Feløgini um Tórsvøll

Á ársaðalfundinum hjá føroyska fótbóltinum leygardagin var Tórsvøllur tað málið, sum fekk nógv drúgvastu umrøðuna. Umboð fyri umleið helmingin av feløgunum, sum vóru umboðað (øll feløgini uttan NÍF og SÍ vóru á fundi), tóku lut í kjakinum.

Á ársaðalfundinum hjá føroyska fótbóltinum leygardagin var Tórsvøllur tað málið, sum fekk nógv drúgvastu umrøðuna. Umboð fyri umleið helmingin av feløgunum, sum vóru umboðað (øll feløgini uttan NÍF og SÍ vóru á fundi), tóku lut í kjakinum.

Reyði tráðurin í orðaskiftinum var, at luttakararnir vóru ørkymlaðir, og tað kendist eitt sindur undarligt, at grunnurin fekk nógv høgg oman yvir seg, meðan næstformaðurin í grunninum, Torleif Sigurðsson, umboðaði FSF, og fyrrverandi nevndarlimurin, Heðin Mortensen, í hvussu so er ikki umboðaði grunnin.


Sjónarmiðið hjá advokatinum

Einasti maður, sum av fullum huga tosaði fyri nevndina í grunninum, var advokaturin hjá grunninum, Jógvan Páll Lassen. Hann fanst hvassliga at illgrunanum, sum onkrir av fundarluttakarunum meiri enn róðu fram undir, um at HB skuldi sita á grunninum:

? Tórshavnar býráð eigur grunnin, og hann er púra óheftur av øllum feløgum. Tað er meiri enn kann sigast um stadion inni á Toftum, har FSF hevur bundið seg so tætt at einum av limafeløgunum, at tað kann hava óhepnar avleiðingar við sær, segði Jógvan Páll Lassen, sum undirstrikaði, at ætlanin gongur sína gongd:

? Nú er ein avtala fingin í lag við Fótbóltssambandið, og nú fer grunnurin undir at fáa tað arbeiðið frá hondini, sum enn restar í á hinum partinum av Tórsvølli. Fíggjarliga eru tingini í lagi. Einasti ivaspurningurin er, um ein rennibreyt skal gerast ella ikki. Um rennibreytin skal gerast, so dýrkar tað um samlaðu ætlanina, men hetta letur seg væl gera tekniskt. Grunnurin skal bara fáa at vita, hvat myndugleikarnir ætla sær at gera.


Sjónarmiðini hjá feløgunum

At limafeløgini í FSF vóru ørkymlað, kom m.a. til sjóndar, tá Petry Joensen úr Sumba spurdi, um tær fýra milliónirnar frá FSF vóru eitt lán, sum skuldi endurrindast ella ein gáva.

Svend Jacobsen, formaður í KÍ, segði seg ivast so nógv í ætlanini, at hann mælti í fyrsta umfarið til, at setur verða gjørd kring vøllin á Svangaskarði. Harvið helt hann, at trygd fór at verða fyri, at tað eisini í summar fór at bera til at spæla altjóða fótbólt í Føroyum.

Kristian á Neystabø fanst hvassliga at mátanum, sum ætlanin er handfarin uppá. Hann helt bæði kostnaðarætlan og tíðarætlan vera uttan hald í veruleikanum.

Hesum gav Heðin Mortensen, sum hevði rætt at taka orðið, tí hann er formaður í ÍSF, honum rætt í. Heðin Mortensen er fyrrverandi nevndarlimur í Tórsvølli. Hann segði ikki, hvat grundarlag hann hevði fyri sínari meting, men mótsatt advokatinum hjá grunninum, so helt hann, at tað restaðu í minsta lagi tíggju og kanska tjúgu milliónir í, um møguleiki skal verða fyri at gera ætlanina lidna.

Frits Witt umboðaði MB, og hann mælti til, at FSF slapp sær burturúr Tórsvølli:

? Um grunnurin og harvið Tórshavnar býráð gera arbeiðið liðugt, so kann føroyski fótbólturin seinni taka støðu til, um hann yvirhøvur ynskir at leiga ella eiga hølini. Tað ber til at fáa høli til keyps ella leigu alla staðni fyri prísin á Tórsvallarhúsunum.

Sjónarmiðið um at grunnurin átti at verið avtikin, og at Tórshavnar býráð sjálvt tók ábyrgdina á seg, varð tikið upp av Heðini Mortensen, sum boðaði frá, at málið um Tórsvøll skjótt fer at koma á borðið aftur hjá býráðnum. Hann roknaði við, at partamaðurin hjá honum, Kaj Leo Johannesen, sum er formaður í mentunarnevndini hjá býráðnum, fór at vera ein teirra, sum fer at vera positivt sinnaður fyri at fáa spurningin avgreiddan.

Kaj Leo Johannesen, sum var á aðalfundinum, tí hann er formaður í Havnar Fótbóltur, helt, at stóri spurningurin er, um vit vilja hava eitt landsstadion og hvar vit vilja hava tað at vera. Tá tann spurningurin er avgreiddur mugu má kósin rættast eftir at røkka málinum.

jh