Brunatrygdin er ov vánalig

Fyri trimum árum síðani varð gjørd kanning av brunatrygdini á Landssjúkrahúsinum. Hóast trygdin ikki er beinleiðis lág, skulu nógvar ábøtur gerast fyri at bøta um sjúklingatrygdina á Landssjúkrahúsinum. Ov stór rúm og manglandi installatiónir gera, at trygdin á Landssjúkrahúsinum ikki er nóg høg. Kortini er einki av tilmælunum sett í verk

Hóast trygdin á Landssjúkrahúsinum ikki er beinleiðis lág, so er hon als ikki nøktandi, og ávísar ábøtur eiga at vera gjørdar, soleiðis at sjúklingatrygdin verður bøtt.

Soleiðis umskrivað er niðurstøðan av eini trý ára gamlari frágreiðing, sum er gjørd av brunatrygdini á Landssjúkrahúsinum.

Kanningin er trý ára gomul, men hóast tað er einki av tilmælunum í frágreiðingini sett í verk.


Brunatrygdin

eftirbátur

Tað var í 1996, at Brunaumsjón Landsins og leiðslan á Landssjúkrahúsinum í felag valdu at heita á Dansk Brandteknisk Institut at gera eina kanning av brunatrygdini á Landssjúkrahúsinum.

Petur á Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins, sigur við Sosialin, at tað er teirra uppgáva at kanna brunatrygdina, men í hesum førinum sá hann seg ikki føran fyri at gera kanningina einsamallur, og tí bað landsstýrið danir gera kanningina fyri seg.

Hetta varð gjørt á summri í 1997 og úrslitið var ein frágreiðing, sum ger vart við, at brunatrygdin á Landssjúkrahúsinum als ikki er nøktandi.

Víst verður á, at varð sjúkrahúsið bygt í dag, vórðu krøv sett um sprinklaraanlegg, rýmingarvegir, longd á gongdum, neyð- og panikkljós, brandalarmar og um at bygningurin ikki var í ov stórum brandsektiónum.

? Hesi krøv lýkur Landssjúkrahúsið ikki í dag, sigur frágreiðingin, sum kortini staðfestir, at trygdin ikki er beinleiðis lág.

Orsøkin til, at Landssjúkrahúsið ikki lýkur krøvini er, at bygningurin er gamal og samstundis eru krøvini skerpaði við tíðini. Hinvegin hava sitandi leiðslur og politiski myndugleikarnir ikki havt trygdina fremst í huganum, tá ætlanir eru gjørdar fyri húsið.


Peningurin avgerandi

Sum vera mann, er ein orsøk til, at trygdarviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum ikki eru komin upp á pláss er, at tað er rættuliga kostnaðarmikið at dagføra trygdina til nútiðarkrøvini.

Hetta ger frágreiðingin eisini vart við, samstundis, sum hon sigur, at summi krøv ikki eru møgulig at lúka.

Her verður serliga víst á sprinklaraanleggið, sum verður alt, alt ov dýrt at seta upp í verandi bygningi.

Men Petur á Lava Olsen heldur, at onnur tiltøk kundu verið sett í verk ístaðin.

? Tað sigur seg sjálvt, at tað verður sera kostnaðarmikið at leggja sprinklaraskipan í ein gamlan bygning, men har eru aðrir møg-uleikar, sum, hóast teir ikki eru líka góðir, bøta munandi um sjúklingatrygdina. Ein møguleiki er, at gera rúmini smærri, við at skyldra rúmini sundur, sigur Petur á Lava Olsen og vísir serliga á tær longu geingirnar.

Hann vísir á, at við hesum ber til at avmarkað økið har eldurin festur í, og samstundis at geva sløkkiliðnum ein møguleika at sleppa skjótari fram at eldinum.

Frágreiðingin sigur, at einki rúm eigur at vera longri enn 25 metrar, men á Landssjúkrahúsinum eru sera nógv rúm, nógv longri.

? Sjálvandi vildu vit fegin gjørt hesar broytingarnar og vit hava eisini havt ætlanir um at gera tær, men fíggjarliga hevur tað ikki verið møguligt, siga Jógvan Elias Thomassen, virkandi sjúkrahúsleiðari, og Suni Rasmussen, leiðari á teknisku deild. Hann var við til at gera frágreiðingina í 1997.


Raðfesting neyðug

Frágreiðingin frá Dansk Brandteknisk Institut staðfestir, at tað kann gerast rættuliga kostnaðarmikið, at gera alt í einum. Tí hevur kanningarleiðarin gjørt eina raðfesting av trygdarkrøvunum, soleiðis at tað í fyrsta umfarið verður bøtt um sjúklingatrygdina.

Her verður lagt upp til, at longu rúmini verða býtt sundur í smærri rúm. Hetta skal forða roykinum at sleppa ov langt.

Hereftir vil kanningarleiðarin hava, at tunnilin undir sjúkrahúsinum verður skildur frá bygningunum við brandhurðum.

Eisini heldur hann, at sjúkrahúsið eigur at installerað sjálvirkandi brandávaringarskipanir í teimum bygningum har sjúklingar halda til.

Øll hesi trý punktini bøta munandi um sjúlingatrygdina verður sagt í frágreiðingini.


Nýggjar brandtrappur

Kanningarleiðarin hevur bitið merkið í, at tað finst ein snúðurtrappa uttan á tí eina bygninginum.

? Henda trappa er uttan iva sett upp fyri at bøta um rýmingarmøguleikarnar og fyri at geva sløkkiliðnum betri atgongd til bygningin. Tí er tað merkisvert, at trappan er ein snúðurtrappa. Tað er vert at hava í huga, at nógvir sjúklingar, sum skulu brúka trappuna, eru illa gongdir og tí er tað sera løgið, at ein snúðurtrappa er vald fram um eina beina trappu.

Til tað hevur Jógvan Elias Thomassen tað viðmerking, at trappan varð góðkend tá hon kom, men at hetta vísir, hvussu trygdarkrøvini javnan broytist.


Tilbúgvingarætlan

krevst

Í frágreiðingini verður eisini funnist at, at eingin tilbúgvingarætlan finst fyri Landssjúkrahúsið.

Mælt verður til, at gjørd verður ein ætlan, sum tekur bæði innanhýsis tilbúgving og uttanhýsis tilbúgving við. Ein slík ætlan skal tryggja, at øll starvsfólkini vita hvør teirra uppgáva er, um so er, at eldur kemur í

Hóast tað eru trý ár, síðani kanningin varð gjørd, er einki gjørt við tilbúgvingina heldur.

? Vit hava havt nógv fólk á skeiði og hava eina roynd um árið saman við sløkkiliðnum, men tilbúgvingarætlanin væntar enn. Men tað fara vit undir nú, siga Jógvan Elias Thomassen og Suni Rasmussen.