tapini ikki longur er so væl lýdd í føroyskum fótbólti, so var føroyski landsliðsvenjarin á ongan hátt vónbrótin, eftir at hansara menn høvdu strítt seg til eitt tap av júst tí slagnum mikukvøldið. - Sum heild [...] avkláraður um, hvussu eg skuldi stilla liðið. Eg ivaðist sera nógv í ávísum plássum, og tók kanska onkra avgerð, sum eg als ikki var so vísur í var tann rætta. Men nú eftir dystin má eg siga, at eg eri fegin [...] eg var at síggja, hvussu væl bakkarnir hjá okkum spældu. Hetta er jú ein fantastisk kulissa at spæla í, og tað er ógvuliga týðandi fyri teir, at teir fáa slíkar royndir. Og teir spældu eisini útmerkað haldi
ogna sær eitt kók skuldi ikki fara fram við borðinum. Tað var sum í grind! Biladekkið á Dúgvuni minti mest um eina bryggju, har menn júst eru lidnir at skera upp. Slipsaklæddu fundarmenninir, sum komu heim [...] brøkurnar av sniki og blóði. Hinvegin runnu vásaklæddir meginlandsmenn í land við vognum, fyltum av kaggum, baljum og sekkjum at fylla í viðførisrúmið. Fyri hvønn túrin hjá Dúgvuni gjørdist ferðaætlanin alt [...] meira óreglulig. Grindin mátti og skuldi á- og avskipast. So mátti ferðaætlan vera ferðaætlan. Í egningarskúrum í Klaksvík stríddust sveittandi menn við at fáa grindina til høldar. Og tá meginlandsmenn komu
men tað er so gjørt við tí fyrstu útbjóðingini í hyggju og verður tí helst koyrt á marknaðin seinni í ár. Kanningarnar eru gjørdar frá nýggja markinum í eystan og sunnan fyri og síðani inn móti landi. [...] loyvi gongur út 10. august í ár, og sum eisini snýr seg um seismikk. Veritas DGC hevur eisini loyvi at skjóta seismikk til 14. februar ár 2000. Síðani hevur eitt nýtt felag júst fingið forkanningarloyvi [...] Kanningarnar hann sipar til vórðu gjørdar á føroyska landgrunninum í mai. Talan er um ein kanning, sum Geco Pracla sjálvt hevur tikið stig til og fíggjar, men eisini oljufeløg hava ynskt at fáa tilfarið
politikarar í dag og tað er sera óheppið, tí fólk vilja síggja tey valevni, sum tey hava valt fyri sítt øki í landinum. Hví tað er so, vei ein ikki, men eitt er vist, at tað er neyðugt at í hesum broyt [...] fári á ferð. Tey siga tað er ov kostnaðarmikið at hava trý sjúkrahús, hóast tað í Suðuroy er tað sum er bíligast ringið í danska kongsríkinum. Nógv eru tey, sum rokna út hvat Smyril kostar pr. dag at sigla [...] við sviðusoð. Útjaðarin Lokalpolitikarar verða teir nvndir, sum ynskja okkurt úti um landið. Tað eru júst tey, sum vilja hava nakað at henda runt landið, sum eru landspolitikarar, so kunnu tey rópa tað tað
Men einki nýtt er hent í sosialu nevnd síðani annar formaður tók við, als einki, sigur Elin Lindenskov. Hetta er svarið frá Elini Lindenskov til tað Birna Mørkøre førir fram í blaðnum, nevniliga spurningin [...] spurningin, hví Elin Lindenskov nú tosar um bygging av stovni í vesturbýnum eftir at hon er farin frá sum formaður í sosialu nevnd. - Um mørkini millum býarpartarnar eiga at verða tikin burtur, soleiðis sum [...] Lindenskov, at tað kann hugsast at vera ein nýtilig loysn. Foreldrafelagið í Havn hevur eisini mælt til hetta. - Tað er ikki viðgjørt í býráðnum, men eg dugi at síggja, at tað er ein møguleiki. Vórðu mørkini
