- Tjaldur visti av hesum

Í Vágunum eru tey ikki í iva um, at Tjaldur visti boð um hóttanina fyri niðurflyting undan útidystinum móti Sóljuni, sum vann dystin, og har við togaði seg av niðasta sessinum


 

Hondbóltstræta

 

Í týsdagsblaðið okkara umrøddu vit ónøgdina hjá Tjaldrinum um, at tað í fyrsta umfari er líkt til, at tær missa sessin í bestu kvinnudeildini. Hetta tí tær ikki møttu til útidyst í Vági í grundspælinum. Boðini frá Tjaldrinum vóru, at tey so avgjørt ikki ætla sær at góðtaka hesa avgerð uttan víðari, tí tey vistu einki um, at hetta kundi gerast avleiðingin av, at tær ikki møttu til dystin í Vági.

 

Greiddu sín setning

Hvat úrslit komið verður til í hesum málinum, er so ikki greitt enn, men vit nevndu í blaðnum ígjár, at tað neyvan fór at ganga stillisliga fyri seg, um tað nú ístaðin verður Sóljan, sum skal flyta niður. Hetta um Tjaldur fekk viðhald í málinum, og tískil kundi lyfta seg upp um vágagenturnar á stigatalvuni.

Boðini úr Vágoynni eru sjálvandi eisini, at tey so avgjørt ikki ætla sær úr deildini, tí tey eru ikki í iva um, at tey í teimum 24 landskappingardystunum hava tryggjað sær framhaldandi luttøku í bestu deildini.

- Setningurin hjá okkum hevur alla tíðina verið at halda fast um sessin í bestu deildini. Undan kappingini vistu vit av, at í hesum varð allar helst neyðugt at halda Tjaldri aftan fyri okkum, og hesum máli hava vit rokkið.

Hetta sigur Albert Ellefsen, sum í vetur hevur verið hjálparvenjari hjá Sóljuni. Víðari sigur hann, at hann av fyrstan tíð var í øðini, tá Tjaldur ikki møtti til dystin í Vági.

- Eg hugsaði tá beinan vegin, at hetta var funnin fressur fyri Tjaldri. Tær høvdu tapt við 28 málum í fyrra heimadystinum móti VB, og við at sleppa undan útidystinum, avmarkaðu tær negativa málmunin.

- Seinni varð eg tó sissaður, tá eg fekk at vita, at hondbóltsreglurnar vóru púra greiðar á hesum øki, soleiðis at um vit endaðu ájavnar Tjaldri í stigum, hevði málmunurin einki at siga. Vit høvdu verið frammanfyri orsakað av væntandi uppmøtingini hjá Tjaldri.

 

Vistu boð

Víðari sigur Albert, at hann er ikki í iva um, at Tjaldur eisini vistu boð um hetta, tá tær fríggjadagin leiktu avgerandi dystin móti Sóljuni.

- Eg eri fullkomuliga sannførdur um, at tær vistu, hvat stóð upp á spæl í hesum dystinum, og tað var eisini sjónligt á teimum reaktiónum, sum vóru eftir dystin. Meðan vit fegnaðust um, at mál okkara var rokkið, sást týðiliga á mótstøðuliðnum, at tær vistu, at tær komandi árið skuldu spæla í áðru deild.

- At tey nú royna at geva HSF skuldina fyri hetta, kunnu vit ikki taka okkum av. Teirra mistak var, at tær ikki vunnu dystin á Giljanesi. Har høvdu bæði liðini somu treytir, so HSF skal ikki hava skuldina fyri hetta, sigur Albert.

Hann leggur eisini afturat, at ítróttarliga er heldur ikki so nógv, sum bendir á, at tað skal verða Sóljan, sum flytir niður í næstbestu deildini.

- Tú skalt minnast til, at Sóljan hevur vunnið sjey stig í ár, meðan Tjaldur hevur vunnið seks. Vit hava mist eitt stig, tá stigini vórðu hálverað í vetrarsteðginum, og tí eru vit nú ájøvn í stigatali. Heldur ikki vóru vit vánaligasta liðið í endaspælinum, tí har hava vit fingið fýra stig, meðan Kyndil hevur fingið trý.

 

Skelkaður av HSF

Tað, sum tó serliga fær Albert til at gera viðmerkingar um málið, er, at HSF tykist hava latið tað upp í hendurnar á VB og Tjaldrinum at gera av, um dysturin frá 10. desember skal leikast, nú kappingarárið er lokið.

Hann sigur seg vera skelkaðan av hesum, og vísir á fleiri lutir, sum hava við sær, at ein slík avgerð vildi verið púra burtur við og órættvís móti Sóljuni.

- Síðani vit fingu boðini um, at málmunurin einki hevði at siga, hava vit so heldur ikki hugsað um hetta. T.d. kunnu vit nevna dystin í Klaksvík, sum vit taptu 41-3. Eingin av leikarunum legði nakað í hetta tapið, og hevði tað verið endamálið, kundi tapið allar helst avmarkast, soleiðis at munurin ikki hevði verið somikið stórur. Hartil skal eisini hugsast um, at støðan hjá Tjaldrinum í dag og hin 10. desember als ikki kann samanberast, eins og VB tá var sera væl fyri.

- At Tjaldur so síðani hevur offrað 300.000 kr. upp á leikarar, og at tey hava gjørt sáttmálar fyri komandi ár, er so ikki nakað, sum vit skulu revsast fyri. Tær verða hinvegin revsaðar fyri væntandi seriøsitet í fyrru kappingarhálvu.

Albert leggur at enda afturat, at hann einki hevur ímóti Tjaldrinum sum so, men hann noktar at góðtaka, Sóljan skal gerast til svarti Per í hesum, ella at tað verður VB ella HSF, sum brádliga skulu gerast til syndabukkar í stríðnum um niðurflyting.