Gjørt dreingjadreym til veruleika

Útvarpsmaðurin Suni Merkistein vitjaði í oktober í Liverpool, har bólkurin The Beatles sá dagsins ljós. Burturúr ferðini koma einir 5 senditímar um kenda bólkin, sum gavst at spæla fyri 30 árum síðani. Sendingin er ein hin mest ambitiøsa og umfatandi, Suni hevur fingist við sum útvarpsmaður, men samstundis hevur hann hervið gjørt ein dreingjadreym til veruleika

Dagfinn Olsen


Í oktober í fjør vitjaðu útvarpsmaðurin Suni Merkistein og tøkningurin Pauli Magnussen í heimbýnum hjá The Beatles, Liverpool, og í februar sleppa útvarpslurtarar at hoyra tað, ið kom burturúr, nevniliga nakrar forvitnisligar sendingar um ein av heimsins gitnastu tónleikabólkum - The Beatles.

Suni Merkistein hevur altíð verið hugtikin av The Beatles. Hann fæst ikki við tónleik og metir seg ikki sum serkønan innan tónleik. Men honum dámar væl tónleik og hann metir Beatlesløgini, sum tíðarleys.

Eisini søgan hjá The Beatles er hugtakandi og spennandi.

- Hon er næstan ævintýrkend. Teir komu úr fátøkum korum og skuldu ígjøgnum so øgiliga nógv, innan gjøgnumbrotið kom, sigur Suni Merkistein, sum næstan metir sítt samband við The Beatles, sum eitt fyrsta forelskilsi.

Suni hevur lisið nógvar av teimum mongu bókunum, ið eru skrivaðar um bólkin úr Liverpool. Tá hann hevur sæð onkra dokumentarsending um bólkin, so hevur hugsanin ofta lúrt, um hann kanska hevði klárað at sagt søguna líka væl.

- Eg haldi, eg hevði torað at melda til eina spurnarkapping um The Beatles, sigur Suni.


Dreym til veruleika

Í oktober gjørdi Suni álvara av dreyminum. Útvarpsleiðslan játtaði, tá Suni greiddi frá um ætlanir sínar.

Suni Merkistein og Pauli Magnussen settu seg í flogfarið hjá Atlantsflog við einum vikuskiftisferðaseðli í lummanum. Fyri framman lá Liverpool.

Frammanundan hevði Suni gjørt stórt granskingararbeiði. Hevði skrivað øll viðkomandi støð upp og lagt tilrættis. Hevði eisini skrivað lista við eini 15 fólkum, ið vóru verd eina vitjan. Hann hevði lisið bøkur eftir Beatleskennaran Carsten Jørgensen.

- Hann hevur tó ongantíð verið í Liverpool, so eg hugsaði, hvat skal eg so gera har. Men eg vildi hava ein tøkning við, tí upptøkur skuldu gerast á ymsu støðunum, sigur Suni.

Suni og Pauli høvdu samband við føroyska kvinnu, sum býr í Liverpool, Hildigerð Guttesen, sum hevur arbeitt innan skúlaverkið har. Hon helt uppá at hýsa teimum og hon var teimum eisini hollur stuðul í arbeiðinum.

Tað gekk ikki væl í hond at fáa fatur á teimum fólkum, ið Suni hevði sett á listan. Har vóru systrar og brøður hjá Paul McCartney, men einki vildi eydnast. Tá tað so sá svartast út, kom hugskotið frá Carsten Jørgensen. Hví ikki tosa við ein, sum hevði spælt við The Quarrymen. Bólkurin, sum John Lennon og Paul McCartney leiktu í fyrst.

Jú, teir funnu Colin Hanton. Tá teir ringdu, tók kona Colin telefonina. Jú, maður hennara hevði spælt saman við John og Paul.

Avtalað varð at hittast á Green Park Hotel. Hetta ljóðaði flott, og Suni kannaði, um tað fanst í veruleikanum. Jú, tað gjørdi tað. Men bilstjórin kendi ikki hotellið og tað vísti seg eisini meira at vera ein pub. Tá Suni og Pauli komu, var Colin ikki komin, men hann kom. Orsakaði, at hann var ov seinur, men hann hevði gingið, tí hann búði beint við.

