Jógvan Isaksen
Føroyar undir seinna veraldarbardaga eru karmur um skaldsøguna ?Den sorte Gryde?, sum kom út í 1949. Enska hersetingin, vandaferðirnar við fiski, teir nógvu pengarnir ? alt er partur av frásøgnini. Bara í 1941 sukku ella hvurvu 20 skip, undir øllum krígnum 37 skip, og teir knøppu fjúrtan dagarnar ímillum 23. mars og 5. apríl 1941 blivu 14 skip álopin. Fyri føroyska sigling vóru hetta vandamiklar tíðir.
Pápi William Heinesen, Zacharias Heinesen, hevði bygt eina stóra handilsfyritøku upp, og í 40?unum var sonurin í roynd og veru leiðari av hesari. Jagstranin eftir vinningi undir krígnum vakti eitt sovorðið mótboð í Williami Heinesen, at hann yvirtalaði pápan, sum í grundini var religiøsur, at selja tvey góð skip, so at teir ikki skuldu vera við í gullkálvsvalsinum. Men hvat? Menninir, sum høvdu keypt skipini løgdu mitt í vaðið, og so vóru Heinesen feðgarnir at kalla í sama stað.
Betri bleiv tað ikki av, at Zacharias Heinesen, hóast sonurin mótmælti, keypti tvey onnur skip. Annað gav eitt lemjandi undirskot, hitt sleit og bleiv vrak og var av misgáum ikki tryggjað. Stutt seinni doyði pápin, og nú sat sonurin við allari ábyrgdini, men eisini við tilfarinum til ?Den sorte Gryde?.
Til lesarar
mínar í Føroyum
?Den sorte Gryde? og ?De fortabte Spillemænd? eru skrivaðar lið um lið og inn ímillum hvørja aðra. Høvundurin var farin undir at skriva ?Den sorte Gryde? í 30?unum, og hon skuldi snúgva seg um tað strævna lívið hjá tí føroyska sjómanninum, men kríggið setti fót fyri hesi ætlan. Tey fyrstu árini undir krígnum skrivaði William ístaðin ?De fortabte Spillemænd?, men konsulenturin á Gyldendal, Paul la Cour ? hetta er aftan á kríggið ? vildi hava hann at broyta ymiskt. Ímeðan skrivar hann so ?Den sorte Gryde? lidna, men nú er hon øðrvísi enn av fyrstan tíð ætlað. Sambært høvundin er grundin til, at ?Den sorte Gryde? kom út áðrenn ?De fortabte Spillemænd? tann einfalda, at evnið var hildið at hava størri áhuga.
Tá ið ?Den sorte Gryde? kom út, varð inn í tey eintøkini, sum fóru til Føroya lagdur ein lepi við heitinum: Til lesarar mínar í Føroyum. Har greiðir høvundurin í stuttum frá, at Grýtan er ikki ein ávísur býur, og at eingin av persónunum er gjørdur yvir livandi fyrimynd. Synd er kortini at siga, at fólk í Føroyum fegnaðust um bókina.
Kúganin nívir
Í bæði ?Blæsende Gry? og ?Den sorte Gryde? var frásøgnin so dánt objektiv, men soleiðis er ikki í ?Den sorte Gryde?. Uppaftur og uppaftur ger frásøgumaðurin vart við seg og sína hugsan, og longu í inngangslðsingini verður sipað til, hvat lesarin hevur í væntu. Tí Grýtan er ?en benådet plet midt i krigens hærgen, et ly for udasede sømænd, et hvilested for afsporede flygtninge, en yngleplads for religiøse sekter, en lun rede for allehånde profitmagere?.
?Den sorte Gryde? er ein kaleidoskopisk kollektiv skaldsøga, ið sigur frá tí sivila partinum av einum kríggi. Í tí yðjandi og tysjandi Grýtuni ferðast tann milda Liva og sambindir í erva og í neðra. Hon arbeiðir hjá tí gávumilda reiðaranum og spekulantinum Opperman, sum er ein dupultmenniskja, ið at síggja til er góðvarin og sjarmerandi, men sum í síni kynismu er lívsfarligur á øllum økjum. Í bókini eru eisini djarvir sjómenn, svakir predikantar, ein kollveltingasinnaður prentari, ein sjálvglaður blaðstjóri, mannfólkagalin konufólk og eitt brennivínstyst danskt-norskt par, sum heldur drykkjugildir umborð á einum modelli av Gokstad-skipinum. Satiran, harmurin, vreiðin, samkenslan eru fullkomiliga greið, men ongantíð klisjé-kend, og tær poetisku náttúrulýsingarnar saman við upp í leypum av humori gera eina visionera heild.
