Føroyar og tann ræðuliga óvissan

Tað er neyðugt at fáa politiskan stabilitet í Føroyum. Sum nú er vita fólk hvørki út ella inn, og hetta hevur nú verið lagið í nógv ár.

Fólkið hevur lítið samband við politikarar í dag og tað er sera óheppið, tí fólk vilja síggja tey valevni, sum tey hava valt fyri sítt øki í landinum. Hví tað er so, vei ein ikki, men eitt er vist, at tað er neyðugt at í hesum broytingartíðum, at tey lokalu umboðini runt landið gera vart við síni øki og tað harðliga, annars verða tað nógvir partar av landinum, sum verða við sviðusoð.


Útjaðarin

Lokalpolitikarar verða teir nvndir, sum ynskja okkurt úti um landið. Tað eru júst tey, sum vilja hava nakað at henda runt landið, sum eru landspolitikarar, so kunnu tey rópa tað tað tey vilja, tí tey fólk, sum verða valdi úti um landið, skulu verja teirra øki.

Suðuroyingar eiga at standa saman um alt, sum viðkemur Suðuroy og síggja til, at vit ikki verða eftirbátar.

Vit noyðast at verja okkara sjúkrahús, sum vit vita nógvar kreftir vilja hava niðurlagt, og um tað eydnast teimum at fáa fólkatalið niður um eitt vist, so er fári á ferð. Tey siga tað er ov kostnaðarmikið at hava trý sjúkrahús, hóast tað í Suðuroy er tað sum er bíligast ringið í danska kongsríkinum.

Nógv eru tey, sum rokna út hvat Smyril kostar pr. dag at sigla til Suðuroyar. Smyril má og skal sigla tveir túrar pr. dag til Suðuroyar, sjálvt um tað kostar pening, tí tað ger tað.

Lag vágamenn fáa sín undirsjóvartunnil og Norðoyggjar við, men tað eigur at kosta at koyra ígjøgnum teir, eins og tað kostar at sigla til Suðuroyar, Sandoy og aðrar staðir í landinum.

Vit skulu trúgva á okkara eindir, vit skulu standa saman móti teim kreftum, sum vilja jarðleggja okkum, við trúgv á okkum sjálv kunnu vit flyta fjøll, tað er eingin annar, sum ger nakað fyri okkum. Lat tað standa fast.

Samanhaldið, fáa vit tað, so skal tað fíggjarliga nokk koma upp á pláss.

Vit trúgva á okkara land, vit trúgva á okkara fólk og vit trúgva á Gud, tá megna vit alt.


Jógvan Krosslá,

valevni í Suðuroy

á lista E