Ivaðist til tað seinasta

Jógvan Martin Olsen segði eftir dystin mikukvøldið, at hann fram til tað seinasta ivaðist, hvussu føroyska liðið skuldi stillast

Modena, Italia: Hóast tesan um heiðurligu tapini ikki longur er so væl lýdd í føroyskum fótbólti, so var føroyski landsliðsvenjarin á ongan hátt vónbrótin, eftir at hansara menn høvdu strítt seg til eitt tap av júst tí slagnum mikukvøldið.

- Sum heild haldi eg, at eg var sera væl nøgdur um avrikið. Ikki minst tí eg ikki var heilt avkláraður um, hvussu eg skuldi stilla liðið. Eg ivaðist sera nógv í ávísum plássum, og tók kanska onkra avgerð, sum eg als ikki var so vísur í var tann rætta. Men nú eftir dystin má eg siga, at eg eri fegin um hesar avgerðir, har eg kanska ikki tók vanliga atlitið til dagsformin hjá onkrum spælara.

- Men tað stuttligasta haldi eg var at síggja, hvussu væl bakkarnir hjá okkum spældu. Hetta er jú ein fantastisk kulissa at spæla í, og tað er ógvuliga týðandi fyri teir, at teir fáa slíkar royndir. Og teir spældu eisini útmerkað haldi eg.

Men sum heild tóktist føroyska liðið eisini at tora at spæla?

- Ja, avgjørt. Teir fáa kanska tvey keðilig mál, har vit eru óhepnir at gera sjálvmál, og har teir so skora triðja málið eftir eitt óneyðugt bólttap. Sjálvt um hatta skotið nú var ótrúliga gott.

Í hálvleikinum avtalaðu vit so, at vit skuldu spæla, sum høvdu vit framvegis nullið, og tað haldi eg eydnaðist væl. Sjálvandi kanst tú so altíð tosa um, at Italia tók fótin av speedaranum. Men eg haldi samstundis, at okkara tordu at spæla, og tað var ógvuliga gott at síggja. Serliga haldi eg tað hjálpti, at vit tóku málverjan við í spælið eftir steðgin, tí undan hesum hevði als ikki eydnast okkum at taka ferðina av dystinum.

- Og so sóu vit fleiri av okkara spælarum, sum veruliga lyfti sítt støði. Christian Holst var ein fragd fyri eygað, og bæði Súni, Atli, Jón Rói og Fróði vóru framúr. Eg haldi ikki, at eg kann seta fingurin á nakran í so máta.