Grækarismessuhald í Fuglafirði 12. mars 1999

Vit standa nú á gáttini til eina nýggja øld, ja eitt nýtt túsundáraskeið. Grækarismessuhaldið í dag er tað seinasta í øldini.

Gott fundarfólk.


Hetta at halda Grækarismessu er ein gamal siður, sum við tíðini hevur fingið broytt innihald. Upprunaliga er dagurin til minnis um Grækaris páva 1., ið ráddi í Rom. Hann doyði 12. mars í árinum 603. Í miðøld hevur dagurin verið hildin sum javndøgursmark, og tá var serligt veitsluhald, tí nú vóru dagur og nátt eins long, og ljósið fór at vinna á myrkrinum.

Í nýggjari tíð var tað fuglavinurin, Sverri Patursson, ið fekk serligt grækarismessuhald í lag her á landi at bjóða flytifuglinum og serliga tjaldrinum vælkomnum aftur.

Tjaldrið er, sum Jákup Dahl sigur í tjaldurssanginum, boðberin, um at nú gongur móti ljósari tíðum. Náttúran, ið vetrarmánaðirnar hevur ligið í dvala, vaknar aftur, og allir teir smáu spírarnir, ið bert hava bíðað eftir livilíkindum, hava nú møguleika at menna seg. Flytifuglurin, ið hevur verið í heitari londum og styrkt seg um veturin kemur aftur og fer at reiðrast. Várið í síni heild er ein sera lívsjáttandi tíð, og tað sæst eisini aftur á fólkinum. Vetrartunglyndið hvørvur og lívsmótið kemur aftur.

Onkur hevur hildið fyri, at tjaldrið var lítið virðiligur tjóðfuglur, tí tá ið vetrarstormarnir leika harðastir í Føroyum, rýmir tað til heitari lond.- Nei, ikki er tað av teirri orsøk, at tjaldrið fer av landinum. Orsøkin er heldur tann, at tjaldrið er heimsborgari. Tað vil royna sínar veingir og kennir týdningin av at fara út í heim at víðka um sjónarringin. Eins og tjaldrið eru tað fleiri og fleiri av okkara ungu, ið gera tað sama. Onkur fer at søkja sær lærdóm, onnur sum skiftisnæmingar og uppaftur onnur fara út í heim at fjakka. Har koma tey at kenna til onnur fólkasløg, aðrar mentanir og onnur lívsvirði og taka vónandi tað besta við sær heimaftur, tá ið tey eins og tjaldrið koma aftur til Føroyar at reiðrast. Skótarnir eru eisini raskir at vitja onnur lond og onnur fólkasløg og fyri stuttum vóru millum annað skótar hiðani úr bygdini yviri í Suðuramerika á legu. Teir vóru m.a. á Titicaca vatninum, har onkrir serfrøðingar halda, at grundarlag var lagt fyri, at tað gjørdist møguligt at sigla um Kyrra-havið.Hetta var gjørt við bátum gjørdum úr sevi. Kendi norski sjófarin Thor Heyerdal var á Titicaca og kunnaði seg um teirra bátasmíð áðrenn hann bygdi kenda rannsóknarskipið Ra. Skótarnir fingu eisini møguleikan at ganga í fótafetum Inka uppi á Macchu Picchu. Gloymdi og vælgoymdi býur inka, har teir hildu til, eftir at sponsku imperialistarnir høvdu lagt restina av inkaríkinum í oyði.

Á Grækarismessu hevur eisini verið vanligt, at umhvørvisspurningar hava verið viðgjørdir. Umhvørvisvernd er eitt av mest týðandi málum, ið okkara ættarlið hevur at stríðast við og í tí sambandi kunnu vit siga, at størsta hóttanin móti mannaættini er mannaættin sjálv.

Okkara røkt av umhvørvinum hevur verið so út av lagi, at tað er ein stórur spurningur, um tað er okkara eftirkomarum lív lagað, um vit halda á at eyðræna og dálka náttúruna á sama hátt sum nú.

Í vikuni hava vit sæð í sjónvarpinum frá stóru oljuvanlukkuni í Alaska, tá ið risaoljuskipið Exxon Valdez fór á land, og øll oljan lak út í sundið. Tíbetur vísti tað seg, at økið, har vanlukkan hendi, kom nógv skjótari fyri seg enn væntað. Sama kann tó ikki sigast um aðra sending, ið snúði seg um oljuútvinning í afrikanska landinum Nigeria. Har vísti tað seg, at oljufelag í eirindaleysari jagstran eftir vinningi eru farin so illa um umhvørvi, at nógvir av íbúgvunum hava mist lívs-grundarlagið, tí teirra markir og áir eru so illa dálkaðar. Hetta oljufelag hevur gjørt orð kjógvans í fuglakvæðnum til síni. ?Vertin á, hvat annar fær, eg skal nøra at mær.?

