Per Højgard
og Kári Durhuus
(Føroyska Tíðindastovan)
Eitt telefaks úr forsætismálaráðnum í gjáramorgunin, sum boðaði frá ráðharraskifti, fekk hópin av donskum tíðindafólkum á tíðindafund í forsætismálaráðnum um middagsleitið í gjár.
Millum nýggju ráðharrarnar var Ritt Bjerregaard, sum er gomul í garði í Fólkatinginum, men sum hevur verið uttanfyri danskan politikk seinastu seks árini. Í fimm ár var hon ES-nevndarlimur í umhvørvismálum.
Tað hevur vakt ans, at Poul Nyrup Rasmussen hevur lovað Ritt Bjerregaard upp í stjórnina, tí hon hevur mangan funnist at Nyrup og hansara politikki bæði í Fólkatinginum, og meðan hon sat sum ES-nevndarlimur í Brússel.
Slapp ikki
uttan um Ritt
Tað ljóðaði, at Nyrup í síni tíð sendi Ritt Bjerregaard til Brússel fyri at sleppa undan hennara atfinningum, men tað eydnaðist ikki, tí hon helt fram at vera atfinningarsom, hóast hon hevði sína dagligu gongd í evropeiska høvuðsstaðnum.
Tá Danmark skuldi senda ein nýggjan ES-nevndarlim til Brússel fyri góðum ári síðani, valdi Nyrup fyrrverandi menningarmálaráðharran, Poul Nielson, fram um Ritt Bjerregaard.
Danski javnaðarflokkinum hevur í meininingakanningum seinastu mánaðarnar fingið vánalig úrslit. Eygleiðarar á Christiansborg meta tí, at Nyrup nú í vónloysi hevur tikið Ritt Bjerregaard við í stjórnina. Hon er hóast atfinningarnar framvegis høgt í metum hjá nógvum donskum javnaðarfólkum.
Tíðindafólk á Christiansborg spyrja, um Ritt Bjerregaard verður eitt tvíeggjað svør, sum verður við til at venda afturgongd til framgongd, men sum samstundis við sínum atfinningarsama atburði verður ein hóttan ímóti Poul Nyrup Rasmussen sum leiðara hjá donsku javnaðarveljarunum.
Nyrup og Lykketoft eru bjartskygdir
Poul Nyrup Rasmussen vildi treyðugt tosa um síni viðurskifti við nýggja matvørumálaráðharran á tíðindafundinum í gjár.
Men hann segði kortini undan fundinum, at hann væntaði sær onkrar smávegis trupulleikar av Ritt Bjerregaard.
- Eg fái nokk eitt sindur av stríði av Ritt Bjerregaard, men tað er slíkt, sum ger lívið ríkari, segði Poul Nyrup Rasmussen.
Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri gleðir seg hinvegin til at samstarva við Ritt Bjerregaard, og hann vísir aftur, at gamlar ósemjur fara at tyngja komandi samstarvið í donsku stjórnini. Hann heldur, at hon við sínum royndum verður ein frálíkur matvørumálaráðharri.
- Eg gleði meg at fáa hana sum starvsfelaga, sigur Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri.
Ritt skal tala
fyri evruni
Ritt Bjerregaard skal umframt at vera matvørumálaráðharri stíla fyri herferðini til frama fyri evruni, ið danski javnaðarflokkurin er farin undir, og sum fyrrverandi matvørumálaráðharrin, Henrik Dam Kristensen, hevur umsitið.
Kunningarstjórin í Danska Handilskamarinum, Ebbe Mogensen, heldur, at Ritt Bjerregaard er rætti politikarin til at sannføra danskarar um, at Danmark skal fara upp í evru-samstarvið.
- Hon hevur luttikið nógv í evru-kjakinum, og samstundis er matvørumálaráðið, tann ráðharrastovan, sum hevur mest við ES at gera í gerandisdegnum, sigur Ebbe Mogensen.
Poul Nyrup Rasmussen hevur mælt til at hava eina fólkaatkvøðugreiðslu um evruna, áðrenn fólkatingsval verður aftur um í mesta lagi tvey ár.
Nyrup endur-
nýggjar politikkin
Samstundis, sum Poul Nyrup Rasmussen í gjár boðaði frá ráðharraskifti, legði hann fram ein bókling við nýggjum politiskum setningum.
Poul Nyrup Rasmussen stendur nú á odda fyri tí fjórðu stjórnini í Danmark, síðani 1993. Eitt mál er, at Danmark skal menna samstarvið á altjóða politiska pallinum og í altjóða samhandlinum, so Danmark og donsk virði m.a. vera við til at tilevna tað nýggja Evropa.
Samstundis skulu íbúgvar í Danmark - uttan mun til húðarlit, kyn og sosialan og etniska uppruna ? hava møguleikan at hava eina virkna og trygga tilveru.
Í nýggja vælferðarsamfelagnum skulu øll bæði hava rætt til og møguleika fyri at taka ábyrgd og seta krøv um góðsku í gerandisdegnum, verður m.a. sagt í nýggja bóklinginum um politisku málini hjá nýggju Nyrup-stjórnini.
Men øll tey føgru orðini eru ongin trygd hjá Poul Nyrup Rasmussen, tí andstøðan finst nógv at Nyrup í hesum døgum, og tað merkist á øllum brøgdum, at Vinstraflokkurin við Anders Fogh Rasmussen á odda, er til reiðar at koppa Nyrup-stjórnini, tá fyrsta høvi býðst.
(Lesið meira um stjórnarbroytingina á síðu 13)