- Trump er vorðin meira semjusøkjandi

Hóast tað eru átjan dagar síðan, at Donald Trump vann amerikanska forsetavalið móti Hillary Clinton, demokratiska forsetavalevninum, so tekur Trump ikki við valdinum fyrr enn 20. januar.


Tað merkir tó ikki, at hann hevur tikið sær av løttum síðan valið. Tvørturímóti hevur hann havt úr at gera við at seta ráðharrar, ráðgevar og fylla aðrar týdningarmiklir sessir í nýggju stjórnini.

Spenningur hevur verið knýttur til tilnevningarnar, tí tær eru ein ábending um hvørja politiska kós nýggi forsetin ynskir at føra.


Sambært Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðing, tykjast fyrstu tilnevningarnar at benda á, at Donald Trump nú roynir at byggja brýr millum ymiskar partar av republikanska flokkinum.


- Reince Priebus gjørdist Chief of Staff og Stephen B. Bannon gjørdist nærmasti ráðgevin. Hetta verða hansara tættastu ráðgevar í Hvítu húsunum, men talan er um tveir menn, ið umboðaðu hvør sín vong í valstríðnum hjá Trump, sigur Erik Løksagarð Absalonsen.


Meðan Stephen B. Bannon aldrin hevur hildið ein politiskan sess áður, so er Reince Priebus gamal í garði í republikanska flokkinum.


- Reince Priebus er partur av maskinarínum í republikanska flokkinum og hevur verið tað í nógv ár, meðan Stephen B. Bannon er nýggjur á hesum pallinum, sigur Erik Løksagarð Absalonsen og heldur fram.


- Tað vísir, at hann er trúfastur móti teimum, ið hava stuðlað honum. Tá Trump gjørdist republikanskt forsetavalevni valdi Reince Priebus at stuðla honum, og hevur hann stuðlað honum gjøgnum allar gølurnar, hóast nógvir aðrir republikanskir leiðarar vendu Trump bakið, greiðir stjórnmálafrøðingurin frá.


Tilnevningin av Reince Priebus kann eisini vera eitt strategiskt gott val, tí hann hevur gott samband við leiðararnar í republikanska flokkinum, ið Trump hevur havt trupulleikar við, metir Erik Løksagarð Absalonsen.


- Priebus hevur eitt gott samband við baklandið í republikanska flokkin, umframt at hann er væl við floksformenninar í Kongressini, Paul Ryan og Mitch McConnell. Tað ger helst samstarvið við republikanska flokkin lættari.


Í hinari leguni er Stephen B. Bannon, ið áður hevur verið sera atfinningarsamur móti leiðsluni í republikanska flokkinum.


- Stephen B. Bannon staðið á odda fyri Breibart, ið hevur ført eina politiska herferð móti Paul Ryan. So nú hevur Trump bæði ein vinmann og ein mótstøðumann hjá Paul Ryan tætt at sær. Tað vísir, at hann velur fólk úr báðum legum at ráðføra seg. So tað verður áhugavert at síggja hvussu leikur fer fram.


Tilnevningin av Stephen B. Bannon hevur verið umstrídd í USA, og tað er ikki uttan grund, sigur stjórnmálafrøðingurin.


- Hann hevur samband við bólkar, ið eru uttast á høgra vonginum, ið nú sleppa inn í hitan. Tað er alt-right rørslan og konspirationsteoretikarar á høgraveinginum. Tað er ein kollveltandi broyting, at man nú hevur ein slíkan mann í Hvítu húsunum, ið hevur samband við hesa rørsluna, sigur Erik Løksagarð Absalonsen.


Hóast Donald Trump førdi eitt hart valstríð har hann langaði út eftir teimum, ið vóru ósamd við honum, so eru ábendingar um, at hann broytir stíl sum forseti.


- Hann hevur altíð sagt, at hann fór at broyta stíl, tá hann gjørdist forseti, og tað tykist, at hann er meira semjusøkjandi nú. Tað kann tykjast, at hann roynir at byggja brýr millum tær ymisku partarnar av republikanska flokkinum, sigur Erik Løksagarð Absalonsen og vísir á tvær tær seinastu tilnevningarnar.


- Nikki Haley, nýggja sendikvinnan til S.T., og Betsy DeVose, nýggi skúlamálaráðharrin, eru tvær kvinnur, ið hava verið atfinningarsamar móti Trump. So Trump fylgir leistinum hjá Barack Obama, og tilnevnir fólk, ið hava verið ósamd við honum. Bara tað, at Mitt Romney hevur verið nevndur sum uttanríkisráðharri vísir, at hann roynir at náa tey, ið fyrr hava verið ósamd við honum, sigur Erik Løksagarð Absalonsen.