verða við, at ringa lagið hjá Geri er ógvuliga sjónligt, tí at hon altíð gongur í svørtum klæðum. Í dag er Geri Halliwell í gongd við sína solokarrieru, og hon sigur seg fegnast um, at fyribrigdið Girl Power [...] George Michael, er ein gávumildur maður. Nýggja stakfløgan hjá honum "As" er júst komin á marknaðin, og allar inntøkurnar av fløguni í Bretlandi fara óskerdar til vælgerandi endamál. Lagið "As, har eisini Mary [...] videoina. Geri framvegis í døpurhuga Nógv rumbul stóðst av, at Geri Halliwell á sinni fór úr gentubólkinum Spice Girls. Geri er framvegis sera kedd um, at hon ikki longur er í bólkinum. Onkur vil verða
Tveir mans, annar ungur og hin eldri, gingu sær ein túr eftir høvuðsvegnum í heimbýi teirra. Hin yngri var í ringum hýri. Hann gramdi seg um peningaloysi og svartar framtíðarvónir. Hin eldri talaði vinarliga [...] Fleiri enn ein tala um heimsins neyð og elendigheit, sum er veruleiki manga staðni í heiminum. Hesa føði fáa vit í bløðum, sjónvarpi og útvarpi, og soleiðis fáa vit ein part av veruleikanum at kenna. [...] «. Men tá síggja vit ikki nóg langt. Tá gloyma vit, ella taka tað ikki við í dømið, at hvussu hjálparleys vit hóast alt eru í lívsins harða og ómilda talvi, tá hava vit hóast alt altíð hin vælsignaða og
Jens Guð í Føroyum, her hann lærdi føroyingar at skriva kaligrafi. Jens Guð hevur fingist nógv við tónleik og fekk hugskotið at sameina Ísland, Grønland, Sámaland og Føroyar á eini rockfløgu. Í samstarvinum [...] møguleika at náa nógv fleiri lurtarar, enn teir hava í løtuni, tí fløgan verður boðin til sølu um allan heim Jens Guð sigur sjálvur, at tónleikurin er grundfestur í harðara rocktónleikin, við íblástri frá eldri [...] londum. Júst hesin arvurin umboðar nakað ektað, ið tónleikararnir ofta ikki eru greiðir yvir sjálvir. Men útlendsku oyruni hoyra hetta. Haður føroyskur rock dansur Jen Guð býður vælkomin inn í ein litfagran
reklamera fyri seg sjálva. Teir eru júst farnir undir eitt triller-ævintýr í fýra pørtum. Tað snýr seg um býin Istanbul og leggur partvís upp til eina sjónvarpsrøð, sum verður send í heyst um fremmandar og eksotiskar [...] »spots«, ið bert verða víst í nøkur fá sekund. Á internetinum hevur miðlakonsørnin Discovery Channel ført fram ein nýggja hátt at reklamera, sum er interaktivur og kann vara í tímavís. Staðið eitur Explorer [...] mystiskar adressur í Istanbul. Tú er kurerur fyri eina organisatión við tí løgna navninum IDS, Impossible Delevery Service, altso ómøguliga leveringar. Áðrenn tú hevur vent tær, ert tú miðskeiðis í einum plotti
Sjálvstýrisflokkurin helt, at tingið ikki skal blanda seg upp í at javnseta tímalønt og fastlønt. Men viðgerðin av hesum evnið í Sosialinum í gjár prógvar, at undanførsla Tjóðveldisfloksins bert eru lótir [...] tí als einki at leggja afturat viðgerðini hesum viðvíkjandi. Á hesum stað vístu vit fyrr í vikuni á, at júst hetta málið var eitt upplagt høvi hjá Tjóðveldisflokkinum at vísa, hvar hann stendur sum verji [...] Og umberingin frá Tjóðveldisflokkinum var sum væntað, at landsstýrið arbeiðir við málinum. Viðgerðin í tinginum vísti eisini, at samgongan als ikki er samd - og at hon eftir øllum at døma ongantíð kemur