Suni kendi beinanvegin, at hetta fór at eydnast, tí Colin var góðir frásøgumaður. Hesa samrøðu tók Suni frá restini av tilfarinum og hon var send fyri tíð síðani. Hetta var eisini einasta samrøða, ið gjørd var á túrinum, ið annars mest var vitjanir og ljóðupptøkur frá kendum og viðkomandi støðum.


Sterk kensla

Fleiri feløg gera túrar í Liverpool í kjalarvørrinum á The Beatles. Men útvarpsmenninir leigaðu sær sjálvir taxabil, tí stundir máttu vera til upptøkur. Hildigerð kom aftur til hjálpar og útvegaði bil ein heilan dag fyri bíligan penga.Umframt at vitja á teim kendu støðunum, t.d. Penny Lane, Cavern Club og gravsteininum hjá Elenor Rigby, so vitjaðu teir eisini barnaheimini hjá beatlunum.

- Tað var ein sterk kensla, tá ein stóð uttanfyri húsini, har John Lennon vaks upp og har mamman bleiv yvirkoyrd skamt frá. Tað var júst, sum tær myndirnar eg havi sæð í bókum, sigur Suni.

Pauli er samdur. Húsini hjá mostur John, har hann vaks upp, søgdu nógv. Mamma John hevði verið á vitjan, tá hon varð yvirkoyrd uttanfyri húsini.

Húsini líktust frá, tí tey vóru stór. Hinir limirnir í Beatles komu allir úr smáum raðhúsnum í arbeiðarabýlingum. Nakrir av hesum býlingum eru enn í dag merktir av hørðum umhvørvi.

Húsini, har Paul McCartney vaks upp, eru í dag rættiligt savn.


Jagstraðir burtur

Tætt við húsini hjá mostur John Lennon, liggur Strawberry Field, ið Beatles syngja um, tó í meira ímyndaðum líki.

Hetta var ein fløta, har børnini hildu til. Í dag er barnagarður har.

Á ferðini varnaðust útvarpsmenninir, at eitt portur var opið, hóast skilti boðaðu frá, at eingin atgongd var.

Taxabilstjórin var við uppá at royna og sostatt fóru teir innar á Strawberry Fields og gjørdu upptøkur. Júst lidnir, kom ein kona og skeldaði út, tí teir vóru á privatum øki og hon jagstraði teir burtur.

Ov seint uppdagaðu føroysku útvarpsmenninir, at Paul McCartney sjálvur var í Liverpool samstundis sum teir. Hann hevur áður skrivað klassiskt verk, Liverpool Oratoriið, og hann hevur skrivað eitt afturat, sum varð framført, meðan Suni og Pauli vóru í býnum. Og sjálvur Paul McCartney var til staðar, men vónleyst var at fáa atgongumerki til hesa framførslu.


Sendingarnar

Eftir ferðina í Liverpool, liggur nógv arbeiði eftir at gera. Suni og Pauli arbeiða nú við teim mongu upptøkunum.

Ætlandi skulu sendingarnar innihalda mong smærri ljóðbrot frá ferðini.

Suni leggur dent á, at talan er ikki um tónleikasendingar, men meira um eina dokumentarsend-ing.

Fyri ikki bert at siga søguna um The Beatles einaferð enn, so koma føroyskir tónleikarar og yrkjarar at siga sína meting av bólkinum.

Bjarni Restorff, saman við Manskórinum, vísir á ymiskt í tónleikinum. Tað sama ger Sunleif Rasmussen. Eisini luttaka t.d. Jóhannus á Rógvu Joensen, Niclas Johannesen og Eyðun Nolsøe.

Eisini fara trummuleikarar at siga sína hugsan um Ringo Star og hansara trummudygdir, sum nógv hevur verið prátað um.

Nýggja ISDN tøknin hevur eisini verið til hjálpar og úr Danmark siga Óli Poulsen og Stanley Samuelsen sína hugsan um Beatles. Rói Patursson og Hanus Andreasen siga eitt sindur um tekstirnar.

Heri Kragesteen, sálarfrøðingur, fær m.a. spurningarnar, hvussu tað ber til, at ein »beatle- mania«, ein beatles-bylgja, kann skaka allan heimin. Eisini sigur hann sína hugsan um, hví limirnir í The Beatles rýmdu til India.

Fyrsta sendingin í røðini kemur væntandi 18. februar og so frameftir við 14 døgum ímillum.