Mánadagin var leikadagur. Í tí sambandi vórðu leikur savnað inn. Innsavningin fór fram á økinum við Idéhúsið á Hálsi í Havn, og nógv kom inn.
Tað er Elin Mouritsen, sjónleikari í Havn, ið er stigtakari og fyriskipari av tiltakinum.
- Vit fingu ein hóp av leikum inn. Súkklur, bilar, traktorar, stórar og lítlar bamsur, dukkur, og alt møguligt. Nógv fólk komu av bygd til Havnar við leika. Sum eg dugi at meta, var alt í góðum standi og eg skilti á lagnum á fleiri, at tey høvdu umvælt ymiskt.
Elin Mouritsen hevði børn at hjálpa sær við at leggja rúgvuna, ið kom inn, uppá pláss í bingjunum og at merkja.
- Og børnini vóru sera hugagóð, sigur Elin Mouritsen.
Bingjan við leikunum fer nú til Danmarkar, og síðani víðari niður til børnini á flóttafólkalegunum í Albania. Føroyska ferðaliðið, ið í løtuni er í Albania við hjálp til flóttafólkini, tekur sær av, at fáa leikuni fram til børnini.
Í fjør var fyrsta innsavningin av leikum í Føroyum. At leikadagurin er 3. mai, er ikki av tilvild. Elin Mouritsen hevur valt henda dagin, tí tá hevði beiggi hennara Bogi, ið doyði sum smádrongur, havt føðingardag. Innsavningin er til frama fyri eitthvørt vælgerandi endamál. Leikuni, ið komu inn í fjør, fóru til børn á Filipsoyggjunum og í Rumenia. Tiltakið verður tikið upp aftur næsta ár.










