samfelagið verða slúsaðir út aftur við tað sama. Og tað kann vera ótrúliga torført, um vit finna nógva olju, men man má hava politiskan rygg til tað, og hava vit ikki tað, so kollsigla vit heilt skjótt. Ol [...] í, harí eisini tær frá oljuni. Tað er stavnhaldið vit mugu hava. Og tað má man helst fáa kjølfest í lóggávuni so skjótt tað yvirhøvur ber til. Løgmaður viðgongur, at tað verður kanska eitt sindur torført [...] so stórt, at tað einsamalt klárar at kollrenna búskapin. Anfinn Kallsberg vísir á, at tað er greitt, at finna vit eitt hampuliga stórt felt, og tað fer at geva pengar og avkast, so verða tað so stórar p
gjørdust ein hin syrgiligasti dagurin í mínum lívið. Tað var dagurin, tá ið eg fekk boðini um at góði vinmaður mín Terji var deyður ? einans 35 ár. Tað er heilt óskiljandi fyri meg at eitt menniskja so fylt [...] Terja. Takk fyri at eg altíð havi følt meg heima inni hjá tygun. Takk fyri at eg enn kenni meg vælkomnan og Guð signi tygun fyri tað. Tað verður ongatíð tað sama nú Terji ikki longur er ímillum ogun, men [...] frammanundan var eg inni á gólvinum og segði honum farvæl ? hann skuldi til Danmarkar aftur í vikuni og eg skuldi norðureftir til arbeiðis ? men at hetta skuldi vera seinastu ferð hendur ogra møttust, tað vardi
tú sigur, ella at tey vita, at tað er tú, sum sigur tað? ? Heilt klárt, at fólk lurta eftir tí, sum eg sigi. Um tað ikki var eg, sum segði tað, so var tað onkur annar. Tað er kanska ikki altíð, at eg havi [...] mediuhora og eg veit ikki hvat. Men eg geri tað heilt bevíst. Hevur tú síðani dyrkað tað at koma fram? ? Tað gjørdi eg í fyrstani, tá var tað ein drift. Men tað er tað ikki longur, tí eg havi ikk brúk fyri tí [...] mál. Er eingin sól til? ? Jú, men tað var hon ikki, tá eg skrivaði tað. Eg hevði tað ómetaliga illa í eini tvey ella trý ár, og eg avgjørdi, at eg skuldi skriva um tað til mín sjálvan. Meðan eg skrivaði
Jóannes leggur afturat, at hann heldur, at tað skal vera púra greitt, hvør tað er, sum far fyrimunin av privatiseringini - um tað er tað almenna, ella um tað er tann fyritøka, sum yvirtekur uppgávuna. [...] ni. ? Fyri tað fyrsta eiga vit at seta okkum spurningin um tað er neyðugt at privatiserað, og hvør ið tað er, sum fær gagn av privatiseringini, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at tað eftir hansara [...] almennu uppgávurnar, men vit kunnu í fleiri førum vænta, at tað bert verður tann eina. Tá er tað ein spurningur um hvussu stórur vinningurin er fyri tað almenna, sigur Jóannes. Tí heldur hann, at myndugleikarnir
tí Suni Hansen, sum í fjør spældi við ÍF, var við teimum, men tað var ikki nóg mikið til at gera nakað við Fleyr. Tað, sum SÍ vann, vann Jón Nielsen, og tað er kanska júst tekini um veikleikan hjá SÍ [...] sveik Sum settúrslitini siga, var ongantíð nakar ivi um, hvat av liðunum fór at vinna. Spælið hjá Fleyr koyrdi nógv betri enn tað gjørdi hjá SÍ, og sum vit hava skilt, var tað serliga móttøkan hjá S´+I, sum [...] eftir ánni Hjá Fleyr gekk harafturímóti, sum eftir ánni. Spælið var vælskipað og álopsspælið gekk eisini sera væl, hóast Jan Hentze sunnudagin var farin á liberoplássið at spæla orsakað av snuddi í knøunum
