- Trupulleikin er nógv størri, enn mann gevur sær far um

- Tað hevur víst seg at verið øgiliga trekt at fingið landsmyndugleikarnar at taka tað í álvara, sigur Terje B. Vestergaard

Terje B. Vestergaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, hevur spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hvussu tað gongur at gera nýggja høvuðsvegin ígjøgnum Runavík, nú Eysturoyartunnilin skjótt verður liðugur.

Umframt at hava sæti á tingi er Terje B. Vestergaard eisini varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, og tí er hesin fyrispurningur viðkomandi fyri hann. 

- Eg veit, at vit hava verið í einari tilgongd í sjey ár, har man hevur roynt at sett ferð á arbeiðið at fyrireika vegin, so mann ikki renur seg í somu støðu, sum mann hevur sæð í øðrum líknandi verkætlanum, segði hann í samrøðu í tíðindunum á FM1. 

Terje B. Vestergaard vísti víðari á, hvussu tey í Runavíkar kommunu hava roynt at lagt trýst á fyri at fáa eina ætlan fyri høvuðsvegin gjørda. Men einki hendir, og tí meinar hann, at tað er alneyðugt, at okkurt hendir beinanvegin.

- Tað hevur víst seg at verið øgiliga trekt at fingið landsmyndugleikarnar at taka tað í álvara. Nú er tað eitt knapt ár, til tunnilin skal lata upp, og borgararnir her eru rættiliga ørkymlaðir. Vit hava nógva ferðslu nú, og ferðslan í framtíðini fer at leggja eitt øgiligt trýst á veganetið hjá okkum, sum vit ikki kunnu hýsa í verandi støðu.

- Trupulleikin er nógv størri, enn mann gevur sær far um frá landsmyndugleikans síðu, sigur Terje B. Vestergaard. 

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen á FM1 gjørdi við Terja Vestergaard við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.