Tað søguliga tíðarskeið, sum lýst verður, er sjálvsagt við til at avgera høvuðstema í skaldsøguni: tey kúgaðu mótvegis teirra kúgarum. Men bókin snýr seg ikki bara um peningaliga kúging, men eisini um religiøsa og sosiala fjøtran.
Samfelagið er greidliga hierarkiskt skipað: Ovast er ein lítil yvirstætt av reiðarum og hægri embætismonnum og so nakrir frá hersetingarvaldinum. Teimum á baki koma handilsmenn, blaðstjórin, apotekarin o.s.fr. Niðast eru arbeiðsfólk, sjómenn, knæbøndur og onnur. Uttanfyri hetta sosiala hierarki sveimar ein røð av persónum, sum ikki týðuliga hoyra til her ella har: tað íslendska landastrokið Engilbert Thomsen, limir í Kringlumeinigheitini hjá tí galna Símun bakaranum, og sveimararnir Myklebust og Thygesen - tað eru teir við Gokstad-skipinum.
Zoom
Skaldsøgubygnaðurin er kollektivur, men fitt av óheftum søgubrotum koma fyri, og hesi verða samanbundin av trimum av systkjunum í Kvannhúsinum: Ívari, Livu og Magdalenu.
Í fleiri førum brúkar frásøgnin filmmál. Í fyrstani verður panorerað út yvir Grýtuna, síðani verður tað zoomað inn á postboðið, sum lesarin fylgir ein tein á leiðini. Á henda hátt verða býurin og teir týdningarmestu íbúgvararnir pallsettir.
Ein vanligur teknikkur í filmi er at lata søgugongdina glíða frá einum persóni til annan, tá ið hesir hittast, og soleiðis er tað javnan í ?Den sorte Gryde?. Einaferð sita sýslumaðurin og Opperman og skifta orð um Ívar, so kemur Verlandsen skúlastjóri í somu ørindum, og tá ið hann heldur fram á leið, fer lesarin við honum. Í næstu løtu er hann líka við at blíva yvirkoyrdur av Tarnoviusi konsuli, og so er tað honum vit fylgja.
Undir einum flogálopi verður alt í fyrstani sæð úr erva, og síðani verður tað zoomað inn á hendingarnar, og undir jarðarferðini hjá Ívari verður Skæling blaðstjóri brúktur sum kameralinsa. Frásøguhátturin speglar sostatt ? fyri ein part ? nútíðina.
Eyðræning
?Den sorte Gryde? kann býtast sundur upp á ymsar mátar og ein er at hyggja nærri at tveimum aðaltemum: búskaparligari eyðræning og avlagaðari trúgv - og upp í hetta blandar seg so tað forbidna kynslívið.
Opperman er ein av oddamonnunum í Grýtuni. Sum skaldsøgupersónur er hann spennandi, tí tú ongantíð veitst, hvat ið hann finnir uppá, og nógva staðni í skaldsøguni er tað hann, sum hevur fastatøkur á lesaranum.
Opperman er nýlingurin, sum ikki heldur seg innan ásettar karmar, og nettup tí er hann ikki snobbutur. Tá ið tú lesir bókina, fært tú ta fatan, at Opperman er sjónleikarin, sum altíð megnar at spæla sín leiklut. Hann dugir at vera eyðmjúkur saman við sýslumanninum, at syrgja við jarðarferðina hjá konuni, at være reinlyntur, at vera lítillátin o.s.fr.
Eitt annað lyndiseyðkenni ? um hetta orð yvirhøvur kann brúkast um Opperman ? er, at atburðurin hjá honum mótvegis øðrum altíð er stýrdur av handilsligum hugsanum, at býtislutfalli altíð er frammarlaga. Alt, hann letur frá sær, er væl gjøgnumhugsað og er honum loksins til vinning og frama. Hvat kenslum viðvíkur, so er illa statt. Hann heldur, at hann kann ugga onnur við at bjóða teimum pengar, tá ið sorgin rakar, men tað ber bara til í rossahandlum við t.d. sýslumannin.
