- Torført at yvirskoða uppskotið

- Uppskotið er ógvuliga torført at yvirskoða og landsstýrismaðurin fer at stýra nógvum við kunngerðum. Tað kann ongantíð hjálpa vinnuni.

 

Tað sigur Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, fyrrverandi fiskimálaráðharri.

 

Jacob Vestergaard sigur millum annað, at tað undrar hann, at mann sær burtur frá øllum teim røddum, sum finnast at kvota skipanina.

 

- Atfinningarnar eru næstan við ein munn, men alíkavæl lurtar mann ikki eftir. Kvotaskipanin hevur nógvar vansar við sær, millum annað kann útblaking gerast ein stórur trupulleiki, sigur Jacob Vestergaard.