- Eg skilji væl støðuna hjá Birnu Mørkøre, men tá kundi eg ikki svara øðrvísi. Fyri hálvum øðrum ári síðani var støðan annaðleiðis. Størsti tørvurin á ansingarplássum var Inni á Gøtu, men við tað at ein stovnur verður bygdur har nú broytist støðan og tað økið stendur ikki longur ovast á listanum. Nú eiga vesturbýurin og Argir at standa fyri skotum, men hvat ítøkiliga skal gerast har er ov tíðliga at siga enn. Hinvegin hevur nýggjur barnagarður á Argjum verið nevndur. Men einki nýtt er hent í sosialu nevnd síðani annar formaður tók við, als einki, sigur Elin Lindenskov.
Hetta er svarið frá Elini Lindenskov til tað Birna Mørkøre førir fram í blaðnum, nevniliga spurningin, hví Elin Lindenskov nú tosar um bygging av stovni í vesturbýnum eftir at hon er farin frá sum formaður í sosialu nevnd.
- Um mørkini millum býarpartarnar eiga at verða tikin burtur, soleiðis sum Birna Mørkøre skjýtir upp, sigur Elin Lindenskov, at tað kann hugsast at vera ein nýtilig loysn. Foreldrafelagið í Havn hevur eisini mælt til hetta.
- Tað er ikki viðgjørt í býráðnum, men eg dugi at síggja, at tað er ein møguleiki. Vórðu mørkini tikin burtur rokni eg við, at støðið á stovnunum hækkaði, tí so høvdu teir gjørt meiri burtur úr at gera júst teirra stovn góðan og áhugaverdan. Sum býráðspolitikari hava vit ikki møguleikan at kanna eftir, hvussu stovnarnir virka, sigur Elin Lindenskov.
Glið kemur á
Fyrrverandi formaðurin í sosialu nevnd roknar við, at landsstýrið verður noytt til at játta fleiri pengar á fíggjarlógini næsta ár til barnaansing.
- Eg rokni við at glið kemur á og at barnaansing verður løgd yvir til kommunurnar at umsita. So skulu vit finna út av, hvussu peningaliga býtið skal vera millum land og kommunu. Ábyrgdin á økinum eigur at vera okkara, tað verður lættari at gera langtíðarætlanir og harvið verður tað eisini lættari at geva foreldrum eitt svar uppá, nær tey kunnu vænta, at børn teirra sleppa á stovn, sigur Elin Lindenskov at enda.