evni, og tá hevur hann við Bíbliuni í hondini verið sera greiður. Men tá var hann ikki fastur kommunulækni og politikari. Hann skal nú hava lirkað hetta málið ígjøgnum í Tinginum, heldur ikki vil hann styggja [...] styggja síni viðskiftafólk frá sær, sum ikki eru samd við hann í hesum máli. Men tað var als ikki hetta, sum fekk meg í telduna. Eg má mótmæla, at hann ferð eftir ferð hevur blandað orðini fostur og barn [...] saman. Hetta er óheiðurligt, fyri at siga tað pent. So leingi tú vart í móðurlívi vart tú eitt fostur, ikki fyrr enn tú kom inn í henda heim og dróg anda, var tú ein nýføðingur. Kirkjan hevur upp ígjøgnum
broytt innihald. Upprunaliga er dagurin til minnis um Grækaris páva 1., ið ráddi í Rom. Hann doyði 12. mars í árinum 603. Í miðøld hevur dagurin verið hildin sum javndøgursmark, og tá var serligt veitsluhald [...] náttúruna á sama hátt sum nú. Í vikuni hava vit sæð í sjónvarpinum frá stóru oljuvanlukkuni í Alaska, tá ið risaoljuskipið Exxon Valdez fór á land, og øll oljan lak út í sundið. Tíbetur vísti tað seg, [...] stórt tal av fólki. Men hvør er so orsøkin til hesa ræðslu. Í yrking síni, Móses á Sinaifjalli, sigur Janus soleiðis í 3. ørindi: Sum bál í stormi skulvu allar rúmdir Við Jahves veldisferð Og burðarbúnar
nir. Í 1862 gjørdist hann próstur og flutti inn á Nes. Í 1878 fór hann aftur til Danmarkar, og har fekk hann prestakall í Lyderslev. Seinasta ferðin hjá Vensili í Føroyum var í 1893. Hann doyði í Keypmannahavn [...] ævi síni. Størsta partin av barndóminum búði Vensil í Nýggjustovu í Havn, men longu 12 ára gamal fór hann í 1831 til Keypmannahavnar at ganga í skúla. Í bókini »V. U. Hammershaimb - lívssøga og virki hans« [...] og síðan var hann settur í Havnar skúla. Fyrsta prestaembætið hjá Vensili í Føroyum var í Kvívík í 1855, og har eggjaði hann monnum sum Kvívíks Jógvan og Jóan Peturi uppi í Trøð, sum seinni gjørdu sannir
á sumri í 1966 í býnum Subotiça, sum liggur einar 15 kilometrar suður úr Ungarska markinum. Subotiça er millum 5 teir størstu býirnar í Jugoslavia í løtuni. Tá, eins og nú, búðu fólk, sum vit í dag bólka [...] ið er fingið mær í beini sum barn, og tað ber snøgt sagt ikki til at broyta, nú eg eri vaksin. Tomislav er rættiliga í villareiða, tí at tíðindini, hann fær úr gráu skálantennuni í túninum, samsvara ikki [...] uppaftur meira..! Kendar gøtur í Beograd Í hesum døgum eri eg fullkomuliga niðurnívdur. Hesar báðar vikurnar, álopini hava gingið, havi eg ikki havt bindindi til nakað. Eg siti í fríløtunum og hyggi at tíðindunum
handilsmaðurin doyði longu í 1947. Aftaná hevði einkjan handilin líka til hon doyði í 1968. Eftir hana tók elsti sonurin, Arni Magnussen, við handlinum, men hann hevði bara handilin í trý ár. Og í 1971 tók ein [...] 16 ára gamalur fór hann til skips. Hann fiskaði í sjey ár, men hevði ikki heilsu til tað í longdini. Hann kom so í læru sum bókbindari í Keypmannahavn. Í 1905 settust hann niður sum bókbindari á Tvøroyri [...] handilin hendan 16. apríl í 1909. Men tað var ikki heilt av tilvild, at Daniel Jacob Magnussen av Klova í Porkeri bleiv handilsmaður á Tvøroyri. Hann vaks upp undir trongum korum í Porkeri. Longu tvey ára
