Eg eri Jugoslavi..!

Bumbuálopini á fosturlandið, Jugoslavia, eru beiskir bitar hjá Tomislav Sivic í Tórshavn. Saman við konuni Miru og níggju ára gamla soninum Milos, livur hann í óvissuni um land og skyldfólk munnu fara at hóra undan amerikonsku atsóknunum

Høgni Mohr


Kaffi er kókað, og sett er á borðið í stovuni hjá 32 ára gamla Tomislav Sivic, nú vit báðir, myndamaðurin, koma á gátt við Velbastaðvegin henda vakra fyrrapart. Longu í durðunum hoyrdu vit CNN-tíðindini úr stovuni. Á skígganum er ein eldri serfrøðingur, ið stendur uttan fyri Pentagon og greiðir nágreiniliga frá, hví neyðugt er at leggja í oyði samskiftisstøðirnar hjá serbunum.

Eg eri ikki serbi, ger Tomislav okkum greitt alt fyri eitt, meðan hann skonkir uppí krússini. Eg eri Jugoslavi. Tað var eg áðrenn kreppan yvirhøvur tók seg upp á Balkan. Tað er tað, ið er fingið mær í beini sum barn, og tað ber snøgt sagt ikki til at broyta, nú eg eri vaksin.

Tomislav er rættiliga í villareiða, tí at tíðindini, hann fær úr gráu skálantennuni í túninum, samsvara ikki við frásagnirnar frá frændunum, 140 km norðanfyri Beograd. Neyvt stýrdu NATO-bumburnar hava, sambært næstrafólkum Tomislavs, eisini rakt øki, ið ikki eru hernaðarlig.


Horvna meðalstættin

Tomislav Sivic, er føddur seint á sumri í 1966 í býnum Subotiça, sum liggur einar 15 kilometrar suður úr Ungarska markinum. Subotiça er millum 5 teir størstu býirnar í Jugoslavia í løtuni. Tá, eins og nú, búðu fólk, sum vit í dag bólka sera ymiskt, í býnum. Nógvir albanar og hartil serbar, kroatar og muslimar. Men, trupuleikar vóru ongir millum bólkarnar, og eru tað heldur ikki í dag við fólksins vilja, sigur Tomislav.

Eg hevði ein góðan barndóm, og unglingaárini vóru ikki verri. Vit gingu í skúla, sum vanligt er flest allar staðir, og hugnaðu okkum annars um dagarnar. Tá skúlarnir hildu frí, vóru vit mong, sum fóru at ferðast, tí tá á døgum var ein stór meðalstætt, sum ikki hevði stórvegis trot á peningi. Nú er øll henda stóra stætt at kallað horvin av verðini, og eftir liggur ein risastór undirstætt undir fótum teirra múgvandi.

Eg flutti úr Jugoslavia í 1990. Fór til Fraklands og búði har tvey ár. Í 1992 fór eg heim til Subotica at ferðast, og meðan eg var staddur heima, brast borgarakríggið av álvara á. Eg slapp ikki úr landinum, tá eg ætlaði mær, orsaka av óskilinum. Hetta hevði við sær, at sáttmálin, eg skuldi gera við fyrstadeildarliðið hjá Lyon í Fraklandi, fór fyri skeyti. Eg var verandi heima nøkur ár, men fór í 1996 til Íslands, og kom haðani til Føroya.


Svár kreppa

Tá vit spyrja Tomislav, hvat kann hava elvt til, at markið millum etnisku og átrúnaðarligu bólkarnar er vorðið nógv sjónligari farnu 6-7 árini, er hann avgjørdur í svari sínum. Alt hetta stríðið byrjar við einari búskaparligari kreppu. Svár kreppa elvir til svongd, og tað er lætt at villleiða fólk, sum líða hungur.

Mær dámar ikki at tosa um viðurskifti, eg onki veit um. Tískil havi eg farnu 4-5 árini roynt at lisið efir førimuni. Eg fór at hugsa um, hvussu tað ber til, at hernaðarligar kreppur og kríggj, altíð gera um seg onkunstaðni á jørðini. Eftir tí, eg havi lisið meg til, tykist tað, sum um søgan endurtekur seg, og einans leiktjøldini verða skift. Vit hava í nýggjari tíð sæð ræðuleikar í Evropa, Afrika, Suðuramerika og Ísrael.

Ein av orsøkunum til áhaldandi bardagarnar, sigur Tomislav Sivic, er herðnaðarídnaðurin sum heild. Hesin ídnaður, serliga í Sameindu Statunum, hevði verið farin fyri bakka, valdaði kreppuloysi. Hesin ídnaður finnur sær teigar, ið hava góð gróðrarlíkindir fyri ósemjum. Hann fann eisini gamla Jugoslavia.

