rnir høvdu fanga teir aftur, men eftir hetta gekk sera, sera javnt á. Kyndilsliðið helt tó skinnið á nøsini, og hóast vestmenningar fleiri ferð komu upp á javnt, eyndaðist tað teimum ongantíð at koma fram [...] tí enn eru teir á odda í landskappingini hjá monnum. Sum so hava teir heldur ikki stundir at hanga við høvdinum, tí longu sunnudagin verður aftur stórdystur á skránni, tá StÍF kemur á vitjan í Vestmanna [...] spennandi og rokmiklan dyst, at mongu áskoðararnir leitaðu sær niðan á Nabb hóskvøldið. Seinna hálvfinalan millum Kyndil og VÍF var á skránni, og mett eftir teimum fýra dystinum, sum liðini higartil í ár
illa hjá føroyingunum. Finnlendingar vunnu 5?0 á heimavølli 16. november í 1994, og tá teir vitjaðu í kavakløddum Føroyum mikudagin 26. apríl í 1995 gekk aftur av skriðuni hjá føroyingum, sum ikki tóktust [...] fyri fyrstu ferð skulu spæla altjóða skrásettan landsdyst í januar, nýtast ikki bara at hyggja aftur á ússalig hagtøl ímóti finnlendingum. Talan var ikki um altjóða skrásettan landsdyst, men tað er merkisvert [...] javnleik ímóti einum finskum landsliði. Tað var 27. februar 1991. Páll Guðlaugsson og hansara menn vóru á venjingarlegu í Portugal. Teir spældu tveir dystir. Annar var ímóti tí norska og hin ímóti tí finska
teimum og hon var teimum eisini hollur stuðul í arbeiðinum. Tað gekk ikki væl í hond at fáa fatur á teimum fólkum, ið Suni hevði sett á listan. Har vóru systrar og brøður hjá Paul McCartney, men einki [...] samrøða, ið gjørd var á túrinum, ið annars mest var vitjanir og ljóðupptøkur frá kendum og viðkomandi støðum. Sterk kensla Fleiri feløg gera túrar í Liverpool í kjalarvørrinum á The Beatles. Men útvar [...] barnagarður har. Á ferðini varnaðust útvarpsmenninir, at eitt portur var opið, hóast skilti boðaðu frá, at eingin atgongd var. Taxabilstjórin var við uppá at royna og sostatt fóru teir innar á Strawberry Fields
Norðurlandahúsinum í Havn, at hann trein á pallin, og tvær ferðir var tað á Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivali. Í 1993 spældu hann og gamli vinmaðurin Mikael Wiehe á konsertini í Norðurlandahúsinum, og [...] týðingum á sínum fløgum. - Fyrstu ferð, eg hoyrdi Bjørn Afzelius, var á eini konsert í Keypmannahavn í 1983. Eg kendi hann als ikki frammanundan, men eg fall fullkomiliga fyri hansara tónleiki á konsertini [...] geva upp. Bjørn Afzelius gjørdist 52 ára gamal, áðrenn alt endaði á Sahlgrenska sjúkrahúsinum í Gøteborg í februar mánaði í fjør. Navnið á tónleikaranum og komponistinum Afzelius fer at liva víðari í teimum
var um hesar leiðir, tí teir umvældu eina gamla beding á Arsuk leiðini. Teir vóru komnir hagar við einum 20?tonsara, og skiparin á Norðvíkingi heitti á teir um at hyggja at botninum. Leygarmorgunin 5. juni [...] fyri sunnarlaga í Grønlandi. Tað var 3. juni í 1982, at hol kom á Norðvíking í nógvum ísi, og at skiparin gjørdi av at seta skipið upp á land. Undir leiðslu av skiparanum og í illveðri megnaði maskinmeistarin [...] 4. juni, at skipið framvegis lak, og at hol var á fremra lensibrunninum í stýriborði. Ein leki, sum skipið hevði fingið, tá tað stoytti ímóti landi fyrr á degnum. Tað var eisini ein spurningur, hvussu botnurin
