Ukrainski verjumálaráðharrin, Denys Sjmyhal

Ukraina verður part­ur av ev­rope­isk­ari verju­sam­gongu

Talan er um samgonguna, sum verður rópt JEF, Joint Expeditionary Force og sum er undir bretskari leiðslu

Ukrainski verjumálaráðharrin, Denys Sjmyhal

Í vikuni er ukrainski verjumálaráðharrin, Denys Sjmyhal, í Bodø í Noregi.

 

Her hevur hann fundir og hittir starvsbrøður í evropeisku verjusamgonguni, sum verður rópt JEF.

 

JEF - ella Joint Expeditionary Force - er undir bretskari leiðslu og hevur sítt fokus á eitt nú Eystursjógvin, Norðuratlantshavið og havleiðirnar norðanfyri.

 

Í morgun er avtalan undirskrivað í Bodø, har Ukraina nú verður formellur partur av Joint Expeditionary Force (JEF).

 

Norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik, sigur, at avtalan styrkir samstarvið millum londini, sum eru partur av henni.

 

- Avtalan tryggjar eisini, at vit kunnu "handla" skjótt og effektivt saman við okkara sameindu, íroknað Ukraina, leggur hann aftrat.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í morgun.

 

 

 

 

 

Ukrainski verjumálaráðharrin, Denys Sjmyhal