Ein av teimum, sum í dag er fegin um, at 1. útbjóðing á føroyskum øki nú er veruleiki, er Føroya løgmaður, Anfinnur Kallsberg. Hansara fyrsta stóra uppgáva sum løgmaður fyri skjótt tveimum árum síðani var at fáa gongd á aftur samráðingarnar millum føroyingar og bretar um markið. Ein marknasemja var fortreytin fyri oljuleiting á landgrunninum.
Nú markið er komið uppá pláss, og 1. útbjóðing somuleiðis er veruleiki vónar løgmaður, at vit fáa eina sunnan og góðan útvikling innan hetta annars so nýggja og ókenda økið, sum oljuvinnan er fyri okkum føroyingar.
Anfinn Kallsberg fegnast um, at løgtingið nú hevur umrøtt og avgreitt tær ymsu lógirnar, sum eru sjálvt grundarlagið undir komandi virkseminum. Hann bjóðar eisini útlendsku oljufeløgunum, sum eru sinnað til at gera íløgur her, vælkomin og vónar, at komandi útviklingurin verður at ganga bæði føroyska samfelagnum og teimum.
Men fyri Anfinn Kallsberg er ein komandi oljuleiting og harvið ein møgulig oljuvinna ikki bara nakað tú letur upp dyrnar fyri og síðani letur alt upp til tilvildina. Løgmaður er nevniliga samdur við tey, sum siga, at vit eiga at vera sera varin og fylgja útviklinginum neyvt - fyri harvið at minka mest møguliga um negativu árinini av eini fyri Føroyar so stórari vinnu.
-Tað er ikki bara bara positivt. Vit mugu vera ómetaliga árvaknir. Tað skulu nevniliga sera sterkir politikarar til at handfara oljupengarnar sigur løgmaður og leggur aftrat: -Soleiðis sum man sær viðgerðirnar í dag, so loyvi eg mær tó at ivast. Men eg vóni vit verða nóg sterkir til ta tíð, tí tað er skjótt at kollrenna í hesum.
Løgmaður ætlar at brúka tað hann er førur fyri at tryggja ein skilagóðan útvikling. -Tað hava vit jú eisini longu lagt upp til við hesi fíggjarlógini, har ekstraordinerir pengar inn í samfelagið verða slúsaðir út aftur við tað sama. Og tað kann vera ótrúliga torført, um vit finna nógva olju, men man má hava politiskan rygg til tað, og hava vit ikki tað, so kollsigla vit heilt skjótt.
Oljupengarnir
Løgmaður sigur, at eins týdningarmikið tað er at fara undir leiting eftir olju við hesi fyrstu útbjóðing, er tað at gera sær greitt, hvar møguligir framtíðar oljupengar skulu fara.
Hann nevnir í hesum sambandi Búkspargrunnin, har blokkurin longu er plaseraður. -Hetta er ein grunnur, sum vit eru samdir um, at allar ekstraordinerar inntøkur skulu í, harí eisini tær frá oljuni. Tað er stavnhaldið vit mugu hava. Og tað má man helst fáa kjølfest í lóggávuni so skjótt tað yvirhøvur ber til.
Løgmaður viðgongur, at tað verður kanska eitt sindur torført at skilja millum beinleiðis inntøkur til samfelagið og so tað avleidda virksemið av eini oljuvinnu og tí heldur hann eisini, at tað kemur at síggjast nakað aftur í samfelagnum. Men so er bara at vóna, at tað avleidda virksemið ikki verður so stórt, at tað einsamalt klárar at kollrenna búskapin.
Anfinn Kallsberg vísir á, at tað er greitt, at finna vit eitt hampuliga stórt felt, og tað fer at geva pengar og avkast, so verða tað so stórar peningaupphæddir í føroyskum samanhangi, har einki ella lítið liggur aftanfyri, at tað kann oyðileggja alt uppá onga tíð.
Hóast løgmaður sigur, at vit eiga at vera ómetaliga varin, so váttar hann tó, at tað, sum er minni vandamikið, eru veruligar íløgur. Men man skal eisini taka hædd fyri, at íløguvirksemi hevur eisini nakrar avleiddar avleiðingar.
-Kortini skal ein ikki vera so restriktivur, at man ikki fær gjørt nakrar íløgur, nakrar ábøtur í samfelagnum. Men tað, sum ræður um, er at forða fyri, at tú ikki fær eina drønandi inflatión og eitt uppskrúvað kunstugt lívsgrundarlag undir øllum føroyingum, at t.d. allir føroyingar ikki nýtast at arbeiða longur.
Hetta er tað, sum vit mugu ansa so væl eftir. Ein íløga er kanska ikki tað ringasta. Tað ringasta er lívsháttur ella ein vón, sum vit ikki uppá longri sikt hava basis fyri.
Løgmaður sigur víðari, at verður lægri skattur eitt av úrslitinum av hesum útviklingi, so má tað síggjast aftur í øktum kappingarføri.
-Hetta má alt verða uppá pláss, áðrenn tað kemur so langt. Vit hava longu sett hol á. Í vár fara vit at hava eitt aðalorðaskifti um búskap sum heild, og har koma framtíðar oljuinntøkur inn sum eitt náttúligt lið. Løgmaður roknar við, at hetta verður í februar. Tá verður eisini langtíðar íløguætlanin við.
Anfinnur Kallsberg er annars væl nøgdur við arbeiðið, sum okkara oljumyndugleikar hava gjørt. Tað er væl úr hondum greitt og kennir hann seg tryggan við tí.
-Nú mugu vit síggja, hvussu lógarkarmurin virkar fyri 1. umfar og verður tað mett neyðugt og rætt at taka optión ella onnur ting við í treytirnar, tá tað kemur til eitt annað umfar, so eiga vit at meta um tað til ta tíð.
Nú útbjóðingin er samtykt og almen latin upp vónar løgmaður, at tað verður breiður áhugi fyri at gera íløgur her, og heldur hann, at høgu prísirnir á olju kunnu kanska eisini hjálpa til.