Væleydnaðar seismiskar kanningar við Føroyar

-Kanningarnar vóru sera væleydnaðar og nú leggja vit so síðstu hond á at gera tilfarið klárt til oljufeløgini. Hetta sigur Allan Boulder, hjá seismikkfelagnum Geco Pracla í Noregi.

Kanningarnar hann sipar til vórðu gjørdar á føroyska landgrunninum í mai. Talan er um ein kanning, sum Geco Pracla sjálvt hevur tikið stig til og fíggjar, men eisini oljufeløg hava ynskt at fáa tilfarið.

Allan Boulder sigur, at teir vóru ómetaliga hepnir við veðrinum og øllum, tá teir skutu seismikkin. Teir fingu skotið alt tað teir høvdu ætlað og sær tilfarið eisini sera gott út, tað teir hava hugt eftir higartil.

Tað var eitt russiskt seismikkskip, sum gjørdi kanningarnar. Talan er um 2000 kilometrar av data, sum er tikið upp eftir bert einum mánaði, og tað er sera gott. Brúktur var ein sokallaður ?singlestreamer? uppá 12 km, sum er gjørdur nettup til føroyska landgrunnin við sínum tjúkka basalti. Slíkur er ikki brúktur við Føroyar áður. Hetta er rættiliga framkomin arbeiðsháttur og eitt stig víðari frá teimum kanningum, sum felagið gjørdi við Føroyar í fjør við tveimum skipum. Endamálið við at brúka nýggjar arbeiðshættir og teknikk er at kunna síggja betri gjøgnum basaltið.

Allan Boulder dugir ikki at siga, nær tilfarið er klárt til at lata oljufeløgunum, men tað er so gjørt við tí fyrstu útbjóðingini í hyggju og verður tí helst koyrt á marknaðin seinni í ár.

Kanningarnar eru gjørdar frá nýggja markinum í eystan og sunnan fyri og síðani inn móti landi.

Geco Prakla hevur loyvi at gera seismiskar kanningar við Føroyar fram til 24. februar ár 2000.

Fleiri onnur feløg hava eisini forkanningarloyvi. Eitt er PGS, hvørs loyvi gongur út 10. august í ár, og sum eisini snýr seg um seismikk. Veritas DGC hevur eisini loyvi at skjóta seismikk til 14. februar ár 2000.

Síðani hevur eitt nýtt felag júst fingið forkanningarloyvi við Føroyar. Tað er Bell Geospace Limited í Aberdeen. Loyvið er frá 6. juni og gongur út 6. juni ár 2000. Hetta felagið ætlar sær at gera eitt øðrvísi slag av seismiskum kanningum enn tað, sum higartil er roynt á føroyska landgrunninum.