strandingar ikki skuldu í finaluna annað árið á rað. Har afturat høvdu teir stórar trupulleikar at basa hoyvíkingum, tá hesir vóru á Skála og vitjaðu. Nú gekk leiðin so til Vestmanna, har vestmenningar við [...] hava sæð liðini bæði borðreitt við, men á ongan hátt gekk hetta út yvir spenningin í dystinum. Sámal mansvardur Í seinna hálvleiki var alla tíðina sera lítil munur á liðunum báðum. Liðini bæði skiftust um [...] VÍF-StÍF 23-25 (11-12) Alt kappingarárið á tamb, hava strandingar verið við til at mynda toppin á stigatalvuni, síðani teir seinasta dystinum í grundspælinum taptu móti vestmenningum, hevur úrtøkan ikki
leikarunum sera væl at taka vengurnar hjá Neistanum úr spælinum, so alt meir ella minni varð trunkað saman á miðjuni. Neistin kom tó nakað við aftur seinasta partin av hálvleikinum, men við eini fimm máls leiðslu [...] Neistakvinnurnar góvu tó ongantíð skarvin yvir, og í seinna hálvleiki royndu tær at stríða seg inn aftur á VB liðið. Hetta var eisini nær við at eydnast, og so hvørt sum neistakvinnurnar komu nærri, gjørdust [...] ongantíð hevur tað eydnast teimum at fáa bæði stigini við til hús. Neistaliðið má sostatt annað árið á rað hyggja at, tá steypafinalurnar verða avgreiddar, og hetta er als ikki nakað, sum tær eru vanar við
kennast fløvandi, at Hallur Danielsen nú aftur er at síggja á besta liðnum. Settu ferð á seinna umfarið Fyrsta hálva tíman leikaði rættuliga javnt á, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Hoyvíkingar stríddust [...] róta í mótstøðuverjuni, og hetta hevði eisini við sær, at spælið gekk óneyðuga seint. Serliga var tað Niels Viggo Niclasen, sum gjørdi um seg á kyndilsliðnum. Hann hevur ikki verið so nógv við í ár, sum flestu [...] tó leiktur undir leiðslu av Gunnar Gregoriussen og Petur Dahl, og sum vit skilja á lagnum, so mundi døming teirra vera á góðari leið, hóast stutta skotbráðið teir høvdu at fyrireika seg í. Dysturin í tølum
Tað var bygdaráðsformaðurin í Hvalba, Levi Niclasen, sum, vegna drotningina, handaði honum medaljuna á eini lítlari, men avbera hugnaligari samkomu heima hjá Helgiri sjálvum, har arbeiðsfelagir í kolinum [...] at øll kundu taka undir við sær í, at Helgir hevði verið ómetaliga trúgvur og álítandi. Altíð gingið á odda Elmar Skaalum, sum er næstformaður í Arbeiðsmannafelagnum Roynd, og gamal starvsfelagið hjá Helgir [...] segði, at hann hevði altíð verið undangongumaður í kolinum. ? Tú hoyrdi hann aldrin ilskast, tá ið tað gekk illa í hond. Komu vit í banka, flenti hann bara og segði, at hetta kunnu vit onki gera við, vit mugu
fingu føroyingar innkast á finsku hálvuni. Bólturin varð longdur inn í finska brotsteigin, og við eini knappari vending fekk Jákup á Borg skot á bóltin, men tíverri brast skotið á stongina og út aftur í [...] hesu ferð Uni Arge og Øssur Hansen, sum komu á vøllin fyri ávíkavist Kurt Mørkøre og Heðin á Lakjuni. Løtu seinni varð Rógvi Jacobsen sendir á vøllin fyri Jákup á Borg. Einki er at siga til, at nógvar útskiftingar [...] Í fagrasta veðrið fóru føroysku landsliðsleikararnir á vøllin í La Manga í Spania. Flestum kunnugt stóð fyrsti landsdysturin á árinum á skránni. Dysturin móti Finnlandi er samstundis fyrsti dysturin hjá