Somuleiðis hevur tað strategiskan týdning, at Sameindu Statirnir fáa fótin fastan á Mið-Balkan, sigur Sivic


Nationalisma

Hóast tað fellur honum tungt, nertir Sivic við spurningin um nationalismuna, ið er vorðin so sjónlig í kreppuni á Balkan. Summir, sum hava staðið og framvegis standa fremst her á Balkan eru nationalistar, og teir hava fingið lættkeypt stig, sigur hann. Serbisku leiðararnir, við Milosevic á odda hava sagt, at nú skulu allir serbar vera serbar burturav. Kroatiski generalurin Franjo Tuðman mælti øllum sínum til at vera kroatar eins og Izebegovic vildi hava muslimar at fylkast í Bosnia. Og nærum øll eru farin tuskandi aftaná.

Hetta er eftirsíðan vorðið eitt kríggj um land. Kosovo hevur verið serbiskt øki heilt aftur í 6. Øld. Og hvat hendir síðani? Nógvir albanarar, ið eg einans havi gott at bera, hava búsett seg í landinum. Tey hava fingið albanskar skúlar og fróskaparsetur, men serbarnir vilja ikki geva teimum tað albanska veldið, summi teirra ynskja. Tað fáa teir neyvan, sum støðan er vorðin, sigur Tomislav. Serbar ella jugoslavar vilja sjálvandi ikki, at tað ið eftir er av Jugoslavia skal syndrast uppaftur meira..!


Kendar gøtur

í Beograd

Í hesum døgum eri eg fullkomuliga niðurnívdur. Hesar báðar vikurnar, álopini hava gingið, havi eg ikki havt bindindi til nakað. Eg siti í fríløtunum og hyggi at tíðindunum á CNN og BBC, og kenni aftur gøtur og støð í Beograd, eg fyrr havi gingið í og tikið mær av løttum í vársólini. Eg spældi fótbólt við Reyðu Stjørnu har, tá eg var unglingur, og havi ótrúliga góð minnir úr hesum vakra býi. Tí er tað bart út sagt ræðuligt at fylgja við tí, ið fyriferst.


Gerandisdagurin eirindaleysur

Tomislav sigur, at støðan við áhaldandi bumbingunum, hevur ávirkað familjulívið munandi. Vit bæði, konan, eru bangin um okkara kæru. Sostatt verður nærum ikki tosað um annað enn hetta. Kona mín, Mira, er bosniskur serbi. Muslimar tóku faðir hennara av døgum, og móðurin doyði í svárastu armóð og hungrið.

Mær dámar ikki at tosa um hetta við onnur; til tess er evnið alt ov kensluborið. Tó skal sigast, at eg allatíðina havi samband við hinar Juguslavarnar í Føroyum. Vit stuðla hvør øðrum við dagligum sambandi, og royna annars at kýta okkum í fótbóltsleikinum til tess at vinna landið okkara heiður á tann hátt.

Gerandisdagurin spyr ikki eftir kreppu og sálarkvøl, men gongur sum vanligt. Tomislav er leikandi venjari hjá B36, og tað er krevjandi. Hann sigur seg vera somikið sperdan av støðuni í heimlandinum, at hann í sambandinum við onnur menniskju noyðist at taka ódnartøk við sjálvan seg, fyri ikki at missa tamarhaldið. Tað er svárt. Tað er sera svárt, sigur hann.


Ongin klandrast einsamallur

Í øllum bardøgum henda ræðuleikar. Eisini í tí, vit eygleiða í hesi løtu. Og tað nívir meg almikið. Men fyrivarni eigur at vera tikið fyri tí, sum verður borðreitt við á sjónavarpsrásunum, sigur B36-venjarin. Í ongum klandri er talan um bert ein, ið vil klandrast.

Eg eri Jugoslavi, og tí haldi eg tað vera týdningarmikið, at hendan ósemjan verður lýst uttan ov mangar villleiðingar. Tað er lætt at gera eina ræðusøgu, tá talan bert er um ein part, ið skal bera skuldarbyrðuna. Eg eri, sum flestu onnur, góður við land mítt, og tað landið eitur Jugoslavia.

Vit síggja, hvussu alt verður sorað, og royna beinanvegin at koma í samband við skyldfólk, at spyrja, hvussu teimum veit við. Tað er okkara gerandisdagur í løtuni, sigur Tomislav Sivic at enda.