Almenni Petur

PROVO. Petur Pólsson Jensen stórtrívist í leiklutinum sum almennur persónur. At fólk geva honum gætur, hevur gjørt lívið lættari at liva

Petur Pólsson Jensen var fyrsti føroyingurin, sum fekk ein veruliga hatisíðu á alnetinum, og har regnaðu ákoyringarnar oman yvir hann.

Hann er frammi sum tónleikari, komponistur, yrkjari, útvarpsmaður og annars ein, sum hevur meiningar um bæði líkt og ólíkt.

Hetta ger, at tað eru mong, sum geva honum gætur, og meiningarnar um meiningarnar hjá honum spenna víða ? frá einum yvirberandi brosi til prutlandi øði.

Hann dámar væl at provokera, og hann droymir um at gera mun.


Lættari at verða til

Hvat hevur tað at siga fyri teg, at fólk geva tær gætur?

? Eg útnytti, at eg eri ein kendur persónur til at fáa ymiskt fram, sum liggur mær á hjarta. Við hvørt kann eg siga, hey, her eri eg, og standa fram bara fyri at fáa uppmerksomheit, men ofta er tað tí, at eg veruliga hava nakað at siga.

Hevur tað nógv at siga fyri títt ego, at tú fært uppmerksomheit?

? Tað hevur ikki nógv at siga, tá eg til dømis siti einsamallur á kamarinum hjá mær, tí tá geri eg akkurát tað, sum eg havi hug til. Men tá eg til dømis fari í SMS ella í býin, tá koma fólk, sum eg ikki kenni, at tosa við meg, og tann uppmerksomheit, sum eg havi fingið, hevur gjørt tað nógv hugaligari hjá mær at vera til. Eg var ? og eri kanska eisini ? eitt øðilga depressivt menniskja, men nú kann eg altíð spæla leiklutin, sum hesin almenni persónurin, sum livir lívið.

? Eg veit ikki, um tað hevur gjørt meg til eitt betri menniskja, kanska tvørturímóti. Fólk, sum kenna meg, hava ákært meg fyri at verða blivin eitt svín. Og tey, sum kenna meg frá fjølmiðlunum, halda meg møguliga eisini vera eitt svín, men tað er kanska bara øvund.

Hvussu hevur tú tað, tá tú ert frammi?

? Eg stórtrívist. Eg elski tað. Tað er einki betur. Mesta av arbeiðnum er privat. Bara eg við mær sjálvum. Eg siti vøkunætur og brúki drukktúrar, niðurtúrar og nervasamanbrot, meðan eg skrivi. Og tá eg eri komin ígjøgnum tað, eri eg so glaður fyri at verða liðugur, at eg vil út við tí. Og fólk síggja bara tað ? tann hyperaktiva svaklingin.


Dámar at provokera

Hvat hevur størri týdning fyri teg, at fólk lurta eftir tí, sum tú sigur, ella at tey vita, at tað er tú, sum sigur tað?

? Heilt klárt, at fólk lurta eftir tí, sum eg sigi. Um tað ikki var eg, sum segði tað, so var tað onkur annar. Tað er kanska ikki altíð, at eg havi so nógv at siga, men mær dámar øðiliga væl at provokera. Eg vil ikki prædikka nakað, men mær dámar prika til vanligar uppfatanir av ymsum viðurskiftum. Og tað hevur havt við sær, at eg eri lagdur undir alt frá at verða samkyntur til at vera satanist.

Hvussu hevur tú tað, tá fólk kenna teg aftur og koma at tosa við teg?

? Tað er eitt sindur løgið, tí viðhvørt er tað fryktiligt. Men mær dámar tað, og eg taki tað sum tekin um, at tað riggar, sum eg geri. Í 1996, tá eg kom heim til Føroya, ringdi eg til ein vinmann hjá mær og segði: Veist tú hvat, nú fari eg at blíva kendur.

? So tók eg yrkingasavnið hjá mær undir armin og fór til fjølmiðlarnar. Eg helt meg fram at, og onkur hevur kallað meg mediuhora og eg veit ikki hvat. Men eg geri tað heilt bevíst.

Hevur tú síðani dyrkað tað at koma fram?

? Tað gjørdi eg í fyrstani, tá var tað ein drift. Men tað er tað ikki longur, tí eg havi ikk brúk fyri tí. Eg havi uppmerksomheitina. Og soleiðis er tað, tá tú hevur fingið uppmerksomheit, kemur hon av sær sjálvari. Sjálvt um fólk ikki dáma, at eg eri nógv frammi, hava tey vant seg við, at eg eri har.


Ein sól er til

Heldur tú ikki, at fólk eru troytt av at hoyra upp á teg?

? Jú, tað ivist eg ikki í. Men tað skulu tey eisini hava loyvi til. Eg eri eisini onkuntíð troyttur av tí, sum eg geri. Men eg elski tað, sum eg geri, og eg geri tað ikki fyri at sára nakran ella plága nakran. Eg skrivi, spæli tónleik og eri útvarpsvertur, tí eg haldi meg kunna brúkast til tað.

Hvat vilt tú helst verða kendur fyri?

? Tað er tann ultimativa klisjéin. Eg hevði gjarna viljað verið kendur sum ein, sum vísti á nøkur ting, sum eisini kundu hugsast sum ein partur av tilveruni. Sjálvt um tað ikki endiliga broytti heimin. Og kanska sum ein, sum gjørdi av við nakrar fordómar.

? Tá eg gav mítt fyrsta yrkingasavn út, var eg tann yngsti yrkjarin, sum gav út, síðani Róa Patursson. Nú hava fleiri ungir yrkjarar givið savn út, og um eg havi nakað við tað at gera, eri eg ómetaliga glaður.

? Eg vil ikki verða kendur, sum tann besti til nakað, men heldur fyri at hava verið við til at broyta okkurt. Eg havi ein dumman idealist inni í mær, og skalt tú gera ein mun, so krevur tað, at tú rópar hart. Tú fært einki burtur úr at teska heima í stovuni.

Nær heldur tú, at tú hevur fingið nóg mikið av uppmerksomheit?

? Tað havi eg langt síðani fingið.

Kanst tú so ikki bara gevast í Útvarpinum og annars við at verða frammi?

? Jú, tað kann eg saktans, men mær dámar bara so væl tað, sum eg geri. Eg kundi givist við at skriva yrkingar og spæla tónleik, og eg kundi sagt nei til hetta interviewið, men eg havi hug til tað. Tað er sum ein fótbóltsspælari, sum hevur gjørt 10 mál. Hann vil gjarna gera fleiri mál.

Er eingin sól til?

? Jú, men tað var hon ikki, tá eg skrivaði tað. Eg hevði tað ómetaliga illa í eini tvey ella trý ár, og eg avgjørdi, at eg skuldi skriva um tað til mín sjálvan. Meðan eg skrivaði, kom hasin setningurin ? eingin sól er til ? og eg haldi, at hann segði tað gott, hvussu eg hevði tað tá.