Afzelius og Føroyar

AFZELIUS. Bert 52 ára gamal legði svenski tónleikarin Bjørn Afzelius árarnar inn. Frammanundan vóru onkrar av hansara perlum umsettar og útgivnar í Føroyum, og tríggjar ferðir var hann her og spældi

Eyðun Klakstein

Myndir: Jens Kr. Vang


Hann stríddist til tað síðsta.

Men bardagan móti sjúkuni tapti hann at enda.

Hálvtannað ár eftir at hann fyrstu ferð hevði fingið staðfest krabbamein í lungunum, mátti hann geva upp.

Bjørn Afzelius gjørdist 52 ára gamal, áðrenn alt endaði á Sahlgrenska sjúkrahúsinum í Gøteborg í februar mánaði í fjør.

Navnið á tónleikaranum og komponistinum Afzelius fer at liva víðari í teimum sangunum, hann gjørdi, og sum komu so víða - serliga í norðurlondum. Afzelius var yrkjari við greiðari politiskari sannføring, hann yrkti við hvøssum penni, men hann kundi eisini verið eymur sum pápi og maður.

Millum bestu kendu sangirnar hjá Afzelius eru Ikaros, Juanita, Isabelle og Sång til friheten, sum hann týddi eftir kubanskan komponist. Hesin sangurin er ein av teimum, sum er umsettur til føroyskt og útgivin her.

Bjørn Afzelius var tríggjar ferðir í Føroyum og spældi. Hvørja ferð var tað í Norðurlandahúsinum í Havn, at hann trein á pallin, og tvær ferðir var tað á Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivali.

Í 1993 spældu hann og gamli vinmaðurin Mikael Wiehe á konsertini í Norðurlandahúsinum, og tað var fyri fyrstu ferð í nógv ár, at teir stóðu á palli saman. Eftir konsertirnar í Føroyum fóru teir at spæla meira saman aftur.


Familjan hevði

størst týdning

Bjørn Afzelius fekk boðini um krabbamein í september mánaði í 1997, og boðini komu sum eitt sjokk. Viðgerðin, hann fekk fyri sjúkuna, hevði árin á hann, men Afzelius uppgav ongantíð vónina um at vinna á krabbameininum. Eitt skifti var tað eisini líkt, til at hann skuldi vinna bardagan, men so var hann aftur fyri einum bakkasti.

Men hóast hann visti, at hann var álvarsliga sjúkur, helt hann áfram við at skriva sangir, og bara 11 dagar áðrenn lagnudagin kom seinasta fløgan hjá svianum út.

- Bjørn var ein stríðsmaður, og eg væntaði, at hann skuldi koma fyri seg. Hann plagdi altíð at koma afturíaftur, tá hann hevði verið úti fyri einum afturstigi, sigur Arne Franck, sum var ein av vinunum frá bólkinum Hula Bandoola Band, sum Afzelius spældi í fyrru hálvuna av 70-unum.

- Eg tosaði við hann nakrar vikur, áðrenn hann doyði, og tá ljóðaði hann sjúkur, men hann greiddi mær frá, at tað var orsaka av heiliváginum, hann fekk.

Eftir Afzelius sótu føroyska unnusta hansara, sum hann búði saman við seinnu árini, og døtrarnar Rebecka og Isabelle. Hóast hjartað hjá honum bankaði hart fyri politiskum átøkum, var hann ongatíð í iva um, hvat hann skuldi svara, tá hann varð spurdur um, hvat hevði størst týdning fyri hann. Familjan, svaraði hann altíð.

Afzelius hevur skrivað sangir til døtrarnar hjá sær - sangurin Isabelle er ein av hansara kendastu - og útgávufelagið hjá sær kallaði hann Rebelle, sum er ein samanskriving av nøvnunum hjá døtrunum.


Sangur til frælsi

umsettur í Svínoy

Kendasti Afzelius-sangurin í Føroyum er helst Sång til Friheten, som Steintór Rasmussen umsetti til fyrstu útgávuna hjá Frændum. Sangurin var kallaður Sangur til frælsi, og hann hevur verið nógv spældur, síðani hann kom á vinyl í 1984.

? Fyrstu ferð eg hoyrdi tónleikin hjá Afzelius, var tá ein vinmaður spældi plátuna Innan tystnaden fyri mær á vetri í 1983. Eg keypti mær plátuna og lurtaði sera nógv eftir henni næstu tíðina, sigur Steintór Rasmussen.

Tíðliga í 1983 var Steintór á ungdómsráðstevnu í Svínoy, og har umsetti hann sangin til frælsi. Tá Frændur stutt eftir fóru í studio, varð sangurin upptikin saman við øllum hinum tiltiknu sangunum av hesi útgávuni.

? Sång til friheten er ein flottur sangur, hann er tíðarleysur og væl yrktur. Tí fekk eg hug at umseta hann til føroyskt, sigur Steintór Rasmussen.

