Nú doyði Tormóður, nakrar dagar áður enn hann hevði nátt teimum sjeyti.
Henda ótolna, intelligenta, stórskorna og samstundis smáliga menniskja hevur nú fingið frið.
Hesin teknokratur, sum vanvirdi allar teknokratar, men helti seg eins nógv at fornari norrønari og eysturlendskari heimspeki. Hesa andsøgn, at síggja til, høvdu vit onkuntíð á orði saman.
Okkum varð unt, systur hansara og mær, at vera um hann ta seinastu tíðina.
Soleiðis kann deyðin eisini koma til okkara.
Hann visti, hvussu til stóð, og dikteraði: Nú gera tit hetta og so hatta, og so einki meira roks um tað.
Eg kann ikki uttan takka Hera, presti, fyri tey góðu orð, hann bar fram við útferðina úr Sandagerði, og Jan Müller fyri tað, hann skrivar í Sosialinum stutt eftir deyða Tormóðar. Har verður sagt tað, ið eigur at verða sagt.
Henda atfinningarsama rødd er nú tagnað. Hon var ikki bara tað, men vísti eisini á aðrar gongdar leiðir.
Saknur verður í henni, ivaleyst eisini hjá teimum, sum onkuntíð kendu sviðan.
Ásmundur