Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding vóru fyri tapi í heimadysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Kolding tapti 1-3 fyri komandi liðnum hjá Adrian R. Justinussen, AC Horsens. Longu tá 19 minuttir vóru farnir var Horsens á odda 2-0. Fimm minuttir seinni stóð Meinhard fyri einum rimmar uppleggi, tá hann hegnisliga legði bóltin til belarussiska áleyparan, Vladislav Morozov sum ikki sveik álitið men minkaði um munin til 2-1. Men stutt undan steðginum økti Horsens til 3-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Kolding er nummar sjey í deildini við 22 stigum.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Martin Agnarsson var á vøllinum í 74 minuttir, tá lið hansara, Aarhus Fremad á útivølli tapti 0-2 fyri Hobro.
Hobro legði seg á odda beint aftaná steðgin, og fáar minuttir undan dystarloki øktu teir til 2-0.
Aarhus Fremad er nummar níggju í deildini við 18 stigum.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum.











