Alt er framvegis púrasta opið

Við einum uppibornum sigri í Vestmanna gjørdu strandingar sítt til, at kappingin í fyrstu deild framvegis er fullkomuliga opin. Stóri leikarin í dystinum varð John Petersen, sum einsamallur gjørdi heili 15 mál

VÍF-StÍF 23-25 (11-12)


Alt kappingarárið á tamb, hava strandingar verið við til at mynda toppin á stigatalvuni, síðani teir seinasta dystinum í grundspælinum taptu móti vestmenningum, hevur úrtøkan ikki verið hin besta.

Í landskappingini taptu teir fyri Kyndli, og steypakappingini syrgdi Neistin fyri, at strandingar ikki skuldu í finaluna annað árið á rað. Har afturat høvdu teir stórar trupulleikar at basa hoyvíkingum, tá hesir vóru á Skála og vitjaðu.

Nú gekk leiðin so til Vestmanna, har vestmenningar við einum sigri, kundu taka eitt risafet frá strandingum í oddinum, men hinvegin kundi StÍF eisini nærkast VÍF, um stigini fóru inn á Skálafjørðin, og tað var júst hetta, ið hendi.


Lítil munur

Í fyrra hálvleiki vóru annars ongar greiðar ábendingar um, hvørt av liðunum skuldi standa seg betri.

Sera lítil munur var á liðunum báðum, og har umframt gjørdu máleverjarnir báðir sítt til, at máltalið varð rættuliga lágt.

Eina løtu høvdu VÍF leikararnir hug at skræða seg leysar, men eftir at strandingar nýttu eitt time-out, funnu teir rætta lagið aftur, og tá dysturin var hálvrunnin, høvdu teir aftur tikið seg fram um VÍF.

Hálvleikurin varð annars merktur av, at liðini bæði royndu at byrgja upp fyri hvørjum øðrum. StÍF byrjaði beinan vegin at mansverja Inga, sum ongantíð kom rættuliga fyri seg í dystinum.

Hinvegin gjørdu vestmenningar eisini sítt fyri at oyðileggja spælið hjá strandingum, við tað at Johnny leikti sum sera offensivur eittari í 5-1 verjuni, soleiðis at hetta mest av øllum minti um eina mansverjing av Jónleif.

Hetta viðførdi eisini, at broddurin varð tikin av ferðmikla spælinum, sum vit ofta hava sæð liðini bæði borðreitt við, men á ongan hátt gekk hetta út yvir spenningin í dystinum.


Sámal mansvardur

Í seinna hálvleiki var alla tíðina sera lítil munur á liðunum báðum. Liðini bæði skiftust um at skora, og serliga fyrstu 10 minuttirnar av hálvleikinum, komu nógv mál á talvuna.

Brádliga fóru málverjarnir báðir tó at standa seg betur, og hetta tarnaði málskjótingini rættuliga nógv. Liðini bæði fylgdust tó framhaldandi heilt væl, men alla tíðina var tað StÍF, sum hevði munin.

Móti endanum av dystinum fóru strandingar eisini undir at mansverja Sámal Joensen, men hetta viðførdi samstundis, at sera opið varð í verjuni, og dugdi serliga Agnar at nýta høvi til at bróta ígjøgnum.

Strandingarnir fingu tó spakuliga yvirtakið, og seinastu 10 minuttirnar skoraðu teir fimm ferðir, meðan vestmenningar bert fingu bóltin í netið tvær reisur hesa løtuna.

Strandingar kundu tískil fegnast um ein sera kærkomnan sigur, tá seinasta bríkslið ljóðaði.


John og Johan

Serliga vóru tvær orsøkir til, at StÍF kundi fara heim aftur við báðum stigunum sunnudagin.

Fyrst og fremst hevði John Petersen ein sera góðan dag, har so at siga alt, sum hann royndi riggaði. Ikki tóktist at bila, um lopið varð inn frá bakkinum ella veinginum, bólturin fór so at siga hvørja ferð í netið. Heldur ikki sveik hann álitið, tá skjótast skuldi frá sjey metra fjarstøðu, og øll seks brotskøstini, sum hann tók sær av, endaðu í netmeskunum.

Hin orsøkin var at finna í strandamálinum, har Johan Danielsen fleiri ferðir sýndi, hví hann av mongum verður mettur at vera Føroya besti málverji. Hjá áskoðarunum var í hvussu so er eingin ivi, tá glaðu eysturoyingarnir sungu »vit eiga Føroya besta málmann«.

Ikki tí, Bárður í VÍF málinum hevði eisini fleiri góðar bjargingar, men hann og vestmenningarnir gjørdist ov stuttir hesu ferð, so hansara avrik var so at siga til fánýtis.


Einki avgjørt

Sum nevnt omanfyri, so hevði hesin dysturin alstóran týdning fyri strandingar.

Við sigrinum eru teir nú bert tvey stig aftan fyri vestmenningar, sum eisini hava leikt ein dyst meira. Hesi bæði stigini hava strandingar møguleika at fáa longu mikudagin, tá tjaldursmenninir skulu vestur um fjørðin at royna seg.

Har afturat er Neistin eisini í hølunum á teimum báðum oddaliðunum, tí hóast havnarmenninir eru fýra stig aftan fyri vestmenningar, so eiga teir tveir dystir til góðar.

Munurin millum liðini er tískil lítil og eingin, og tískil erü útlitini fyri einum spennandi endaspurti sera góð.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Sámal Joensen 6 (2), Martin Hummeland 6, Johnny Joensen 4, Agnar Joensen 3, Ingi Olsen 2 (1), Ragnar Zachariasen 1, Petur Fr. Joensen 1

StÍF: John Petersen 15 (6), Artur Johansen 4, Sveinbjørn Poulsen 3, Jónleif Sólsker 2, Alexandur Johansen 1, Kartin Danielsen 1

Brotskøst:

VÍF 4, StÍF 6

Útvísingar:

VÍF 3, StÍF 2

Dómarar úr Stjørnuni:

Geir Wardum og Karsten Andersen