Frú Opperman sigur viý Livu, at um Sátan er til, so er hann Max Opperman, men so leggur hon aftrat, at hann á ein hátt ikki er so óndur, sum hann er barnsligur. Og móti endanum sigur Tønnesen lækni, at Opperman líður av moral insanity: ?Han er moralsk usammenhængende, opløst. Derfor går han heller ikke i stykker. Han har det ligesom en regnorm der kan hakkes i flere stumper og alligevel lever videre i bedste velgående?? Opperman gerst nevniliga aldrin illur, hvat enn ið fólk siga við hann, so letur hann tað um seg ganga.
Opperman og kapitalisman verða lýst á sama hátt. Kapitalisman vil eisini, at alt skal kunna metast í pengum ella samsvarandi virðum, og úrslitið er kensluloysi og avlaging av menniskjansligum virðum. Í skaldsøguni umboða tískil Opperman og hinir pengamenninir ta gelda, tað deyða, meðan tann vakra Liva umboðar tað menniskjansliga og tað livandi. Í endanum neyðtekur Opperman Livu, og tað kann fatast sum at deyðin vinnur á lívinum.
(Í skaldskapinum hjá Williami Heinesen eru nøvnini á persónunum ikki tilvildarlig, men siga ofta frá einumhvørjum brigdi hjá viðkomandi. Orðatakið Navnið spillir ongan kann bara brúkast við varsemi).
Opperman er ikki lýstur sum ein ráðarík menniskja, men hann fær tað kortini altíð, sum hann vil hava tað. Tey flestu síggja ikki, hvat ið býr í honum, men halda, at nógv av tí, hann ger, bara er fjákalótir, og at hann annars er eitt fitt fólk. Opperman hevur serlig evnir at draga øðina úr fólki og at káva út yvir mótsetningar, men tá ið hann neyðtekur Livu, kemur tað veruliga lyndi undan kavi.
Um Opperman kann annars forteljast, at hann eins og Didriksen sakførari í ?Noatun? er portugisiskur konsul.
Svikafullur samhugi
Skæling blaðstjóri er ein av stuðlunum hjá yvirstættini, og hann er í nógvum kapitlum ein týdningarmikil persónur, ið greiðir lesaranum frá hendingunum. Men høvundurin er í hesum brotum minni enn so í parti við sínum frásøgumanni, og teir drúgvu monologarnir - og onkur dialogurin við - eru eins og í bókunum hjá Hans Scherfig merktir av følskum ella svikafullum samhugi. Ferð eftir ferð letur Skæling seg úr fyri eygum lesarans og avdúkar, hvussu lítil dugur er í honum. Myndin av Skælingi blaðstjóra, gerst ein mynd av einum láturverdum, fáfongdum, kommunistaræddum tápulingi, sum billar sær inn, at hann er partur av tí intellektuellu elitini.
Dømini, har Skæling gevur seg sjálvan upp til spei og háð, eru sum murran. Einastaðni situr hann og roynir at seta minningarorð um Ívar Berghamar saman, og ávegis verða bæði hann og ein minnisvarði, sum hann er komin við hugskotinum til, latnir upp til skutils: ?Det varmede dog hele hans hjerte hver gang han besøgte det fredlyste sted og så hvordan mindepladernes antal voksede?! Í kirkjuni, undir jarðarferðini, er konan eisini fyri skotum: ?Gud, hvor er det pragtfuldt! Hviskede fru Skælling. Det er næsten for meget af det gode, ikke, Nikodemus??
Meðan Kiødt prestur tosar, øsir blaðstjórin seg um taluna, sum hann heldur vera innantómt tos og skvaldur, meðan lesarin frøist um, at ein møsnarin leggur eftir øðrum. Á kirkjugarðinum standa blaðstjórahjúnini í fyrstani ikki væl fyri, tí at limirnir í ungmannafelagnum ?Fremad? troka seg fram at grøvini, men eydnan er við teimum, og tað lukkast at koma í fremstu røð. Skal ein sjónleikur vera væleydnaður, mást tú síggja, hvat ið gongur fyri seg!
