Eitt fostur er eitt fostur

Í seinasta fimmara var tosað um fosturtøku.

Ein av teimum fýra, sum løgdu fyri og svaraði spurningum var læknin og politikarin Jenis av Rana. Hann hevði ofta orðið, men hvat segði hann?

Jú, hann var ímóti allari fosturtøku ella var hann?

Maðurin hevur ofta fyrr skrivað um sama evni, og tá hevur hann við Bíbliuni í hondini verið sera greiður. Men tá var hann ikki fastur kommunulækni og politikari.

Hann skal nú hava lirkað hetta málið ígjøgnum í Tinginum, heldur ikki vil hann styggja síni viðskiftafólk frá sær, sum ikki eru samd við hann í hesum máli.

Men tað var als ikki hetta, sum fekk meg í telduna.

Eg má mótmæla, at hann ferð eftir ferð hevur blandað orðini fostur og barn saman.

Hetta er óheiðurligt, fyri at siga tað pent. So leingi tú vart í móðurlívi vart tú eitt fostur, ikki fyrr enn tú kom inn í henda heim og dróg anda, var tú ein nýføðingur.

Kirkjan hevur upp ígjøgnum tíðina havt sínar trupulleikar av hesum nýføðingum, sum doyði, áðrenn tey vóru doypt, og teimum deyðføddu. Hvar fóru tey? Nú er eitt fostur ikki bara eitt fostur heldur, tí tað hevur sítt tíðarskeið.

Dugi ikki at fyristilla mær, at Jenis av Rana hevði fingið sítt læknaprógv, um hann soleiðis blandaði hesi bæði orðini, fostur-barn saman.

Tí loyvi eg mær at siga, at eg haldi hann vera óheiðurligur, tí hann tosar móti betri vitan.


Steinbjørn B. Jacobsen