Siðirnir halda

Norðoyingar prógvaðu í seinastu grindini, at gomlu føroysku siðirnir at geva øðrum burturav eru varðveittir.

Reportaga: Norðoyigar fingu so nógva grind hesa vikuna, at tað vóru ikki øll, ið hvødu pláss at goyma hesar vælsignaðu bitar.

Men einki skuldi burt av gávuni. Tí gløddu telefonlinjurnar úr Norðoyggjum inn á meginlandið allan hósdagin. Norðoyingar buðu skyldfólki og vinum at koma norður at fylla sær kaggarnar, so tey eisini kundu leska sær av hesum góðu bitum.

Hetta sást eisini á ferjuleguni í Leirvík seinnapartin. Har var ein øðilig rokan av fólkum, ið runnu aftur og fram við kaggum, baljum, plastiksekkjum og øðrum íløtum. Møguleikin at ogna sær eitt kók skuldi ikki fara fram við borðinum.

Tað var sum í grind!

Biladekkið á Dúgvuni minti mest um eina bryggju, har menn júst eru lidnir at skera upp. Slipsaklæddu fundarmenninir, sum komu heim aftur úr Havn, máttu hyggja seg væl fyri og leypa millum mongu hyljarnar, fyri ikki at oyðileggja leðurskógvarnar og væl pressaðu brøkurnar av sniki og blóði.

Hinvegin runnu vásaklæddir meginlandsmenn í land við vognum, fyltum av kaggum, baljum og sekkjum at fylla í viðførisrúmið.

Fyri hvønn túrin hjá Dúgvuni gjørdist ferðaætlanin alt meira óreglulig. Grindin mátti og skuldi á- og avskipast. So mátti ferðaætlan vera ferðaætlan.

Í egningarskúrum í Klaksvík stríddust sveittandi menn við at fáa grindina til høldar. Og tá meginlandsmenn komu við kaggunum, var einki annað at gera, enn bert at standa og hyggja at, meðan kaggarnir vórðu fyltir. Kanska onnur hondin bleiv skitin...

Sjálvandi var eisini steðgur, meðan menn eftir gomlum siði fingu sær ein ráka.

Nóg mikið var ikki við meginlandsíløtunum.

? Eitt ílat afturat til tín og eitt til Velbastaðvegin og eitt til Eiðis. Jú, tit hava pláss!

Síðani aftur at rokast inn eftir biladekkinum á Dúgvuni. Nú var hon nógv seinkað. Og bilarøðin í Klaksvík rakk frá ferjuleguni og heilt norð til Solo. Summi sluppu ikki heim aftur tann dagin. Men hvat um tað, veitslurómur var.

? Hvør segði, tað var neyðugt at stjala sær grind? Nei, frægast mann vera at fáa hana erliga.

Manga takk!