- Toppurin av elituni sum vit møta

- Vit eru væl vitandi um, at hetta verður ein stór avbjóðing. Men føroyska U21-landsliðið hevur fyrr staðið seg væl á útivølli ímóti Týsklandi, og hví ikki aftur hesaferð.


Tað sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, við FSF.fo.


Tað er í annaðkvøld, Skírhósdag, klokkan 19 at føroyska U-21 landsliðið skal leika móti U-21 landsliðnum hjá Týsklandi.


Talan er um seinna dystin millum liðini í undankappingini til EM. Tá liðini møttust á Tórsvølli 13. oktober 2015 endaði tað við einum 6-0 stórsigri til týsku gestirnar.


At týska liðið er í einum klassa fyri seg sjálvar sæst eisini aftur í stigatalvuni í bólki 7. Týskland hevur fult stigatal og ein málmun á 20-3.


Hjálparvenjarin á føroyska liðnum er heldur ikki í iva um, at mótstøðuliðið telist millum teir bestu.


- Hetta er toppurin av elituni, ið vit skulu møta. Tí krevst, at vit leggja nógv fyri, fyri at fáa eitt gott úrslit. Mótstøðumenninir teljast millum heimsins bestu í sínum aldursbólki. Men fyrireikingarnar hava gingið væl, og menn verða klárir til dystin hóskvøldið, so vit fara at gera alt, ið vit eru mentir og eitt sindur afturat fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur Eli Hentze við FSF.fo.


U21 EM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar verður á Volksbank Stadion í Frankfurt hóskvøldið klokkan 19:00, føroyska tíð.