Neerskov hevur verið í Eystureuropa, og hevur í stóran mun havt við bíbliusmuglingar í gamla Sovjetsamveldinum at gera. Gesturin hjá ísraelsvinunum í Føroyum verður 67 ár í mai í ár, men hevur hóast hetta [...] staðfestir samstundis, at í Jugoslavia hevur hetta sína ávísu orsøk. - Mohammed, profetur mu-slima, doyði í 632, og eftir hetta fóru muslimarnir í hernað. Umframt at taka Hitt Heilaga Landi í 634, og seinni alt [...] afturat standa í ger í løtuni. Hann hevur stóran áhuga í heimspolitikki og teimum stóru átrúnaðunum. Tað eru hesi evni, ið fylla bókaverkini hjá einkjumanninum, Hans Kristian Neerskov, sum býr í Gentofte,
flóttafólkalegunum í Albania. Føroyska ferðaliðið, ið í løtuni er í Albania við hjálp til flóttafólkini, tekur sær av, at fáa leikuni fram til børnini. Í fjør var fyrsta innsavningin av leikum í Føroyum. At [...] Mánadagin var leikadagur. Í tí sambandi vórðu leikur savnað inn. Innsavningin fór fram á økinum við Idéhúsið á Hálsi í Havn, og nógv kom inn. Tað er Elin Mouritsen, sjónleikari í Havn, ið er stigtakari og [...] hennara Bogi, ið doyði sum smádrongur, havt føðingardag. Innsavningin er til frama fyri eitthvørt vælgerandi endamál. Leikuni, ið komu inn í fjør, fóru til børn á Filipsoyggjunum og í Rumenia. Tiltakið
Nú doyði Tormóður, nakrar dagar áður enn hann hevði nátt teimum sjeyti. Henda ótolna, intelligenta, stórskorna og samstundis smáliga menniskja hevur nú fingið frið. Hesin teknokratur, sum vanvirdi allar [...] fyri tey góðu orð, hann bar fram við útferðina úr Sandagerði, og Jan Müller fyri tað, hann skrivar í Sosialinum stutt eftir deyða Tormóðar. Har verður sagt tað, ið eigur at verða sagt. Henda atfinningarsama [...] a rødd er nú tagnað. Hon var ikki bara tað, men vísti eisini á aðrar gongdar leiðir. Saknur verður í henni, ivaleyst eisini hjá teimum, sum onkuntíð kendu sviðan. Ásmundur
Karl Niclasen, fjórða limin í nevndini fyri grunnin og seinasta partaeigaran, ið andaðist í fjør. Ein býarmynd Karl Niclasen var ein býarmynd í miðbýnum í Havn. Hann andaðist í fjør summar 85 ára gamal. [...] greiðir frá. - Karl Niclasen var føddur í Miðvági í 1913. Sum 17/18 ára gamal kom hann í bókahandilin. Tað var gjøgnum skyldskap, at Karl kom í læru á fotodeildini í bókhandlinum. Pápi Karl var systkinabarn [...] Føriskar vysur, sum kom út í Keypmannahavn í 1892. Í henni standa sangir, sum studentarnir høvdu yrkt til føstulávinstveitslurnar á Garði í Keypmannahavn síðan 1876. Longu í 1899 kom ein nýggj songbók
øku upp, og í 40?unum var sonurin í roynd og veru leiðari av hesari. Jagstranin eftir vinningi undir krígnum vakti eitt sovorðið mótboð í Williami Heinesen, at hann yvirtalaði pápan, sum í grundini var [...] skip, so at teir ikki skuldu vera við í gullkálvsvalsinum. Men hvat? Menninir, sum høvdu keypt skipini løgdu mitt í vaðið, og so vóru Heinesen feðgarnir at kalla í sama stað. Betri bleiv tað ikki av, at [...] Tá ið ?Den sorte Gryde? kom út, varð inn í tey eintøkini, sum fóru til Føroya lagdur ein lepi við heitinum: Til lesarar mínar í Føroyum. Har greiðir høvundurin í stuttum frá, at Grýtan er ikki ein ávísur