Saman tey standa - ímóti tí tímalønta

Tað var sum fryktað. Tjóðveldisflokkurin tekur ikki undir við at tryggja tí tímalønta somu rættindi sum tí fastalønta við at broyta lógina um dagpening soleiðis, at dagpeningur fæst frá fyrsta sjúkradegi.

Viðgerðin av andstøðuuppskotinum á tingi fyrradagin vísti, at Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa saman um at fella uppskotið. Og umberingin frá Tjóðveldisflokkinum var sum væntað, at landsstýrið arbeiðir við málinum.

Viðgerðin í tinginum vísti eisini, at samgongan als ikki er samd - og at hon eftir øllum at døma ongantíð kemur við nøkrum uppskotið. Tjóðveldisflokkurin vil hava, at arbeiðsgevarin skal rinda tveir teir fyrstu sjúkradagarnar hjá tímaløntum - og ikki landið. Fólkaflokkurin vil als ikki hoyra um nakað slíkt, og Sjálvstýrisflokkurin helt, at tingið ikki skal blanda seg upp í at javnseta tímalønt og fastlønt.

Men viðgerðin av hesum evnið í Sosialinum í gjár prógvar, at undanførsla Tjóðveldisfloksins bert eru lótir. Landsstýrið arbeiðir als ikki við málinum. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur sett eina nevnd - satt er tað. Men hendan nevnd hevur ongan fund havt síðani 1998! - og landsstýriskvinnan hevði tí als einki at leggja afturat viðgerðini hesum viðvíkjandi.

Á hesum stað vístu vit fyrr í vikuni á, at júst hetta málið var eitt upplagt høvi hjá Tjóðveldisflokkinum at vísa, hvar hann stendur sum verji løntakaranna - og tað hevur hann nú víst. Flokkurin fær ikki tikið seg saman um annað enn fullveldið - og tí mugu allar aðrar ósemjur við borgarliga Fólkaflokkin liggja - flokkurin tykist ikki tora at taka eitt stríð um 10 milliónir til tímalønt upp, fyrr enn fullveldið er rokkið saman við Fólkaflokkinum.

Páll á Reynatúgvu, formaður í Trivnaðarnevndini og tingmaður Tjóðveldisfloksins, tosaði so niðursetandi um andstøðuuppskot - kallaði tað opportunismu - og Finnur Helmsdal kallaði tað atkvøðufiskarí.

Tann kaldi veruleikin er kortini tann, at Tjóðveldisflokkurin forðar fyri, at tímalønt og fastlønt verða javnsett - og einki bendir á, at nakað verður broytt hesum viðvíkjandi hetta valskeiðið.

Kallið tað bara atkvøðufiskarí og opportunismu - men einans tríggjar tjóðveldisatkvøður kunnu beina burtur ójavnan?