Løgreglan hevur fingið eitt harðskapsmál at arbeiða við síðani vikuskiftið. Tað snýr seg um tveir menn, har annar hevur skumpa hin í ein durakarm soleiðis, at hann fekk skaða í andlitið.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at hetta hendi á einum skeinkistað í Havn um vikuskiftið, og at hetta málið nú verður kannað. Enn hevur løgregan ikki tosað við mannin, sum skumpaði og veit ikki, hvør tað er. Tann skaddi maðurin er avhoyrdur, og nú verður arbeitt við at útvega myndir, um vakmyndatól er á staðnum.
Á Skálafjørðinum hendi eitt ferðsluóhapp, har ein bilur fór út av vegnum á vegastrekkium millum Skipanes og Skálabont. Bilurin var á veg inneftir, tá bilførarin misti tamarhaldið av onkrari orsøk og fór út av vegnum. Fólkini í bilinum fingu ikki álvarsaman skaða, men vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vaktleiðarin sigur, at tey vóru komin úr bilinum, tá løgreglan kom á staðið.
Talan var ikki um rúsdrekkakoyring ella um hálku – annað enn tað, at tað var vátt í veðrinum, sigur vaktleiðarin.











