- Trupult at strippa og hava gentu

Hetta sigur 23 ára gamli Chris, sum er tann yngsti av teimum fimm limunum í Dream Boys, ið vitjaðu klettarnar í vikuskiftinum

Tað er ymiskt, hvørja fatan fólk hava av teimum, men tað er tó greitt, at nógv halda teir vera nakrar tómar dukkudreingir, sum halda seg vera og elska at vísa seg sjálvan fram. Limirnir í Dream Boys eru tó nakrir heilt vanligir ungir menn úr Onglandi, sum royna at forvinna sær eitt sindur av peningi á ein eitt sindur øðrvísi hátt enn tey flestu.


Hava 12 ár baki

Tá ið Yngd fær eitt lítið prát við Chris, stutt eftir at hann saman við hinum dreymadreingjunum hevur verið á pallinum í Club 20 sunnukvøldið, stendur hann við barrdiskin og er í ferð við at njóta eina kalda Føroya Bjór veðr.

Chris greiðir frá, at Dream Boys hava heili 12 ár á baki, men at hann sjálvur bert hevur verið við í hálvttriðja ár. Onkur av hinum limunum hevur verið í samfull níggju ár, so hesin er ein sannur veteranur í hesi so forkunnugu vinnu.

Tilsamans eru limirnir í Dream Boys átta í tali. Teir ferðast sjáldan meira enn fimm í senn, og so eru hinir eftir heima í London. Chris greiðir frá, at man nærum kann siga, at teir eru fimm fastir, og so hava teir tríggjar eykamenn. Hann nevnir í hesum sambandi, at teir fimm, sum hava vitjað her í Føroyum, eru júst teir fimm fastu.

Tað er ikki frítt, at vælvandu kropparnir vera vístir fram víða um í heiminum. Chris greiðir frá, at bara síðani hann kom við í bólkin, hava teir havt framførslur í Russlandi, Dubai, Skandinavia, Spania og aðrastaðnis við. Størsta fjøldin, sum Chris hevur framført fyri, var á Tenerife, tá ið teir høvdu eina framførslu, sum var á einum palli, ið var settur upp mitt á eini stórari strond. Framførslan var í sambandi við eitt stórt sokallað beach-party, og ikki færri enn 2.500 áskoðarar vóru til ta framførluna hjá Dream Boys.

Kendastu mannligu strippararnir í heiminum eru uttan iva amerikansku Chippendales, men í Bretlandi eru Dream Boys teir størstu, greiðir Chris frá. Síðani eru tað nógvir aðrir minni bólkar, men eingin hevur sama støði sum Dream Boys, vil Chris vera við.


Fáir hava gentu

Spurdur, hvussu tað er at hava eitt persónligt kærleikslív, tá ið man er strippari, svarar Chris:

- Tað er ógvuliga trupult at hava eina gentu heima í Onglandi. Tað eru bert onkur einkultur, sum hevur tað. Um tú skalt hava eina gentu heima við hús, so noyðist at skilja og virða arbeiði hjá tær, og slíkar gentur hanga ikki á trøunum. Nógvir hava havt gentu, men tað vísir seg, at tær altíð eru um at ganga av verðini av øvund, tí at vit vísa okkum fram fyri øðrum gentum. Tað er eisini onkur fyrrverandi limur í Dream Boys, sum er givin, tí at hann valdi gentuna fram um arbeiði.

Tað vísir seg annars, at stripparar fáa alsamt meiri virðing millum manna, og hetta játtar Chris eisini. Hann greiðir frá, at fyrr var tað vanligt, at menn stóðu og niðurgjørdu teir, meðan teir vóru á pallinum, meðan tað í dag gerst meiri og meiri vanligt, at mans koma til teirra eftir framførslurnar og geva teimum gott skoðsmál fyri framførsluna.


Koma aftur til Føroya

At enda sigur Chris, eftir at vera spurdur um Dream Boys koma aftur til Føroya, at tað gera teir heilt vist. Fyrireikararnir av tiltakinum her í Føroyum hava spurt okkum, um vit vilja koma aftur, og tað eru vit ógvuliga áhugaðir í, sigur fyrikomandi stripparin úr London at enda, áðrenn hann fer at gera seg kláran til tað heilt stóra eykanummarið í Club 20 sunnukvøldið.