NATO á vandaleið

Vesturlendska mannagongdin í Kosovo-kreppuni er sera vandamikil, tí einaræðisharrarnir eru mangir í tali kring knøttin, og teir fáa størri rásarúm, nú ST stendur spjatt, sigur Hans Kristian Neerskov, ið hevur vitjað Vinir Ísraels í Føroyum

Høgni Mohr


Danski presturin og rithøvundurin, Hans Kristian Neerskov, sum í hesum døgum vitjar felagskapin Vinir Ísraels, var maðurin, ið stovnaði donsku europamissiónina. Hann er eisini formaður í altjóða Sakharov nevndini, ið er uppkallað eftir kenda sovjetska andstøðinginum Andrei Sakharov. Mesta missiónsvirksemi hjá Neerskov hevur verið í Eystureuropa, og hevur í stóran mun havt við bíbliusmuglingar í gamla Sovjetsamveldinum at gera.

Gesturin hjá ísraelsvinunum í Føroyum verður 67 ár í mai í ár, men hevur hóast hetta úr at gera. Hann hevur skrivað 25 bøkur, og tvær afturat standa í ger í løtuni. Hann hevur stóran áhuga í heimspolitikki og teimum stóru átrúnaðunum. Tað eru hesi evni, ið fylla bókaverkini hjá einkjumanninum, Hans Kristian Neerskov, sum býr í Gentofte, norðanvert Keypmannahavn.

Á bústaðið sínum á Sælandi rekur hann tvey bókaforløg. Hann er handilsútbúgvin, við sølu og reklamu sum sergrein. - Henda sergrein hevur verið mær ein risahjálp, tí eg selji bestu vøruni fyri lægsta prís; nevniliga, gleðiboðskapin, sigur hann. Umframt at vera kønur í handli, hevur hann verið á prestaskúla í Týsklandi.


Arbeiðir tvørtur

um mørk

Hann hevur verið at finna á hvítusunnuliðnum, men hevur sagt seg burturúr hesi samkomu orsaka av tí fullkomuliga mistulkaðu gudfrøði, ið hevur vunnið sæti har, sum hann málber seg. - Mín trupulleiki í hesum føri hevur verið, at eg vil sleppa um mørk í mínum arbeiða; eisini tey mørk, ið eru millum samkomur, sigur Hans Kristian Neerskov.

Í sambandi við, at hann nevnir henda skilnaða, ger Neerskov greitt, at tað nívir seg, tá pilkað verður við aðalreglurnar í kristindóminum, og at summi seta spurnartekin við Guðs vald í heiminum eins og bjargingina á Golgata. - Harafturímóti er tað týdningarleyst, at fólk eru ósamd um dóp og kvøldmáltíð, sigur Neerskov, ið hevur arbeitt saman við katolikkum, rætttrúarligum kristnum, jødum og vanligum verðsligum.


Átrúnaðarligt kríggj

Hans Kristian Neerskov hevur fleiri ferðir verið í Jugoslavia. Harumframt hevur hann á Duxa-forlagnum hjá sær givið út bókina, Jugoslavia, hví..?. Høvundur er danski guðfrøðingurin, Kurt E. Larsen. Bókin stingur sambært Neerskov djúpt í átrúnaðarliga spurningin í Jugoslavia.

Neerskov heldur Jugoslavia vera ómetaliga áhugavert, tí tað júst var í hesum landi, hin kristna og hin islamiska mentanin stoyttu saman, eins og stríð hevur verið har millum tær stóru gomlu kirkjurnar. Talan var um ta katólsku, og ta rætttrúarligu kirkjuna.

Hann nevnir eisini teir etnisku bólkarnar. - Serbarnir eru rætttrúarligir kristnir, meðan t.d. kroatarnir í størsta mun eru katolikkar. Málið, tosað verður í hesum báðum londunum, kalla vit vanliga serbo-kroatiskt, sigur danski presturin, men skoytir uppí, at kroatar og serbar taka sær tykni av tí, verður málið ikki rópt ávikavist kroatiskt í Kroatia, og serbiskt í Serbia, hóast einasti munurin er, at serbarnir skriva við russiska bókstavum, meðan Kroatar hava latínskt alfabet.