Sum allir smáborgarar er blaðstjórin bangin fyri, at tað skal ganga afturá sosialt, og tað hevur í sínum lagi við sær, at hann gert konservativur út um alt rímiligt mark. Einki má broytast, alt skal vera sum tað er ella allarhelst: sum tað var. Sum tann einasti í skaldsøguni leingist hann eftir tíðini áðrenn fyrra veraldarbardaga, tá ?hele verden nynnede luxemburgvalsen ?? Men reiðararnir eru ikki samdir við blaðstjóranum í hesum, teir eru nevniliga fullkomiliga greiðir yvir, at teir aldrin áður hava forvunnið so nógvan pening sum nú, og ivaleyst heldur aldrin fara at gera tað. Fyri teir er hetta tær góðu tíðirnar.
Menn eru eisini farnir at tosa um sjálvstýri, og tað líkar avgjørt ikki tí sambandssinnaða blaðstjóranum:
?Nu ville de barbarer i ramme alvor gøre disse øer til et suverænt rige hvor de kunne skalte og valte efter deres eget forgodtbefindende! I hovedstaden gik bølgerne højt, den lovlige danske øvrighed blev kritiseret og angrebet på det frækkeste, halvstuderede røvere, dumpekandidater og missionærer mente sig kompetente til at sætte sig i amtmands og dommers sted.?
William Heinesen segði seg eins og Jørgen-Frantz Jacobsen at brúka livandi fyrimyndir til persónarnar, tó so at hann blandaði teir saman, at fólk ikki skuldu kenna. Lítil ivi man vera um, at blaðstjórin fyri ein part er evnaður eftir G.L. Samuelsen, sum í nærum tveir mansaldrar var blaðstjóri á Dimmalætting.
Verðin er eitt sláturhús
Samfelagskritikkurin er í stóran mun undirskiltur í avmyndingini av teimum ráðandi ? serliga krógvaðar eru atfinningarnar kortini ikki ? men haraftrat verður hann beinleiðis orðaður av Ívari og tí kúluta prentaranum Jens Ferdinandi. Tað er Ívar, sum eigur lívið í Kvannhúsinum. Hann er skipari, siglir fyri Opperman og er lýstur sum ein virkin menniskja, ið tíðum hóreiggjar sær, tá ið hann er í landi. Tað er bara hendingaferð, at Ívar verður avmyndaður uttan ein ginnfløsku ella eina øl, og tað er lítil ivi um, at hetta er tekin um eina flýggjan inn í gloymskuna, burtur úr vandunum og ræðsluni. Ívar sær væl, hvussu samfelagið er sett saman, og hann átalar, at kríggj verður til eina góða forrætning:
?Vi er sjanghajet med ud i krigsslaveriet, som Jens Ferdinand siger. Det er ingen løgn. Og det er de andre der skummer fløden. Det har han også ret i. Vi tror vi bliver lønnet som grever, men andre får det femdobbelte, det tidobbelte for at sidde hjemme og bestemme over os.?
Prentarin Jens Ferdinand er intellektuellur og vinstrahallur ? og hann er kúlutur. Hann er forelskaður í Livu, sum er trúlovað við beiggja hansara, ið liggur á tuberklasjúkrahúsi at doyggja. Alt uttan Liva tykist Jens Ferdinandi vónleyst og ljótt, og hana kann hann ikki fáa, bæði tí hann er tann hann er, og tí hon av berum vónloysi er farin upp í Kringlumeinigheitina. Jens Ferdinan roynir at doyva sína vanlagnu við brennivíni og átalar javnan lív og levnað í Grýtuni. Hann er tann, sum man vera næstur at vera málgagn hjá høvundanum ? og hann tekur lívið av sær. Bjartskygd er skaldsøgan ikki.
Hvørki Ívar ella Jens Ferdinand gera nakað fyri at broyta støðuna. Ívar sigur mótfallin: ?Nå, det rager nu ellers ikke mig?; og í Jens Ferdinands føri verður tað heldur ikki til annað enn orð ? uttan ta evstu ferðina.
Sublimering
Aftrat allari aðrari kúging kemur bronglað trúgv eisini upp í leikin og ger fólki fortreð. William Heinesen brúkar týðuliga sálarfrøðiligar teoriir um hyljan, umskaring og sublimering í persónlýsingunum, og dentur er serliga lagdur á Livu. Mangir trákkast eftir henni, og tveir teir ítastu eru Opperman, sum vil hava hennara likam, og Símun bakarin, sum vil hava hennara sál - og kropp? Liva er viðbrekin frammanundan, og í felag lukkast tað hesum báðum at spilla hana, so at hon við skaldsøgulok ikki longur er í ordan.
