Ein býarmynd farin at eldast

Í dag eru tað 90 ár síðani, at Daniel Jacob Magnussen í Klova í Porkeri bygdi handil og bókbindaravirki á Tvøroyri. handilin "Hjá Bókbindaranum" er enn opin við sama lag, og ongar ætlanir eru um at gevast. ? Eg bíði tolin eftir einum avloysara, sigur Erning Magnussen, sum nú hevur handilin

? Tað hevur ikki altíð verið líka stuttligt. Men hann hóraði altíð undan, tí hann var vanur at klára seg við lítið....

Í dag fyllir ein býarmynd á Tvøroyri runt.

Tað er handilin hjá felagnum D.J. Magnussen, sum í dag kann hátíðarhalda 90 ára dagin fyri stovnsetingini.

Á mannamunni er handilin hjá D.J. Magnussen nógv betri kendir sum handilin ?Hjá Bókbindaranum?

Tí bókbindari var hann, porkeninngurin, sum stovnaði handilin hendan 16. apríl í 1909.

Men tað var ikki heilt av tilvild, at Daniel Jacob Magnussen av Klova í Porkeri bleiv handilsmaður á Tvøroyri.

Hann vaks upp undir trongum korum í Porkeri.

Longu tvey ára gamal bleiv hann faðirloysingur, tá ið pápi hansara, sum var fiskimaður, doyði frá konu og seks børnum.

? Longu heilt lítil hevði hann tvinnar dreymar um framtíðina: At verða sjómaður ella at verða handilsmaður.

Í bókini ?Fra Færøernes Næringsveie i tekst og billeder? skrivar Sverri Patursson, at sum óviti plagdi hann antin at spæla, at hann var handilsmaður, ella at hann var sjómaður

Men sum verða man var havi næst fyri og 16 ára gamalur fór hann til skips.

Hann fiskaði í sjey ár, men hevði ikki heilsu til tað í longdini.

Hann kom so í læru sum bókbindari í Keypmannahavn.

Í 1905 settust hann niður sum bókbindari á Tvøroyri.

Men tað var skjótt, at hann ásannaði, at hann hevði ikki tann neyðuga kunnleikan í rokning, skriving og í donskum.

So hann fór á skeið á Føroya Fólkaháskúla.

hann man hava havt góðar vónir um framtíðina, tí í 1909 bygdi hann bókbindaravirki á Tvøroyri, har hann eisini hevði handil.

?Men so við og við, fekk hann sær ymsar vørur at selja og skjótt hevði hann ein fjølbroyttan handil og seldi bæði silvurbúnýti, leikur, pappírsvørur, tapet, linoleum, prýðislutir myndir o.s.fr.

Men tá vóru ikki somu prísir sum í dag.

T.d. vísir ein gomul kvittan, sum enn er til skjals, at 18, mai í 1917 keypti Hvalbiar Kommuna fyri 6,95 kr. frá Bókbindaranum.

Afturfyri tað, fekk kommunan 10 ørk av roknskaparpappíri fyri 30 oyru, eina journal fyri 95 oyru, 20 pappírsørk fyri 70 oyru, umframt at eitt eintak av ?Lovtidene? varð innbundin fyri eina øgiliga upphædd uppá fimm krónur.

Gamli handilsmaðurin doyði longu í 1947.

Aftaná hevði einkjan handilin líka til hon doyði í 1968.

Eftir hana tók elsti sonurin, Arni Magnussen, við handlinum, men hann hevði bara handilin í trý ár.

Og í 1971 tók ein annar sonur, Erning Magnussen, við handlinum, og hann hevur havt hann síðani, saman við konuni, Elly.

Men hann var ikki heilt ókendur við handilslívið, tí hann hevði altíð arbeitt í handlinum av og á.


Klára seg við lítið

Erning Magnussen sigur, at handilin hevur altíð klárað seg, hóast tað ikki altíð hevur gingið so gott.

Hann hóraði undan allar kreppurnar, sum hava verið.

? Men tað kemst helst av, at hann hevur dugað væl at klára seg við lítlum, tá ið tíðirnar vóru ringar.

Eina stóra kreppu hevði handilin m.a. beint eftir fyrra heimsbardaga.

? Hann hevði nógv handilssamband við týskarar.

? Eftir kríggið løgdu bretar hald á nógvan útflutning úr Týsklandi og ta einu ferðina misti hann rættiliga nógva varu, sigur Erning.

?Kortini man hava gingið hampiligt, sum heild, tí í 1920 bygdi hann út, so at handilin fekk ta stødd, sum hann hevur nú.

Sjálvur fekk hann sær bústað uppi á. Handilin hevði hann í vestara enda. Í miðhæddini annars hevði hann evangelisk møti og sunnudagsskúla.

Men í 1980 varð møtisalurin tikin upp í handilin.

? Erning og Elly hava alla tíðina rikið handilin í sama anda, sum tann gamli handilsmaðurin hevðu hann.

Har er framvegis alt møguligt at fáa, gávulutir, pappírsvarur, búnýti og eitt sindur av elektroniskari útgerð, telefon og faxum o.s.fr.

Og enn verður handilin róptur ?Hjá bókbindaranum?, hóast Erning ikki er bókbindari.

Tann seinasta kreppan, tann nú í nítiárinum tók eisini fast.

? Vit selja slíka var, sum ger, at vit merkja eina afturgongd skjótari enn tey, sum selja neyðsynjarvørur.

? Men tað gekk aftur hesuferð, tað var onki at gera uttan at repa seglini og at liva eftir umstøðunum. ?Og nú sær aftur eitt sindur frægari út, sigur Erning Magnussen.


Fara at halda dagin

Hann sigur, at ætlanin er at gera okkurt burturúr 90 ára degnum, hóast tað ikki verður tað heilt stóra stákið.

? Onkur tilboð verða í handlinum. Høvið verður at fáa ein kaffimunn og eina smákaku afturvið og okkurt smátt verður eisini til børnini.

Somuleiðis er ætlanin eisini at hava nøkur tilboð ígjøgnum árið.


Bíðar tolin

Nú er Erning komin upp í árini, hann fyllir 74 í heyst.

Og sjálvt um hann er vælsignaður við eini góðari heilsu, og ikki ætlar sær at gevast enn, er tað væl náttúrligt, at hann er farin at hugsa sum famtíðina hjá handlinum, tá ið árini eru blivin so mong.

Men framtíðina dugir hann ikki at siga nakað um enn.

? Sjálvur ætli eg mær at at handla so leingi sum heilsan loyvir mær tað, sigur hann.

? Men tá ið eg leggi frá mær, er tað ongin sjálvsagdur eftirkomari.

Hann eigur tríggjar døtur, og hóast tær altíð eru fúsar at hjálpa, hevur ongin teirra hug til at átaka sær ábyrgdina av handlinum.

Men vónirnar fyri at føra handilin víðari í slektini eru ikki mistar enn.

Tí Erning og Elly eiga eisini sjey abba- og ommubørn, og nú setir hann sítt álit á, at onkur av teimum hevur hug at fara handilsvegin, hóast tey enn ikki eru so gomul, at tey kunnu gera tað nú.

? Eg bíði tolin eftir avloysaranum, sigur Erning Magnussen.