Viðvíkjandi seinastu ósemjuni millum kroatar og serbar, sigur Hans Kristian Neerskov, at hon hevur sín uppruna í, at kroatarnir fóru í part við nasistunum undir Øðrum Heimsbardaga, og lótu týsku hermegina fara ótarnaða gjøgnum Kroatia tá álop varð framt á Serbia. - Tá trupulleikar taka seg upp millum etniskar bólkar, snýr tað seg at byrja við sera sjáldan um átrúna, men tað verður altíð til ein spurningur um átrúna, tí tá nøkur ár eru liðin, fara tosa øll um eitt átrúnaðarligt kríggj, sigur hann. - Hetta kemur av, at fólk í kreppu altíð hella seg uppat tí, ið liggur hjartanum næst...


Vanlukkuligt mistak

Tá sterki Jugoslaviski leiðarin, kommunisturin Tito, doyði, varð eitt triumvirat, ella eitt trýbýtt vald, sett ístaðin. Tá kroatar stóðu fyri tørni at fáa stjórnarvaldið, søgdu serbarnir kortanei; teir vildu ikki lata ein kroat stjórna sær. Av hesum stóðst kreppa, og sambært Neerskov, gjørdu vesturlendskir stjórnarleiðarar, við Kohl á odda, ta vanlukkuliga mistak, at teir søgdu seg viðurkenna einstøku etnisku bólkarnar í Jugoslavi sum einstøk fullveldi. - Hetta var einki minni enn ein brølari, sigur danski presturin, tí hesir bólkar hava á ongum sinni verið sjálvstøðugir. Talan var um fúrstadømi við skiftandi mørkum, sigur hann.


Úr tjóðskapi í átrúna

Serbar siga seg hava søguligan rætt til Kosovo-landslutin heilt aftur í 7. øld. T. v. s., at argumentini eru eini 1.300 ára gomul. Hvussu langt ber til at fara aftur í tíðina at krevja rættindi til eitt øki ?

- Ja, summi fara enn longur aftur, sigur Neerskov rosandi, men staðfestir samstundis, at í Jugoslavia hevur hetta sína ávísu orsøk. - Mohammed, profetur mu-slima, doyði í 632, og eftir hetta fóru muslimarnir í hernað. Umframt at taka Hitt Heilaga Landi í 634, og seinni alt Norðurafrika og partar av Spania og Fraklandi, gjørdu teir eisini um seg í Jugoslavia, sigur hann, og leggur afturat, at tað er í hesum, at hin søguligur illviljin hjá serbunum móti Kosovo-albansku muslimunum hevur sín uppruna. - Í fyrndini vóru nevniliga nógvar kirkjur hjá rætttrúarligum kristnum bygdar í Kosovo, og orsakað av hesum gjørdist tjóðskaparliga stríðið eisini til eitt átrúnaðarligt stríð, leggur hann afturat.

? Fara vit til Kosovo fyri 20 árum síðani, er støðan hin, at 90% av fólkinum í hesum landsluti vóru alabanar. Fátækradømi var stórt og økið var so tilafturskomi, at jugoslavar róptu tað okkara Afrika. - Neyvan var nakað heim í Kosovo tá, sum ikki hevði skotvápn. Men, meðan Jugoslavia enn var eitt eindarríki, var friður hóast alt, sigur Neerskov.


Slobodan skuldi skammast

Hesin friður, ið Neerskov nevnir, valdaði líka til Kosovo-albanar, orsaka av kúgingini hjá serbiska leiðaranum, Slobodan Milocevic, krevja fult ræði á landslutinum. Sum kunnugt, standa serbar sum høgdir úr gróti mótvegis hesum krøvum, tí her er talan um at lata úr hondum stóran part av tjóðskaparliga arvinum. Nú, vit so toluliga vita, hvønn týdning Kosovo hevur fyri serbar, ella jugoslavar, kundu vit vent spurninginum við, og spurt, hvønn týdning Kosovo hevur fyri Kosovo-albanar.