Á eini konsert í Keypmannahavn í 1984 spurdi Steintór Bjørn Afzelius, um teir kundu brúka sangin hjá honum á plátuni hjá Frændum. Tað var í lagi. Seinni fekk Afzelius eitt eintak av Frændur-plátuni, og á savnsfløguni Definitivt fegnast Afzelius um, at sangurin, sum upprunaliga var skrivaður av einum kubana, var umsettur til øll tey norðurlendsku málini.

? Afzelius hevur havt stóran týdning fyri meg, serliga miðskeiðis í 80?unum, tá hann gav Innan tystaden og Exil út. Á teimum plátunum eru nógvar av hansara perlum at finna, heldur Steintór Rasmussen.

? Afzelius kundi yrkja beinrakið og vakurt, men tað er ikki alt, sum hann hevur skrivað, sum er eins gott. Við hvørt kundi hann sjuska við hondverkinum fyri at fáa tað at ríma, og við hvørt kann tað verða troyttandi at hoyra tey stóru orðini og tær stóru lýsingarnar.

? Men eg havi eisini fingið íblástur av yrkingarlagnum og evnunum hjá honum. Politisku hugsjónirnar hjá honum, hava eisini sagt mær nakað, sigur Steintór Rasmussen.

Hann heldur, at tað sum kemur at standa sterkast eftir Afzelius, eru teir vøkru kærleikssangirnir og teir bestu politisku sangirnir.

Steintór hevur bara útgivið ein Afzelius-sang á føroyskum, hóast hann hevur umsett fleiri. Ein teirra, Isabella, var um reppið at koma á seinnu útgávuna hjá Millum Frændum, og tað liggur í luftini, at tann sangurin kemur út fyrr ella seinni.


Jóannes fekk

íblástur frá Afzelius

Jóannes Jakobsen hevur eisini umsett fleiri av sangunum hjá Bjørn Afzelius til føroyskt, og hann hevur útgivið tríggjar av hesum týðingum á sínum fløgum.

- Fyrstu ferð, eg hoyrdi Bjørn Afzelius, var á eini konsert í Keypmannahavn í 1983. Eg kendi hann als ikki frammanundan, men eg fall fullkomiliga fyri hansara tónleiki á konsertini. Eftir konsertini fór eg lurta eftir og keypa tónleik hjá honum, greiður Jóannes frá.

Jóannes hevur síðani týtt fleiri av sangunum hjá Afzelius til føroyskt, og teir vórðu fyrstu ferð spældir alment í bólkinum Tarta.

- Í grundini var tað tónleikurin hjá Afzelius, sum inspireraði meg til at fara undir at gera tónleik sjálvur.

Jóannes Jakobsen takkaði Afzelius fyri inspiratiónina, tá hann brúkti tveir af sangunum hjá svianum á síni fyrstu fløgu í 1991. Tað eru sangirnir Mín góða og Lívsins skattur, sum hava verið nógv at hoyrt síðani. Á fløguni Myrkursins gongumenn er Afzelius-sangurin Eg havi ferðast sloppin upp í part.

- Afzelius hevur altíð verið í parti við tí veika, tí sum verður kúgaður, og tað dámar mær væl. Harafturat eru vit rættiliga samdir, tá hann skrivar um síni barnaár, sigur Jóannes Jakobsen.

- Politisku tekstirnir hjá Afzelius standa ikki einsamallir, tí hann skrivaði um nógv annað, og fyri mær stendur hann sum ein heild, bæði við politiskum yrkingum og kærleiksyrkingum. Hann er bæði kritiskur og kerligur.

Jóannes Jakobsen hevur spælt sær við tankan um at geva út eina heila fløgu við sangum hjá Bjørn Afzelius, men eftir at sviin doyði, er lok lagt á hesa ætlan. Orsøkin til tað er, at Afzelius tvíhelt um, at skuldi hann rósast og ærast, skuldi tað verða, meðan hann var á lívi. Syngið ongan lovsong, tá eg eri farin, skrivar hann í einum av sínum seinastu yrkingum. Tí heldur Jóannes Jakobsen tað ikki verða rætt, at geva eina Afzelius-fløgu út í Føroyum nú.

- Men hansara yrkingar eru framvegis viðkomandi í Føroyum á okkara døgum, heldur hann.

Jóannes Jakobsen heldur, at Bjørn Afzelius var trúgvur móti sínum sjónarmiðum, og tá hann helt seg hava mistikið seg, var hann eisini førur fyri at viðurkenna tað. Til dømis tá Afzelius, eftir í mong ár at hava hálovað kubansku kollveltingini, viðurkendi, at at tey lyfti, sum vórðu givin kubanska fólkinum av Castro og hansara monnum, als ikki vórðu hildin.


Stríddust fyri at

fáa hann til Føroya

Brandur Øssursson er høvuðsmaður aftanfyri Tórshavnar- Jazz, Fólka og Blues Festival, og honum eydnaðist tvær ferðir at fáa Bjørn Afzelius at spæla á festivalinum. Fyrru ferð var í 1990.

