
Allir spælararnir, sum eru við í ferðalagnum hesa ferð, hava spælt á landsliðnum áður, burtursæð frá Hans Fróða Hansen. Í 1995 var hann við í Beograd, men hann kom ikki inn, og tá hann seinni á árinum í dysti fyri B68 móti GÍ í Gøtu breyt óstbeinið, gleið hann úr landsliðsmyndini, og meðan hann spældi við LÍF, var hann ongantíð aktuellur á landsliðnum aftur.
Í ár hevur Hans Fróði Hansen verið sera sterkur í HB miðverjuni, og tað er ikki óvæntað, at hann nú hevur fingið landsliðsboð.
Sum sagt so hava allir hinir áður verið á landsliðnum. Kanska er Arnbjørn Danielsen tann av teimum úttiknu, sum hevur sitið á tí uttasta mandatinum, men hann hevur altso fingið landsliðsboð hesa ferð saman við trimum øðrum úr B36, sjálvt um tað ikki hevur gingið serliga væl hjá teimum tær síðstu vikurnar.
Teir sum sita eftir
Tá so nógvir eru um boðið, so vil tað altíð vera soleiðis, at onkrir sita eftir, sum kanska høvdu roknað við og vónað at fingið landsliðsboð.
Verjuspælararnir Bartal Eliasen úr ÍF og Poul Ennigarð úr GÍ hava verið inni í myndini higartil, og tað eru teir kanska framvegis, men hesa ferð eru teir settir afturum Hans Fróða Hansen.
Heðin á Lakjuni var við í Spania í heyst og aftur á venjingarleguni í vár, men hann hevur ikki fingið landsliðsboð. Tað hevur Símun Eliasen heldur ikki. Hann spælir á næstbesta liðnum hjá Aarhus Fremad, og hann var við á venjingarleguni í Spania.
At Heðin á Lakjuni ikki er biðin um at koma við hevur við sær, at eingin spælari úr KÍ, sum er næstfremst í landskappingini, er millum teir fyrstu átjan hjá venjaranum. Men klaksvíkingar kenna fleiri av spælarunum, og teir bera sær ivaleyst meiri ella minni kannuna av teimum. Jákup Mikkelsen, Todi Jónsson og Allan Mørkøre hava allir fingið sína fótbóltsuppaling har norðuri, og teir vóru allir við, tá KÍ í 1991 vann FM heitið.
Nógvir spurningar
og møguleikar
Allan Simonsen hevur sera nógvar møguleikar at samanseta liðið, um teir nevndu spælararnir fara við. T.d. kunnu vit nevna, at ein triðingur av teimum hava drúgvar royndir í at spæla úti í borðunum. Venjarin skal bara brúka tveir á hesum plássunum, og so er spurningurin, um hann brúkar hinar, og hvar hann brúkar teir.
Ein annar spurningur er, hvør fer at verja føroyska málið. Jákup Mikkelsen hevur í vár fleiri ferðir um vikuna spælt í donsku superliguni, og venjarin hjá honum sigur, at Jákup hevur staðið seg væl. Tað man Allan Simonsen eisini hava sæð í sjónvarpinum.
Men Jens Martin Knudsen hevur drúgvar royndir. Fyrr í ár hevur hann spælt lítið, men hesar seinastu vikurnar hevur hann livað sum yrkisspælari í Leifti í Íslandi, og nú hevur hann fingið nakað av dystarvenjingini, sum hann hevur saknað.
Spurningarnir eru sera nógvir, men vit skulu bara reisa ein afturat. Hann er, hvussu álopið skal verða mannað. 2-0 sigurin móti Estlandi í venjingardystinum í Tartu 6. august í fjør gevur kanska dirvi til at spæla við tveimum heilt har frammi. Verjan hjá estlendingum tóktist ikki vera serliga væl fyri kropsliga, og so er spurningurin, um Uni Arge og John Petersen fara at fáa møguleikan saman við Toda Jónsson sum framrættaðir menn.
Nógv á skránni
Einki er at ivast í, at nógvar gitingar fara at vera tað næstu vikuna. Landsliðsvenjarin eigur avgerðandi orðið, og hvørja avgerð hann er komin til, fær eingin at vita fyrrenn stutt fyri dystarbyrjan komandi hósdag.
Men áðrenn ferðalagið fer úr Føroyum týskvøldið, eru tað nógvir dystir, sum skulu avgreiðast, og tað kann meiri enn so koma fyri, at onkur verður noyddur at geva avboð.
Í annaðkvøld skulu ellivu landsliðsspælarar taka lut í semifinalunum í kappingini um løgmanssteypið, sum vera millum GÍ og KÍ og B36 og HB. Og 2. hvítusunnudag skulu allir teir tólv landsliðsmenninir í føroysku kappingini aftur í eldin, og útisetarnir spæla eisini fleiri ferðir um vikuna, nú tað nærkast upp undir summarsteðgin. jh