Liva verður lýst positivt ? navnið! ? og hon er natúrlig, vøkur, virkin og kerlig, so tað er lætt at skilja, at nógvir eru úti eftir henni. Hon er kortini trúgv ímóti sínum sjúka trúlovaða, og tað verður fortalt, hvussu eydnusom og lívsglað hon var, tá ið hann var frískur. Hon er blivin religiøs, samstundis sum sjúkan er komin, og tað er greitt, at trúgvin er komin í staðin fyri tað løstaða kenslulívið. Men tað er ikki bara hjá Livu, at tað sansaliga er avloyst av trúgv, men burturi er tað holdbundna minni enn so, sum tað sæst á fundunum hjá Kringlumeinigheitini. Ein av limunum, Jónas, verður ákærdur fyri ikki bara at hava syndað í kjøtinum, men fyri at hava gjørt tað deyðasynd at arga ? les: víst fyri ? í hvussu er trimum gentum og einari giftari konu. Jónas ákærir afturímóti: ?Liderlige er I alle sammen ? I går omkring med en eneste stor kløe efter at kramme på hinanden ?! Endin er sjálvandi, at Jónas fellur til jarðar og verður fyrigivin ? inntil næstu ferð.
Símun bakarin verður drigin at Livu, og hann er ikki í iva um, at tað er Sátan, sum býr aftanfyri, og at hann tískil má stríðast ímóti bæði kenslum og girnd. Viðurskiftini ímillum tey bæði eru annars lødd við erotikki, og tá ið tann trúlovaði er deyður, og Símun kemur til Eysturvágar eftir Livu, er hon tilreiðar:
?Det varer lidt før hun opdager Simon ? så, pludselig, tændes et blankt lys i hendes blik og to afgrænsede pletter af rødme springer frem på hendes kindhofter. To røde blomster! Ja det kan nok være at hun springer ud ? som en rosenbusk! Og idet hun nærmer sig Simon gør hun et ligesom kuldgysende kast med hovedet og lukker øjnene.
Han rejser sig og tager hendes hånd, hun bøjer hovedet og han lægger munden ind til hendes hår.?
Tá ið trúgv verður bronglað sum í Kringlumeinigheitini, hevur skaldsøgan lítið gott at bera henni, og hvørja ferð Liva tosar um Jesus halda systkin og onnur, at hon sær ónd og fremmand út.
Handilskirkja
Kirkjan hevur einki at seta afturímóti sektunum, og tað verður illa nokk gjørt gjøldur við henni, hon er týdningarleys. Presturin, Kiødt er blíður, men hann hugsar bara um tað, sum hesumegin er. Navnið er á tað borðið, og heima hjá honum er tað sum í einum handli, so nógv er inni av øllum handa slag. Og einastaðni situr hann og hugsar um handlar, hann hevur gjørt, og hvussu teir kunnu umsetast í traktatir, og alt tað góða hesar skulu birta í: ?Mens forretningsmanden hviler, arbejder hans traktater, siger et gammelt ord, og man kunne på samme måde sige: mens præsten hviler, arbejder hans traktater.? Kiødt prestur tekur aloftast ikki dagar ímillum pengaheimin og Bíbliuna.
?Den sorte Gryde? er svartskygd og stuttlig hvørt um annað, afturfyri er hon ikki serliga vónrík. Persónarnir eru ikki longur góðir ella óndir, nei, teir eru ivasamir allir sum ein. Hetta veitir sjálvsagt persónlýsingini nógv brigdir, men bjartar myndir eru ikki lættar at finna í skaldsøguni. Er so eingin glottin? Jú, í øllum skaldsøgunum hjá Williami Heinesen er tað altíð onkur, sum ber vónina um eina haldgóða framtíð, og soleiðis er tað eisini í ?Den sorte Gryde?.
Tað eru Magdalena úr Hvannhúsinum og Fríðrikur, vinmaður Ívars, sum kasta saman. Hóast Magdalena er einkja við fleiri børnum og hevur hug at vera lættlivandi, so ger alt hetta ikki Fríðriki mun, og ímillum teirra verður tann holdsligi og tann andaligi kærleikin ein heild. Teirra samband er tað einasta, sum ikki er kryplað.