hann er púra óheftur av øllum feløgum. Tað er meiri enn kann sigast um stadion inni á Toftum, har FSF hevur bundið seg so tætt at einum av limafeløgunum, at tað kann hava óhepnar avleiðingar við sær, segði [...] Á ársaðalfundinum hjá føroyska fótbóltinum leygardagin var Tórsvøllur tað málið, sum fekk nógv drúgvastu umrøðuna. Umboð fyri umleið helmingin av feløgunum, sum vóru umboðað (øll feløgini uttan NÍF og [...] og SÍ vóru á fundi), tóku lut í kjakinum. Reyði tráðurin í orðaskiftinum var, at luttakararnir vóru ørkymlaðir, og tað kendist eitt sindur undarligt, at grunnurin fekk nógv høgg oman yvir seg, meðan næs
Vit skiltu øll, at okkurt var gingið gali í umsitingini, og tað skal sigast, at um tað var fyri at fáa umsitingina at gáa eftir, so kundi onnur vápin verið nýtt, enn at drepa »hønuna sum legði gulleggini« [...] um alt mark vil eg kalla tað. Nú vísir tað seg tíbetur, og Gud havi lov fyri tað, at eitt gløgt høvd í Sandavági bjargaði okkum undan landaskommini. Tí landaskomm kalli eg tað, lata vit hetta meira enn [...] Hatta er so óansvarligt, at tað átti at fingið fylgjur fyri tey, sum varaðu av. Og tá hugsi eg ikki um aðalstýrini. Hinir hava so sanniliga eisini sína ábyrd, og tað var hóast alt teir, sum høvdu djórið
Landssjúkrahúsinum. Kanningin er trý ára gomul, men hóast tað er einki av tilmælunum í frágreiðingini sett í verk. Brunatrygdin eftirbátur Tað var í 1996, at Brunaumsjón Landsins og leiðslan á Landssjúkrahúsinum [...] atgongd til bygningin. Tí er tað merkisvert, at trappan er ein snúðurtrappa. Tað er vert at hava í huga, at nógvir sjúklingar, sum skulu brúka trappuna, eru illa gongdir og tí er tað sera løgið, at ein snúðurtrappa [...] bygningi. Men Petur á Lava Olsen heldur, at onnur tiltøk kundu verið sett í verk ístaðin. ? Tað sigur seg sjálvt, at tað verður sera kostnaðarmikið at leggja sprinklaraskipan í ein gamlan bygning, men har eru
Rasmussen og vísir á trapputornini á B74 og B75. Ætlanin var at umvæla bæði tornini, men tað skuldi gerast í hvør sínum ári, men fyri at spara pening var alt tilfarið keypt í einum. Fyrra tornið varð gjørt [...] ein króna goldin til olju og el og annað. Tí er tað meiri enn torført at fáa tað at hanga saman, sigur Jógvan Elias Thomassen. Teir halda báðir, at tað átti verið settur ein fastur partur av til viðlíkahald [...] hava tí spurt leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um orsøkina til tað. Peningatrot ? Fyrst av øllum vil eg siga, at tað ikki skortar upp á vilja frá okkara síðu at seta tilmælini í verk, sigur Jógvan Elias
ráðharrarnar var Ritt Bjerregaard, sum er gomul í garði í Fólkatinginum, men sum hevur verið uttanfyri danskan politikk seinastu seks árini. Í fimm ár var hon ES-nevndarlimur í umhvørvismálum. Tað hevur vakt [...] imur í Brússel. Slapp ikki uttan um Ritt Tað ljóðaði, at Nyrup í síni tíð sendi Ritt Bjerregaard til Brússel fyri at sleppa undan hennara atfinningum, men tað eydnaðist ikki, tí hon helt fram at vera [...] smávegis trupulleikar av Ritt Bjerregaard. - Eg fái nokk eitt sindur av stríði av Ritt Bjerregaard, men tað er slíkt, sum ger lívið ríkari, segði Poul Nyrup Rasmussen. Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri gleðir