- Vit høvdu roynt í eini fimm ár at fáa hann til Føroya, men tað bar ongantíð til, tí hann plagdi at vera í Italia í august mánaði. Vit góvu tó ongantíð upp, og vit bombarderaðu hann við tilfari um Føroyar. Umsíðir játtaði hann at koma til Føroya í 1990, greiður Brandur Øssursson frá.

Tvey ár seinni eydnaðist tað Branduri at fáa Mikael Wiehe til Føroya, og tá legði Brandur Øssurson nógv fyri í royndini at fáa Bjørn Afzelius við eisini. Mikael Wiehe og Bjørn Afzelius spældu í sama bólki fyrst í 70-unum, og teir høvdu síðani eisini samstarvað nógv.

Men tað bar ikki til at fáa Afzelius til Føroya í 1992. Mikael Wiehe játtaði at koma, og so lovaði hann, at næsta ár skuldu bæði hann og Afzelius koma til Føroya. Og tað lyftið helt Wiehe.

Í 1993 spældu teir báðir sviarnir saman aftur fyri fyrstu ferð í nógv ár. Onkur fólk komu úr útlandinum fyri at uppliva Afzelius og Wiehe á pallinum í Norðurlandahúsinum, og hóast ætlanin bara var at hava eina konsert við teimum báðum, gjørdist tað til tvær.

Danmarks Radio Big Band skuldi spæla í Føroyum saman við føroyskum solistum, men fyri einastu ferð í søguni hjá Jazzfestivalinum eydnaðist tað ikki at fáa ein bólk til landið. Danirnir royndu fleiri ferðir at lenda í Føroyum, men tað eydnaðist ikki.

- Afzelius og Wiehe vóru í Føroyum tá, tí teir vildu hava nakrar dagar at uppliva landið í, og teir vóru fúsir at geva eina eykakonsert tað kvøldið, tá Danmarks Radio Big Band annars skuldi spæla.

- Tað kom ómetaliga væl við hjá okkum, tí fyri tað fyrsta manglaðu vit ein bólk hetta kvøldið, og fyri tað næsta vildu so nógv á konsertina hjá Afzelius og Wiehe kvøldið eftir, at ein eykakonsert var uppá sítt pláss, sigur Brandur Øssursson.

Tá teir báðir sviarnir komu á pallin til hesa eykakonsertina, presenteraði Mikael Wiehe teir.

- Eg eri Big, og hann er Band, segði hann í mikrofonina, áðrenn teir settu hol á eina framúr góða konsert. Sama var skilið kvøldið eftir, tá teir aftur spældu fyri fullsettum sali í Norðurlandahúsinum.


Helt seg fyri seg sjálvan

- Afzelius var friðarligur og beskeðin. Hann gjørdi ikki nógv um seg, og tað var stórur munur á honum og útlendskum rocktónleikarum, sum ofta vilja í býin bæði áðrenn og eftir sínar konsertir, sigur Brandur Øssursson.

Afzelius helt seg mest fyri seg sjálvan, tá hann var í Føroyum. Tað var ikki lætt at koma í samband við hann, og ofta gekk samskifti til og frá honum gjøgnum umboðsmannin.

- Vit kundu standa lið um lið, og so segði Afzelius við managerin hjá sær: Eg vil hava okkurt at eta. Managerin spurdi so meg, um eg kundi syrgja fyri, at teir fingu at eta. Sjálvt um tað kann tykjast løgið, er tað vanligt hjá tónleikarum, sum ferðast so nógv sum Afzelius, at teir hava eina fasta mannagongd til alt. Hetta kvøldið stóð eg undir liðini á honum, nakrar dagar seinni var tað onkur annar, so tað var greiðast hjá honum, at lata slíkt fara ígjøgnum managerin hjá sær, heldur Brandur Øssursson.

- Men eg fekk eisini fleiri góð prát við Afzelius, so hóast hann kundi tykjast ringur at koma í samband við, bar tað til.

Fólk, sum vóru á konsertini í 1993, greiða frá, at Afzelius var svinnur. Hann hevði ikki hug at ganga millum fólki og práta, og tað tóktist sum um alt samskifti skuldi gjøgnum umboðsmannin hjá honum.

Men hóast tað undan og eftir konsertirnar kundi tykjast trupult at koma í samband við Afzelius, var støðan ein onnur, tá hann stóð á pallinum. Tá hevði hann altíð gott samband við áhoyrararnar.

Tónleikurin hjá honum hevði gjøgnum øll árini eitt rættiliga konservativt og erligt ljóð. Hann vendi ongantíð rættiliga tí akustiska fólkatónleikamerkta tónleikinum baki, hóast hann bæði kundi larma og rocka.

Afzelius var tann erligi komponisturin við teimum sterku politisku meiningunum, men avrikini, sum standa sterkast eftir hann, eru líka so nógv teir eymu og vøkru kærleikssangirnir.