Danski presturin er avgjørdur í hesum spurningi: Kosovo er móðurland Kosovo-albana, sigur hann. Sambært Neerskov er beinleiðis orsøkin til, at Kosovo-albanar vilja leggja landslutin undir Albania tann, at Milocevic er eitt vittuggi, ja ein skomm fyri heimssamfelagið. - Men, kríggið hjá NATO er eisini skomm, sigur hann í sama viðbragdi. - NATO eigur at vera friðarvarðveitandi, og tað er hernaðarsamgongan ikki, tá átøkini hava við sær, at heimsskipanin fer út av lagi, tí øll limalondini í ST ikki standa samd, heldur Hans Kristian Neerskov.



Danski presturin setur í hesum sambandi eina ræðandi hypotesu fram. Hann er vísur í, at Í ST-limalandinum, Russlandi, ið ikki tekur undir við NATO-bumbingunum, fara gomlu kommunistarnir við Primakov á odda, at koma til valdið. - Sum kunnugt er Russland farið so dyggiliga av knóranum, og tískil er púra ógjørligt at fremja nakran politikk í landinum, sigur hann og heldur áfram: - Tá so er, hava hinir gomlu kommunistarnir bert eitt í at velja, og tað er eitt hernaðarstýri, sum ikki dugir at føra politikk, men bara kríggj. Sum frálíður, fer russiski herurin um mørkini hjá baltisku londunum, tí teir vilja verja russiska minnilutan í hesum londum. Mótmæla hini ST-londini hesum innrásum, fara russarnir, sum púra rætt er, at minna á NATO-álopini á Jugoslavia í 1999...

- Tann mannagongd, ið vesturheimurin hevur valt í Kosovo-kreppuni er sera vandamikil, tí einaræðisharrarnir eru mangir í tali, og teir fáa størri rásarúm, nú ST stendur spjatt, sigur Neerskov, sum heldur, at vesturheimurin átti at havt bíða við atsóknumum til kinverjarnir og russararnir vóru vorðnir moyrnir.

- Undir øllum umstøðum er bert ein rættvís bumba í hesum stríðnum - tað er hon, ið hevði rakt Milocevic í skallan, sigur Hans Kristian Neerskov hugsunarsamur.


Støða Ísraels

Í samrøðu, sum bretska sjónvarpsstøðin BBC hevði við Ísraelska forsetisráðharran, Benjamin Netanjahu, vildi ísraelski leiðarin ikki venda sær frá Slobotdn Milocevic, og tí sum serbiski leiðarin fremur í Kosovo. Eru orsøkirnar til tess átrúnaðarligar ?

- Val verður í Ísrael hin 17. mai. Hetta valið er avgerandi fyri framtíðina hjá Netanjahu og Ísrael, sigur Neerskov, og sigur seg ikki ivast í, at talan er um politiskan taktikk. - Stóra hjálpararbeiði, ið Ísrael ger í Makedonia til tess at hjálpa muslimskum flóttafólki har, vísur hina síðuna í hesum spurninginum, heldur Neerskov, og ger vart við, at ósemjurnar í Miðeystri ikki kunnu samanberast við Kosovo-kreppuna, tí Miðeysturtrupulleikin fyrst og fremst er av átrúnaðarligum slagi.

Spurdur, um fátækradømið hjá palestinunum er átrúnaðarligur, svarar Neerskov, at hann heldur hetta fátækradømi vera óneyðugt, tí teir arabar, ið sita á oljuni í Miðeystri væl kundu veitt palestinunum stuðul, men at tað hevur taktiskan týdning fyri arabar, at palestinar eru ímyndin av einum kúgaðum fólki?