Her hjá okkum hevur eisini seinastu árini verið tosað um eitt oljuævintýr. Lækkandi oljuprísir koma tó helst at seinka hesi ætlan nøkur ár, og er tað kanska líka gott. Tó er sera umráðandi áðrenn farið verður í gongd, at sett verður oljufeløgunum sera høg krøv um vernd av umhvørvinum. Við ella uttan olju, so fer tað altíð at verið havumhvørvi kring Føroyar, ið fer at vera mest týðandi partur av okkara lívsgrundarlagi.

Dálking er eisini onnur enn hon, ið týnir plantu og djóralív. Tá ið vit fara út í náttúruna, er tað fyrst og fremst tað, ið eygað sær, ið vit gleðast um. Men tíverri er sjónin ikki altíð so vøkur. Gangið ein túr niðan á vøllin, í skúlagarðin ella ein túr gjøgnum bygdina. Alt burturkastið, ið liggur og rekst er ikki tespiligt á at líta. Hetta er ein stórur trupulleiki ella kanska rættari ein óvani, ið vit føringar hava, og her er neyðugt at broyta hugburð. Um tit fara at vitja okkara grannar í Íslandi, so síggja tit, at teirra hugburður til umhvørvi er ein heilt annar. Lati okkum ikki vera verri enn teir. Ruskíløtini eru so tøtt, at ikki skuldi verið neyðugt at tveitt nakað frá sær á vegnum ella, sum øgiliga vanligt er at síggja út ígjøgnum bilvindeygað. Heldur átti vit at tikið lógvatak saman at hildið okkara land og okkara bygdir so reinar, at vit við gleði og stoltleika kunnu vísa tær fram fyri ferðafólki.

At hava tjaldrið sum tjóðfugl er eitt heppið val, og hevur tjaldrið eisini nakrar góðar eginleikar. Onnur lond t.d. USA, ið hevur ørnina, hava rovfuglar sum tjóðfugl. Hetta er helst eisini hóskandi hjá teimum, tí hetta kann geva eina ímynd av samfelagskipanini.

Í fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Pálli síggja vit tjaldrið sum verja hjá teim minni mentu. ?Vertin á, hvat annar fær; eg skal nøra at mær? sigur kjógvin, tá ið eitt stórt sildavað er at síggja úti á Aldansfirði - Hetta sama sjálvsøkni tykist at vinna meira og meira fram í okkara samfelagi. Hvør skal sæta sær, og so liggur sektin á, hvussu onnur hava tað. Latið okkum læra av tjaldrinum. Latum okkum standa saman í tílíkum støðum at verja tey, ið eru verri fyri, og seta hesum rovfuglum greið mørk, hvat kann góðtakast. Tá ið samfelagsvirðini verða býtt er neyðugt, eins og tjaldrið at vera á varðhaldi. Tað er ein stór ábyrgd, ið er løgd á herðarnar á teimum ráðandi. Kendi danski skemtarin Storm P. segði einaferð, at tað skal høgur moralur til at selja elastik í meturmáli.

Nú hesar komandi dagarnar fer talið av tjøldrum at økjast og um ikki so langa tíð eru reiðrini full. Tá ræður um at vera ansin og geva fuglinum frið.

Hesi tjøldrini eru tey seinastu, ið koma higar fyri túsundáraskiftið. Hetta túsundáraskiftið, ið hevur loypt ræðslu á eitt stórt tal av fólki. Men hvør er so orsøkin til hesa ræðslu. Í yrking síni, Móses á Sinaifjalli, sigur Janus soleiðis í 3. ørindi:

Sum bál í stormi skulvu allar rúmdir

Við Jahves veldisferð

Og burðarbúnar stundu ytstu skýmdir;

Tá føddist føldin, ljós og verð.

Og skuggi Jahves, tímin, var at skoða

Sum sól og stjørnugongd á himnaboga-

Tá settist mark ímillum var og er.


Hetta markið ímillum var og er, - hvar er tað? Tað er eitt sera abstrakt hugtak. Her liggur helst størsta orsøkin til 2000 ræðsluna, - óttin fyri tí ókenda.


Men skuldi tað hent, at allar heimsins telduskipanir brenna saman, so eri eg fullvísur í, at hetta ikki fer at rína við tjaldrið, og á grækarismessu næsta ár fer tað aftur at seta kósina móti Føroyum.

Við hesum fáu orðum vil eg ynskja tykkum øllum eina góða grækarismessu.

Takk fyri, at tit lýddu á.


Petur Páll Mikkelsen