Ideologiskt eru neyvan tveir flokkar, sum liggja longri frá hvørjum øðrum enn Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin. Hetta er galdandi í nógvum málum, men tá tosað verður um privatisering og útlisitering kemur tað í øllum førum heilt greitt til sjóndar.
Vit ringdu tí til formann Javnaðarfloksins og bóðu hann geva sítt boð upp á tað arbeiði, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlar sær at gera.
Fara varisliga fram
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er hansara fatan, at vit eiga at fara so sera varisliga fram, tá vit tosað um hasi fyribrigdini.
? Fyri tað fyrsta eiga vit at seta okkum spurningin um tað er neyðugt at privatiserað, og hvør ið tað er, sum fær gagn av privatiseringini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at tað eftir hansara meting er trupult at síggja nakað positivt í at útlisitera ein stovn, sum er væl rikin, og tað argumentini fyri útlisiteringini skulu vera sera góð.
? Men hetta skal ikki skiljast, sum vit eru ímóti bara fyri at vera ímóti, leggur hann afturat.
Jóannes leggur afturat, at hann heldur, at tað skal vera púra greitt, hvør tað er, sum far fyrimunin av privatiseringini - um tað er tað almenna, ella um tað er tann fyritøka, sum yvirtekur uppgávuna.
Landið er so lítið
Ein orsøk til varsemi Jóannesar er, at landið er so lítið, sigur hann.
? Í Danmark er ein rúgva av privatum fyritøkum, sum bjóð-a upp á almennu uppgávurnar, men vit kunnu í fleiri førum vænta, at tað bert verður tann eina. Tá er tað ein spurningur um hvussu stórur vinningurin er fyri tað almenna, sigur Jóannes.
Tí heldur hann, at myndugleikarnir eiga at gera eina ella aðra mátingarskipan, sum ger greitt hvussu stovnurin virkar nú, og sum eisini kann brúkast tá gerast skal upp, hvør vinningurin skal verða, skal stovnurin - ella tænastan - útlisiterast ella privatiserast.
Og hóast ikki heilt samdur við landsstýrismannin, so heldur Jóannes tað vera á góðari leið, at kjakið um privatiseringar og útlisiteringar verður tikið upp nú, tí hugtøkini eru ógvuliga nógv frammi í tíðini.
? Hesi hugtøkini taka myndugleikan frá politikarunum og tað eru dømi, sum vísa at privatisering ikki var rætta leiðin, sigur Jóannes og vísir á Skotlandssiglingina, sum eitt heimligt dømi og bretska vatnverkið, sum eitt útlendskt dømi um miseydnaða privatisering.