vit nevndu í blaðnum ígjár, at tað neyvan fór at ganga stillisliga fyri seg, um tað nú ístaðin verður Sóljan, sum skal flyta niður. Hetta um Tjaldur fekk viðhald í málinum, og tískil kundi lyfta seg upp [...] móti VB, og við at sleppa undan útidystinum, avmarkaðu tær negativa málmunin. - Seinni varð eg tó sissaður, tá eg fekk at vita, at hondbóltsreglurnar vóru púra greiðar á hesum øki, soleiðis at um vit endaðu [...] á mótstøðuliðnum, at tær vistu, at tær komandi árið skuldu spæla í áðru deild. - At tey nú royna at geva HSF skuldina fyri hetta, kunnu vit ikki taka okkum av. Teirra mistak var, at tær ikki vunnu dystin
verkætlanina. - Nú fer tað at taka eitt hálvt ár at broyta býarætlanina. Síðani skulu vit finna útav, hvussu vit skulu ognartaka økið. Tað er torført at siga, nær arbeiðið kann byrja. Tað avhongur eisini [...] inn. Ein segði við meg ein dagin, at Nes Kommuna verður miðdepilin í Føroyum, tá ið undirsjóvartunnilin kemur, og tað er nakað um tað. Tað verða einans tíggju minuttir at koyra til Havnar, um tú arbeiðir [...] Eg rokni við, at tað eru hesi útlit, sum gera tað so áhugavert at flyta her til, heldur hann. - Eisini er tað stórur prísmunur á grundstykkjum her í mun til í Havn. Vit kunnu vænta, at tað verður eitt sindur
fyrireikingarnar hava gingið væl, og menn verða klárir til dystin hóskvøldið, so vit fara at gera alt, ið vit eru mentir og eitt sindur afturat fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur Eli Hentze við FSF.fo [...] er heldur ikki í iva um, at mótstøðuliðið telist millum teir bestu. - Hetta er toppurin av elituni, ið vit skulu møta. Tí krevst, at vit leggja nógv fyri, fyri at fáa eitt gott úrslit. Mótstøðumenninir [...] - Vit eru væl vitandi um, at hetta verður ein stór avbjóðing. Men føroyska U21-landsliðið hevur fyrr staðið seg væl á útivølli ímóti Týsklandi, og hví ikki aftur hesaferð. Tað sigur Eli Hentze, hjálparvenjari
- Uppskotið er ógvuliga torført at yvirskoða og landsstýrismaðurin fer at stýra nógvum við kunngerðum. Tað kann ongantíð hjálpa vinnuni. Tað sigur Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, fyrrverandi fisk [...] fiskimálaráðharri. Jacob Vestergaard sigur millum annað, at tað undrar hann, at mann sær burtur frá øllum teim røddum, sum finnast at kvota skipanina. - Atfinningarnar eru næstan við ein munn, men alíkavæl
arbeitt við at gera ein nýggja gongugøtu við Havnar kirkju. Men tað týdningarmesta er at fáa trappuna og vegin liðug. Hóast tað hevur tikið langa tíð at gera trappuna lidna, so sigur borgarstjórin, at fíggjarætlanin [...] stóð, verður liðug til jóla. Tað upplýsir borgarstjórin, Heðin Mortensen, við in.fo. - Tað verður arbeitt við fullari orku við trappuni og umhvørvinum rundanum. Í løtuni er tað serliga framleiðslan av gróti [...] mangla bara fýra trin í trappuni. Ætlanin er, at hon skal verða liðug til jóla. - Hetta verður ein góð trappa og møtistað fyri borgarar í Havnar kommunu og allar føroyingar. Serliga tá serliga tiltøk, so
Trump bæði ein vinmann og ein mótstøðumann hjá Paul Ryan tætt at sær. Tað vísir, at hann velur fólk úr báðum legum at ráðføra seg. So tað verður áhugavert at síggja hvussu leikur fer fram. Tilnevningin av [...] ábendingar um, at hann broytir stíl sum forseti. - Hann hevur altíð sagt, at hann fór at broyta stíl, tá hann gjørdist forseti, og tað tykist, at hann er meira semjusøkjandi nú. Tað kann tykjast, at hann roynir [...] í republikanska flokkinum og hevur verið tað í nógv ár, meðan Stephen B. Bannon er nýggjur á hesum pallinum, sigur Erik Løksagarð Absalonsen og heldur fram. - Tað vísir, at hann er trúfastur móti teimum
ein pinkulingatjóð bíðar landsliði hansara. - Teir fara at hava tíggju mans aftanfyri bóltin, og vit verða noyddir at finna pláss at spæla á. Tað gera vit tó, sigur hann avgjørdur. Við William Gallas í [...] bendir á, at hann fer at manna miðverjuna saman við Lilian Thuram úr FC Barcelona. Í øllum førum sigur hann seg vera til reiðar til uppgávuna, um venjarin vil hava hann at byrja inni. - Vindur, regn og lítil [...] lítil leikvøllur við nógvum trýsti. Tað verður avgjørt ein trupul dystur í Føroyum, sigur 30 ára gamli Arsenal-verjuleikarin við heimasíðuna hjá Uefa, og leggur afturat, at skora teir ikki innan teir fyrstu
kommunu hava roynt at lagt trýst á fyri at fáa eina ætlan fyri høvuðsvegin gjørda. Men einki hendir, og tí meinar hann, at tað er alneyðugt, at okkurt hendir beinanvegin. - Tað hevur víst seg at verið øgiliga [...] øgiliga trekt at fingið landsmyndugleikarnar at taka tað í álvara. Nú er tað eitt knapt ár, til tunnilin skal lata upp, og borgararnir her eru rættiliga ørkymlaðir. Vit hava nógva ferðslu nú, og ferðslan í [...] í Runavíkar kommunu, og tí er hesin fyrispurningur viðkomandi fyri hann. - Eg veit, at vit hava verið í einari tilgongd í sjey ár, har man hevur roynt at sett ferð á arbeiðið at fyrireika vegin, so mann
ikki sett nokk pening av til at viðlíkahalda teir bústaðirnar, sum hava verið, og úrslitið av tí er, at mann hevur verið noyddur at latið nógvar bústaðir aftur og flyta fólk. Tað hjálpir sjálvandi ikki upp [...] umlættingarstovnunum, sum annars eisini treingja til ábøtur og viðlíkahald. Bundin at tí almenna At bíða og bíða uttan at vita, nær mann kann rokna við at fáa egnan bústað, fyllir sera nógv í gerandisdegnum hjá [...] leigumarknaðin og finna sær okkurt uppá sama máta, sum flest onnur fólk kunnu. Samstundis hava tey ringar møguleikar at taka lán. Tí eru tey so bundin at tí almenna, sum eigur at syrgja fyri, at tað eru vardir
givin, tí at hann valdi gentuna fram um arbeiði. Tað vísir seg annars, at stripparar fáa alsamt meiri virðing millum manna, og hetta játtar Chris eisini. Hann greiðir frá, at fyrr var tað vanligt, at menn stóðu [...] svarar Chris: - Tað er ógvuliga trupult at hava eina gentu heima í Onglandi. Tað eru bert onkur einkultur, sum hevur tað. Um tú skalt hava eina gentu heima við hús, so noyðist at skilja og virða arbeiði [...] arbeiði hjá tær, og slíkar gentur hanga ikki á trøunum. Nógvir hava havt gentu, men tað vísir seg, at tær altíð eru um at ganga av verðini av øvund, tí at vit vísa okkum fram fyri øðrum gentum. Tað er eisini