Poul Kallsberg, Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød spældu í kvøld dyst á útivølli móti HB Køge í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Adrian byrjaði inni, meðan Poul byrjaði í beinkinum.
Við støðuna 0-0 var Poul í 54. minutti skiftur inn, og tað loysti seg fyri Hillerød. Bert fimm minuttir seinni legði Gregers Arndal-Lauritzen eina góða sending inn í brotsteigin, har Poul hegnisliga stýrdi bóltin í netið til 1-0 til Hillerød. Eftir hetta høvdu bæði Adrian og Poul møguleikan at økja til 2-0. Hjá Poul var talan um svarta óeydnu, tí skotið hjá honum rakti stongina.
Ístaðin bleiv tað heimaliðið, ið javnaði til 1-1 og tryggjaði sær harvið eitt stig.
Talan er um annað málið hjá Poul í níggju dystum fyri Hillerød.
Hillerød er fremst í deildini við 29 stigum.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Umframt málini síggjast eisini stóru málmøguleikarnir hjá Adrian og Poul at økja um leiðsluna hjá Hillerød.











