Rockur úr køldu høvunum

Nú er fløgan "Rock from the cold seas" komin. Íslendingurin Jens Guð tók stig til fløguna, har Ísland, Sámaland, Grønland og Føroyar samstarva. 4 føroyskir bólkar eru við á fløguni

Fløgan "Rock from the cold seas" er komin. Fyri nøkrum mánaðum síðani var íslendingurin Jens Guð í Føroyum, her hann lærdi føroyingar at skriva kaligrafi. Jens Guð hevur fingist nógv við tónleik og fekk hugskotið at sameina Ísland, Grønland, Sámaland og Føroyar á eini rockfløgu.

Í samstarvinum millum Nora, Tutl, Jens Guð, tónleikararnar og forløg í øðrum londum, er fløgan nú veruleiki. Øll løgini eru tikin upp áðrenn, av øðrum útgávum, og eru vald út til hesa fløguna. Bólkarnir skuldu spæla eitt hart rocklag á móðurmálinum.

4 føroyskir bólkar eru við og eru teir Diatribes, Hetaspeech, Grønt Fót Slím og 200.


Náa út

Við hesi fløguútgávuni hava bólkarnir møguleika at náa nógv fleiri lurtarar, enn teir hava í løtuni, tí fløgan verður boðin til sølu um allan heim

Jens Guð sigur sjálvur, at tónleikurin er grundfestur í harðara rocktónleikin, við íblástri frá eldri, siðbundnum stílum og tónleikaarvi úr teim ymsu londum. Júst hesin arvurin umboðar nakað ektað, ið tónleikararnir ofta ikki eru greiðir yvir sjálvir. Men útlendsku oyruni hoyra hetta.


Haður føroyskur rock dansur

Jen Guð býður vælkomin inn í ein litfagran heim av spennandi, øðrvísi og hørðum norðurlendskum tónleiki til lurtaran at njóta. Tónleikur frá smáum londum við sterkari rockmentan.

Jens Guð vísir á, at ikki áður hevur ein hoyrt føroyskan dans við hørðum rocki, jazz-punkfussion ella samba trash-death metal. Eisini er óhoyrt at at hoyra sámiska joikin við rocki ella heavytechno joik. Ella ein íslendskan rapp sang úr farnu øld. Ella grønlendskt metal rapp.

Ein skilir kanska ikki øll orðini á hesi fløguni, men tað er heldur ikki neyðugt, tí her verður skríggjað av hjarta og frá hjartanum. Tónleikurin talar fyri seg - harðari enn orð.

Eftir at hava lurtað, veit ein, hví Bjørk er so serstøk.

Hetta er ein serstøk útgáva og ein møguleiki hjá bólkunum at røkka út um landoddarnar. Ein fløga við rocktónum við uppruna í gamlari mentan. Nakað, ið útlendsk oyru hoyra betri enn innføddi lurtarin og sum tónleikarin kanska ikki veit av.

Ein øðrvísi fløga. Eitt savn. Samstarv og ein varði á leiðini úteftir.